Ukraina vann stórsigur á Kosovo í okkara EM-bólki

Niðurlond duttu nú niður á triðja plássið

Alt er framvegis opið í EM-undankappingarbólkinum hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti.

 

Fyrr í dag vunnu Føroyar við einum tí besta avrikinum nakrantíð 32-31 á Niðurlondum í Almere frammanfyri nærum 1.000 føroyskum áskoðarum.

 

Í sama bólki vann Ukraina seinni í dag á heimavølli í Litava stórsigur 36-25 á Kosovo. Longu í steðginum var dysturin mest sum avgreiddur. Tá var Ukraina á odda 18-8. Kosovo vann annars fyri trimum døgum síðani 31-30 á Ukraina í Prishtina.

 

Ihor Turchenko var toppskjútti hjá Ukraina við 10 málum. Toppskjútti hjá Kosovo við fimm málum var Lulzim Shabani.

 

Okkara møta Kosovo á útivølli 8. mai. Kosovo hava fingið bank móti Ukraina og Føroyum á útivølli, men hava á heimavølli leikt javnt móti Niðurlondum, og hava vunnið tepurt á Ukraina.

 

Støðan:

 

1. FØROYAR4 dystir211128 : 11995 stig
2. Ukraina4202140 : 128124
3. Niðurlond4121136 : 13604
4. Kosovo4112110 : 131-213