- Summarið í Føroyum er fult av hugnaligum og stuttligum tiltøkum, og rúsdrekka fylgir við nógvum av teimum. Men, eg fari ikki at keypa rúsdrekka til okkara børn. Tað sigur borgarstjórin í Eysturkommunu [...] spurningur verður settur foreldrum í einum felags átaki hjá SSP, Fólkaheilsuráðnum, Rúsdrekkasølu Landsins, Føroya Bjór og Okkara. Ein viðkomandi spurningur, ið setir tankar í gongd hjá okkum foreldrum. - Eg [...] henda hátt kunnu vit kanska fyribyrgja, at okkara børn gerast ov rúsað og koma sær út í óføri av ymiskum slag. - Í kjakinum um evnið havi eg lagt til merkis, at foreldur siga seg keypa nakrar øl, cider
Nielsen skifti fyrr í ár til Start at spæla, og hann kom á vøllin í dystinum ímóti Skála hóskvøldið. Hetta var annað árið á rað, at David Nielsen spældi UEFA Cup dyst í Føroyum, tí í fjør royndi hann seg [...] ði mikukvøldið.David Nielsen og Todi Jónsson hava áður spælt saman í FCK, og hóskvøldið kom David Nielsen inn fyri Toda miðskeiðis í senna hálvleiki.
Jeppe Kofod, vitjar í Føroyum í døgunum, 2.-4. september, og í Føroyum skal hann eitt nú hitta landsstýrismannin í uttanríkismálum, Jenis av Rana. Tað veit danska uttanríkisráðið at siga í tíðindaskrivi. - [...] at lurta og fyri at samstarva víðari um ítøkilig uppskot. Eg komi fyri at fáa í ljósmála nýggjar møguleikar fyri samstarvi í uttanríkis-og trygdarpolitikkinum, sigur Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri. [...] Arktiskari Strategi, og vit hava brúk fyri einum styrktum, meira tíðarhóskandi og javnsettum samstarvi í ríkisfelagsskapinum. Her eru føroysku sjónarmiðini og áhugamálini ógvuliga týdningarmikil. Hetta er
torført, og kanska eisini um føroyska søgu, sigur hon. Nathan, ið er ættaður úr Onglandi, hevur búð í Føroyum í tvey ár, og hann var eisini við á skeiðinum. Hann heldur, at skeiðið var sera gott, bæði út frá [...] Fyrrakvøldið var hátíðarhald hildið í samband við, at fleiri borgarar hava lokið integratiónsskeiðið, sum Eysturkommuna bjóðar útlendingum búsitandi í kommununi. Hetta er aðru ferð, at skeiðið hevur verið [...] ið er ættað úr Filipsoyggjunum og búsitandi í Leirvík, var ein av luttakarunum, og hon letur sera væl at, tá Eysturkommuna fregnaðist. - Eg havi verið her í næstan trý ár, og eg fekk ótrúliga nógv burtur
Í røðu síni á hátíðarløtuni Inni í Dal í dag segði Brandur Sandoy, fyrrverandi borgarstjóri í Sands kommunu og fyrrverandi løgtingsmaður, at undirsjóvartunnilin er størsti dagur í Sandoyar søgu, nú 94 [...] samfelagsgagnliga loysn upp á, hvussu øll samferðsla í Føroyum verður borin av øllum herðum her á landi, soleiðis at tað kostar tað sama at koma runt í Føroyum - líkamikið, hvørjum heraðshorni fólk koma úr. [...] verða ørskapur. Hann vísti á, at í ringum tíðum varð sagt, at samfelagið hevði ikki ráð, og í góðum tíðum varð sagt, at ein so stór íløga yvirupphitaði búskapin. Men, í politikki er tað soleiðis, at mál
onnur hava hoyrt, serliga um sólarmyrkingina í 1954. Foreldur míni vóru stødd uttanlands um hetta mundið, og sjálvur varð eg borin í heim eitt ár seinri, so í næstu fjølskylduni havi eg av góðum grundum [...] sjaldsamt náttúrufyribrigdi, sum hendan sólarmyrkingin í roynd og veru er. Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, havnarmeistari hjá Runavíkar havn og varaborgarstjóri í Runavíkar kommunu. - Vit síggja stóra áhugan hjá [...] manna her hoyri eg tað sama. Hann sigur, at á Havnarskrivstovuni í Runavík merkja teir so sanniliga eisini til hetta fyribrigdið, nú teir í eina tíð hava fyrireikað seg til at taka ímóti trimum ferðamannaskipum
hondbóltinum í vetur, dugir Pidi ikki at siga nakað um beint nú. Hann hevur í løtuni aðrar ætlanir. Í hesum døgum er hann nevniliga í ferð við at byggja sær egin hús í nýggju útstykkingini í Vestri, ovarlaga [...] fiskavirkinum í Vestmanna. Seinni fekk hann arbeiði í smoltinum, til hann at enda fekk arbeiðið, har hann nú er. Dagliga arbeiðir hann í Vestmanna Timburhandli, sum nú er farin saman við Fjarðahúsum í Kollafirði [...] gerast lættari at trívast í hesum fremmanda landinum. Hann hevði áður spælt hondbólt saman við Daniel Rápa í Rumenien, og hesin var honum til stóra hjálp ta fyrstu tíðina í Føroyum. - Daniel og konan Ioana
Aldur: 35 ár Bústaður: Ættaður úr Runavík, men búsitandi í Tórshavn Útbúgving: Bachelor í religiónsvísund og Master í stjórnmálafrøði Starv: Tíðindamaður í Degi og Viku [...] brillunum, í klædningsjakka og litríkum turriklæð. Hóast hann einans hevur verið at sæð á sjónvarpsskíggjanum í einar fýra mánaðir, so hevur hann fleiri ferðir gjørt vart við seg og síni innsløg í Degi og [...] til. - Eg trívist ikki serliga væl í spotlight´inum, men sum oftast havi eg einki val, tá eg til dømis í einar tvær vikur havi roynt at fingið fatur á høvuðspersóninum í einum máli, men viðkomandi ikki vil
tummilin vónandi í lagi, og so skal eg fáa tað seinasta við í hondbóltinum: Fyrst at vinna FM-heitið saman við hinum í Stjørnuni. Og síðani at fara við lansliðnum til Estlands at luttaka í Women’s Challenge [...] Vestmenningur fóru nýggjan túr undir Føroyum í gjárkvøldið. Tað sjáldsama við hesum túrinum er, at hetta samstundis er fyrstu ferð at Durita er stýrimaður umborð. Í hesum umfarinum verður bert talan um [...] kvinnur stuttleikaðu sær í kavanum. Úrslitið var, at hon breyt sær tummilin. - Ja, hetta var ikki so gott, tí eg varð “sjúkrameldað” í fýra vikur. Eg mátti tí sita á beinkinum í finaluni. Tað var ikki serliga
Watson hevur áður sagt í samrøðu við Sosialin, at hann umhugsar at koma til Føroya, og nú váttar hann sjálvur, at hann fer aftur at seta kós ímóti Føroyum. - Vit gjørdu royndir í Føroyum í summar, og tær eydnaðust [...] Eg havi verið í stríði við japanarar, russarar og normenn, og eg ræðist ikki føroysk løgreglufólk ella donsk hernaðarskip, sigur hann. - Nú er tíðin komin at steðga ræðuleikunum í Føroyum með alla, sigur [...] So vit koma aftur til Føroya næsta ár, og eg ætli mær sjálvur við, sigur Paul Watson við Sosialin í dag. - Okkara fremsta mál verður at ræða grindahvalirnar burtur við ljóðum frá serligum sendarum, sum