Løkke og Høgni tosa um tættari samstarv í ríkisfelagsskapinum

Seinnapartin kemur danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen á vitjan í Føroyum

Í kvøld verður fundur í Tinganesi millum Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkismálum, og Lars Løkke Rasmussen. Eisini hitta limirnir í Uttanlandsnevndini ráðharrarnar.

 

Í morgin eru virkisvitjanir á skrá, og um kvøldið eru ráðharrarnir bodnir til upplatingarkonsert við Tjarnir.

 

Fjølmiðlarnir fáa høvi at hitta uttanríkisráðharrin eftir fundin í Tinganesi í kvøld klokkan 18.

 

Sambært donsku tíðindastovuni Ritzau, so er hetta aðru ferð, at Lars Løkke Rasmussen vitjar í Føroyum sum uttanríkisráðharri.

 

Í tíðindaskrivi frá danska uttanríkisráðnum verður eisini sagt, at ovast á dagsskránni til fundin við Høgna Hoydal er »eitt enn tættari samstarv í ríkisfelagsskapinum«.

 

– Eg tosi loypandi við føroyska starvsfelaga mín og gleði meg til at halda fram vði samrøðuni í Havn. Tað er ein týdningarmikil raðfesting fyri stjórnina at styrkja samstarvið í ríkisfelagsskapinum – ikki minst á uttanríkis- og trygdarpolitiska økinum. Vit eru í einum nýggjum geopolitiskum veruleika, sum økir tørvin á, at vit rykkja enn tættari saman. Eisini tá Kongaríki í mai tekur yvir formansskapin í Arktiska Ráðnum, verður tað týdningarmikið við einum sterkum samstarvi, sigur Lars Løkke Rasmussen í tíðindaskrivinum.