onga løtu í, at tey, sum vóru eftir har suðuri, høvdu borið skjótt at, um vit høvdu vunnið, ella um B36 ikki hevði fingið stig, og so hevði móttøkan verið tann, sum sømir seg fyri FM vinnarum. Nú skal FM [...] in í huga, so eigur tað at eydnast. Eydnast tað ikki sunnudagin, so kann Havnar Bóltfelag gott pakka saman, men sjálvandi fer tað at eydnast, sannførdi HB formaðurin seg sjálvan og onnur um. Kropsbygnaðurin [...] ov langt aftur á vøllin í 2. hálvleiki, og so fáa vit ikki samanspælið í lag, sum akkurát í sovorðnum støðum sum fram móti endanum í dag er av so stórum týdningi. Tað eru tey, sum siga, at hetta er soleiðis
hevur verið um stóran framburð í landskappini hesi fimm árini, eg havi fylgt við, og tað gongur framvegis rætta vegin. Men eg eri onga løtu í iva um, at støðið heilt skjótt hevði hækkað nógv, um bestu liðini [...] Bosnia-Hersegovina fekk landsliðsboð. Men hugsar tú ikki um tað, tá tú sært tvey av oddaliðunum spæla og so fáir landsliðsspælarar eru á vøllinum? ? Eg havi so ofta sagt, at tað er neyðugt at halda seg til eitt [...] hvussu tað so líðandi kann styrkjast um liðið, og tað haldi eg framvegis. At tað vóru nógvir góðir spælarar á vøllinum í dag, sigur mær, at breiddin er í lagi. Og eg fegnist sjálvandi um, at t.d. John
an skal hava so stóran áhuga í, um Bill Clinton skal hava fríggjað uttanum, um hann hevur verið konuni trúgvur - ella um hann hevur logið fyri konuni og fyri amerikonsku tjóðini annars um seksuella tørv [...] sín. Havandi í huga allar teir ræðuleikar, sum fara fram í heiminum - og í amerikanska samfelagnum, so kunnu vit ikki siga annað, enn at talan er um eitt sjúkt samfelag, sum fullkomiliga er farið av leið [...] og í Sudan. Um hetta málið kundi fingið amerikanska forsetan at ridla í stólinum, so kundu vit skilt tað. Men at persónligi seksuelli tørvur hansara skal gera tað, tað er óskiljandi. Nú um dagarnar frættist
Bergur Winther, fór ígjøgnum og legði innfyri, og har toygdi unglingaspælarin Jan Nónklett seg fram og stútaði inn um Dánjal Bærentsen í B36 málinum, sum hevði hondina á. Fyrsta korterið í seinna umfarinum vóru [...] minuttir vóru farnir, javnaðu teir. Bólturin varð stungin av miðjuni og fram ímillum í vinstru, og Gunnar Nielsen potaði framvið málverjanum. So var spennandi og javnt eina løtu, men eftir at NSÍ var komið framum [...] málverjanum, Páll Didriksen fór millum miðverjarnar og lyfti uppum málverjan. So noyddist B36 at flyta fólkið longri fram, men teir spældu seg ikki til nógvar møguleikar. Í staðin fekk NSÍ fleiri kont
at hava trý fólk knýtt at sær um vetrarnar, meðan tey verða fimm í tali um summarið. Drúgvar royndir í vinnuni Tað er ikki uttan orsøk, at Oda Andreasen hevur fingið eitt so avbjóðandi og týðandi starv í [...] munandi størri avbjóðing, sum hon sær fram til við spenningi. Stórt ferðaøki Umráðið, har Oda skal búleikast, er eitt av teimum mest vitjaðu ferðastøðunum í Danmark. Um árið hevur økið einar 750.000 gistingar [...] liggur jú á jútsku vesturstrondini, og er hetta økið sera vælumtókt fyri sínar góðu strendur. Hetta ger so eisini tað, at ein sera stórur partur av teimum ferðafólkum, sum vitja økið, vitja í summarmánaðunum
og álvara, og vóru flest øll á einum máli um, at hetta var eitt framúr væleydnað tiltak. Sum eitt av høvuðevnunum kann nevnast fyrilesturin hjá Jóannes Dalgård um fakfelagsrørsluna við serligum tilknýti [...] 6% í framgongd til seinasta val, og seinasta veljarakanningin gevur okkum aftur 0,5%, so vit eru farnir eini 7% fram. Hetta mugu vit siga er gott, men vit eiga ikki at seta okkum uppafturá, men halda áfram [...] Løgtingi, og at tað í ár eru 100 ár síðani, at Petur Mohr Dam var føddur. Umframt hóp av stevnuluttakarum, so vóru gestir komnir úr bæði Svøríki og Danmark. Leif Häg frá svenska LO og Svend Auken, orku- og um
Samstundis hava teir lættari við at traðka fram uttan at teir hava nakran serligan førleika. Konufólk skulu hava nógv størri førleika enn menn áðrenn tær traðka fram, og í so máta er sjálvsálitið hjá monnum nógv [...] albogar at koma framat, tá ið tað stendur illa til. So tað er í grundini rættiliga spell, at konufólk ikki fingu eitt herðaklapp fyri at stíga fram, tá ið so illa stóð til búskaparliga. Javnstøða og sjálvstýri [...] ítrótt, men í bløðunum eru so at siga ongar myndir av konufólki, sigur Anita á Fríðriksmørk. Tilvit á øllum økjum Í vár høvdu norðurlendsku javnstøðunevndirnar fund í Føroyum, nú um vikuskiftið var norðurlendsk
minuttirnar við 10 monnum. Hóast HB nú var ein mann minni, so komu teir so líðandi meira við í dystin. Hetta gav eisini úrslit, tá ið farið var um tann hálva tíman. Eftir gott uppspæl frá Eyðuni Højgaard [...] royndina hjá GÍ-aranum, sum var sloppin um verjuna hjá HB. Nærum 20 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá ið GÍ økti um leiðsluna. Ein bóltur var spældur inn um HB-verjuna til Súna Olsen, og 1. de [...] staddur beint inni undir GÍ-málinum, men tíverri fyri teir reyð/svørtu, so lá bólturin til kalda høgra beinið hjá Pæturi, og so kundi GÍ fara í skjótt mótálop. Hetta endaði við, at ein GÍ-áleypari slapp
spæla um uppflyting úr 3. deild, samstundis sum ÍF í 1. deild skal spæla um rættin at halda fram í deildini. Verður endin soleiðis, so fer endaspælið um eitt pláss í 2. deild at bíða til endaspælið um eitt [...] og ÍF hevur málmunin pluss sjey. ÍF hevur skorað fleiri mál, so um tað fer at standa á jøvnum í stigum og málmuni seinnapartin leygardagin, so verður ÍF betri fyri. B68 tykist á pappírinum at hava lættaru [...] metingar um møguleikarnar hjá B68 og ÍF. GÍ fær vitjan av B36, sum bara hevur æruna at spæla fyri. Teir skifta nógv fólk mest sum hvørja ferð, men út frá tí, sum farið er fram higartil í ár, so áttu gøtumenn
, soleiðis sum vit kenna tað. Tí er tað heldur ikki so løgið, at føroyski Javnaðarflokkurin er so varin, nú tað í Føroyum er vorðið »in« at tosa um loysing. Ein Javnaðarflokkur skal hava fremst í huga [...] hansara halda fram - hesaferð ikki einsamallir, men við stuðli frá hinum vinstraflokkinum, Vänsterpartiet, sum er fyrrverandi kommunistaflokkurin. Valgranskarar tykjast vera á einum máli um, at orsøkin til [...] sum borgan fyri. Tað er einki yvir at dylja, at norðanlondini eru fyrimyndin í øllum heiminum, tá tað um vælferðarsamfelagið ræður. Og tað er heldur einki yvir at dylja, at tað eru norðurlendsku Javnaðar