Í kvøld verður fundur í Tinganesi millum Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkismálum, og Lars Løkke Rasmussen. Eisini hitta limirnir í Uttanlandsnevndini ráðharrarnar. Í morgin eru virkisvitjanir á [...] harrin eftir fundin í Tinganesi í kvøld klokkan 18. Sambært donsku tíðindastovuni Ritzau, so er hetta aðru ferð, at Lars Løkke Rasmussen vitjar í Føroyum sum uttanríkisráðharri. Í tíðindaskrivi frá danska [...] tættari saman. Eisini tá Kongaríki í mai tekur yvir formansskapin í Arktiska Ráðnum, verður tað týdningarmikið við einum sterkum samstarvi, sigur Lars Løkke Rasmussen í tíðindaskrivinum.
eina, sum ger túrar í løtuni. Hinvegin eru frystilínuskipini fleiri, og í løtuni eru tíggju frystilínuskip til fiskiskap, tey flestu á útlendskum leiðum. Í løtuni fiska fimm línuskip í íslendskum sjógvi [...] eitt fiskar í Eysturgrønlandi. Haraftrat eru fýra frystilínuskip undir Føroyum. - Frystilínuskipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu, og væntandi kemur okkurt frystilínuskip inn at landa í komandi [...] - Í løtuni er eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap, og skipið kemur inn at landa í morgin. Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Skipið hevur mest av hýsu og toski. Tey stóru ísfiskalínuskipini eru
Í kvøld fara Føroyar fyri 250. ferðina á vøllin í altjóða skrásettum landsdysti, síðani Føroyar í 1988 vórðu limir í UEFA og 24. august hetta árið spældu fyrsta altjóða skrásetta landsdystin á útivølli [...] útivølli ímóti Íslandi. Í kvøld hittast Føroyar og Montenegro fyri fyrstu ferð í fótbóltslandsdysti fyri A-landslið. Dysturin verður spældur á Gradski stadion í Niksic. Tá ið Føroyar fyrst í nítiárunum spældu [...] dysturin hjá Tito Jugoslavia var ímóti Føroyum. Tað var 16. oktober í 1991 í Landskrona, at Jugoslavia vann 2-0. Sammett við leygarkvøldið, tá ið Føroyar taptu 2-1 í Kekkia er føroyska liðið broytt eitt
skrivar: - Vikuskiftið 6. – 8. juni verður stórsligin ungdómskapping í hondbólti fyri U17-menn í Føroyum. Talan er um nýggja kapping, í ár fyri aldursbólk 2008 og 2009, sum Hondbóltssamband Føroya skipar [...] Dánialsson, Ajax København Árni Lassen, Neistin Dystarskráin sær soleiðis út: Fríggjadagin 6. juni í Bylgjuni í Runavík Kl. 18.00 Sveis – Týskland Kl. 20.00 Føroyar – Ísland Leygardagin 7. juni Við Tjarnir
týdningi at verja húðina, tá sólin skínur, siga tey í Gigni, sum hava hesi góðu sólráð: * Brúka sólkrem við í minsta lagi faktor 30, tá tú ert í sólini * Ver í skugganum og brúka sólhatt * Best er at lata vera [...] hevur veðrið verið so ómetaliga gott, og eisini her í Føroyum hava vit havt nógva sól. - Nú summarið nærkast, er vanligt, at vit fara meira út - og út í náttúruna - at njóta ljósið og fjálgu strálurnar frá
Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel við 46 stigum fyri 31 dystir. Í kvøld klokkan 19 spæla Hákun og liðfelagarnir í Max Schmelling høllini í Berlin ein sera avgerandi dyst móti Melsungen. Vinnur Füchse Berlin [...] týdning, at Hákun og liðfelagarnir knógva ein sigur í kvøld. Füchse Berlin hevur eina greiða favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum, og her í Føroyum kunnu vit bara krossa fingrar fyri, at tað ber heim [...] Tað er háspenningur í oddinum í týsku bundesliguni. Verandi meistarar, Magdeburg eru fremst við 51 stigum fyri 31 dystir. Liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin er næstfremst við 50 stigum fyri
ssendingina í Útvarpinum í fyrradagin, ja og ein politikari kunngerð, at mest brúkti tónleikari í Føroyum er eitt svín, so hava Kongshavnar Kvinnufelag, Bókasavnið við Løkin og Løkshøll í sambandi við [...] práti við Anniku Hoydal, sum í heyst verður fýrs og hevur livað eitt langt lív við tónleiki. Heitið á tiltakinum er Nú ert tú aldan. Í dag er hon aldan, ið hevur sett spor í sjógvin á føroyska mentanarpallinum [...] mentanarpallinum, hevur verið slóðbrótandi tónleikari og sjónleikari og ein fyrimynd í einari tíð, tá ið ungar føroyskar kvinnur bert tordu at droyma um at ganga aðrar leiðir enn tær siðbundnu. - Vit fagna altjóða
Alt er framvegis opið í EM-undankappingarbólkinum hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti. Fyrr í dag vunnu Føroyar við einum tí besta avrikinum nakrantíð 32-31 á Niðurlondum í Almere frammanfyri nærum [...] nærum 1.000 føroyskum áskoðarum. Í sama bólki vann Ukraina seinni í dag á heimavølli í Litava stórsigur 36-25 á Kosovo. Longu í steðginum var dysturin mest sum avgreiddur. Tá var Ukraina á odda 18-8. Kosovo [...] Kosovo vann annars fyri trimum døgum síðani 31-30 á Ukraina í Prishtina. Ihor Turchenko var toppskjútti hjá Ukraina við 10 málum. Toppskjútti hjá Kosovo við fimm málum var Lulzim Shabani. Okkara møta Kosovo
Tíðindaskriv: Í dag, 12. mai, yvirtaka Grønland, Føroyar og Danmark formansskapin í Arktiska ráðnum. Yvirtøkan fer fram í Tromsø, har norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, letur stafettina víðari [...] formansskapin í Arktiska ráðnum frá 2025-2027. – At leiða Arktiska ráðið komandi tvey árini er ein týdningarmikil uppgáva. Í næstan trý áratíggju hevur Arktiska ráðið staðið sum hornasteinurin í samstarvinum [...] londini. Tí er tað avgerandi, í eini tíð, har altjóða samstarv er undir trýsti, at vit varðveita og styrkja virkisførið í ráðnum. Føroyski næstformanssessurin gevur somuleiðis Føroyum eitt gylt høvi at varpa
Hálvleikur er í U21 HM-millumbólki 3 í Katowice í Póllandi. Frakland er á odda 17-16 móti Føroyum. Frakland var eitt skiftið á odda við fýra málum, 9-5. Tá tóku føroysku venjararnir leikbrá, og tað hjálpti [...] fingu fatur á fraklendingum eftir, men mistu tíverri bóltin í seinasta føroyska álopinum undan steðginum. Fraklendingar eru ikki mjúkir at strúka í verjuni, so hetta er ein harður dystur hjá okkara monnum [...] Sterki franski verjuleikarin og liðskiparin, Mouhamadou Sidibe fekk reyða kortið fyri at koyra hondina í andlitið á Trúgva Hávardssyni. Tað gevur vónir um, at franska verjan verður nakað veikari tað sum er