Tann 1. November fer Oda Andreasen úr Havn í eitt nýtt starv. Oda skal verða ferðavinnustjóri í Løkken/Vrå kommune í Norður-Jútlandi.
Oda starvast í løtuni hjá nøkrum, sum nevnist Randers Regnskov. Hon sigur við Sosialin, at hetta er eisini eitt rættiliga gott starv, men starvið sum ferðavinnustjóri í Løkken á jútsku vesturstrondini er ein munandi størri avbjóðing, sum hon sær fram til við spenningi.
Stórt ferðaøki
Umráðið, har Oda skal búleikast, er eitt av teimum mest vitjaðu ferðastøðunum í Danmark. Um árið hevur økið einar 750.000 gistingar av ymsum slag. Tað mesta av hesum er tó ferðafólk, sum koma í baðifrítíð. Løkken liggur jú á jútsku vesturstrondini, og er hetta økið sera vælumtókt fyri sínar góðu strendur. Hetta ger so eisini tað, at ein sera stórur partur av teimum ferðafólkum, sum vitja økið, vitja í summarmánaðunum, tað vil siga juni, juli og august.
Økið hevur nógv tjaldingarpláss, sum serliga danir vitja, men eisini eru nógv frítíðarhús, sum verða leigað út til fyrst og fremst týskarar.
Oda sigur, at eitt tað fyrsta, sum hon fer undir, tá ið hon byrjar í nýggja starvinum, verður at fáa ferðafólk at koma til Løkken allar 12 mánaðarnar á árinum.
Unga havnarkvinnan hevur ætlanir um at skipa fyri sokallaðum mentunaruppihaldum, har ferðafólk vitja tey mentunarligu virðir og tiltøk, sum økið hevur at bjóða, í staðin fyri eitt nú bert strendurnar.
Í starvi sínum sum ferðavinnustjóri í Løkken, kemur Od ¡a Andreasen at hava trý fólk knýtt at sær um vetrarnar, meðan tey verða fimm í tali um summarið.
Drúgvar royndir
í vinnuni
Tað er ikki uttan orsøk, at Oda Andreasen hevur fingið eitt so avbjóðandi og týðandi starv í norðurjútsku ferðavinnuni.
Oda hevur í mong ár starvast í ferðavinnuni. Fyrst starvaðist hon á ferðaskrivstovuni hjá Smyril Line í Havn, áðrenn hon fór í læru á Ferðaráði Føroya. Lærutíðin á ferðaráðnum innibar eisini nógva skúlagongd á Turistakademiet í Randers. Eftir lokna lærutíð arbeiddi
Oda eitt skifti á Ferðaráði Føroya, áðrenn hon fór at starvast hjá Randers Regnskov. Nú gongur leiðin so longur norður í Jútlandi, har Oda fer at fáa sína størstu avbjóðing higartil.