bar soleiðis á, at eg í sambandi við eina kanning á Landssjúkrahúsinum fekk meningitis og kom at liggja leingi á sjúkrahúsinum og slapp tí ikki til Lund, og varð tí promoveraður uttan at vera har. Tey trý [...] fóru tey yngru í barrina ella at dansa, har dansur var í AF-Borgini, men tá var møði komin á teir flestu jubildoktararnar og teirra makar. Ásannast má, at tað er munur á at vera 30 og um 90 ára gamal! [...] doktararitgerð og fingu doktaraheitið. Nú 50 ár aftaná hevur Lunds Universitet sýnt mær tann stóra heiður at kreera meg til jubildoktara, og hesa ferð fekk eg lavrberjakransin á høvdið fyri fyrstu ferð. Við mínum
Klaksvík. Tað ber við sær, at HB hevur vunnið seg upp á 61 stig, og at HB er sekstan stig frammanfyri KÍ, sum er næstfremst. HB hevur vunnið FM fyri 23. ferð, og HB hevur fýra dystir at taka stigametið. B36 [...] metið við 67 stigum. Um tað eydnast HB at vinna fleiri enn seks stig tilsaman á útivølli ímóti EB/Streymi og Skála, og í Gundadali ímóti B36 og Víkingi, so fer HB at seta met í stigum. Í kvøld hevur B36 [...] sum Benjamin Heinesen skoraði. Tá ið eitt korter var farið, og støðan var 3-0, sá tað út til, at talan fór um at vera stóran heimasigur. Michal Przybylski økti til 4-0, men so minkaði fyrrverandi B36 spælarin
útgangsstøði at byggja á orku frá Brennistøðini og Sundsverkinum, hugsa tey í Fjarhitafelagnum eisini longur enn til verandi gagnnýttar orkukeldur, og sum tíðin gongur, verður eisini miðjað eftir bæði at fáa vindorku [...] - Vit fegnast um, at talið av brúkarum støðugt hevur verið veksandi seinnu árini. Fyri 10 árum síðan vóru stívliga 700 brúkarar í skipanini, men í dag er talið 1100. Hetta merkir, at tað í dag eru 1100 [...] Úti í Stiðjagøtu 6 í Havn hevur Fjarhitafelagið sínar skrivstovur, og tað er haðani, at virksemið hjá felagnum, sum Tórshavnar kommuna og SEV eiga í felag, verður rikið. Stjóri í felagnum er Hans Christian
yndar tað, hann ella hon fæst við. Vit kunnu siga, at Jeffrei tók sær ikki stundir at taka ta stóru akademisku útbúgvingina, sum hann hevði evnir at taka í eini handarvending, men hann tók tó exam.art [...] bachelorur, meistari, ph.d., ella doktari í málfrøði – hevði runnið til hugs, at nevnt Jeffrei amatør í neiligari merking, tí øll ásanna, at helst var eingin á hesum granskingarøkinum, sum hevði so holla vitan [...] læraraskúlanæmingum lýsandi fyrimynd - tá í 1968 - fer minnið um Jeffrei at standa sum ein óvikandi klettur, tá ið kemur til at lýsa skúlaskap og serliga móðurmálsundirvísing her á landi. Vit lýsa frið
hava eina gula heildarkenslu, tó at tey eru fleirlitt. Gult er ljóssterkasti liturin av grundlitunum. Sambært Wassili Kandinsky hevur ein gulur rundingur lyndi til at ota seg frá miðjuni út móti áskoðaranum [...] í ár, og eru dømi um, at gult sanniliga eisini er ein andaligur litur. Á gulari grund hevur listamaðurin teknað ymisk spirituel symbol og geometriskar figuratiónir, men uttan at hesar á nakran hátt sýnast [...] enn er óvist hvussu gular myndirnar blíva, men eftir ætlan verða tey spildurnýggju prentini at síggjast at síggja á verkstaðnum uppiá. Framsýningin við gulum grafikki letur upp í Steinprenti fríggjadagin
einari hond hjá einum fólki, sum er við at drukna. Fingrarnir hjá Mario Irarázabal er eitt tað mest vitjaða einstaka ferðamálið í Uruguay. Serliga børn og ung vísa seg at verða hugtikin av hesum listarverkinum [...] talan um bilar, sum vóru framleiddir áðrenn seinna heimsbardaga. Kundi ikki lata verða við at hugsa tankan, at Maggi og Eirikur høvdu ikki verið til fáa avstað aftur, um teir høvdu gingið í gøtunum í Colonia [...] sum eitur Punta del Este. Um ein skal samanbera við nakað vit kenna úr Evropa, so ikki ov nógv sagt, at Punta del Este er Monako x 2 aftaná ársskiftið á hvørjum ári. Tað er ikki trýst á Punta del Este alt
meðan Birgir fór til Danmarkar at lesa. Systkini løgdu orki í, at vit eftirkomar skuldu kenna beinagrindina. Tey funnu saman, tá høvi beyðst. Millum onnur teimum at takka, gjørdist samankoman Thorsvig [...] lutfalsligum ungum árðum. Hon upplivdi eisini at missa mann og son, áðrenn hon sjálv fór um sýnina. At missa mammu, og síðani lívsfelagaða er hart, at missa sonin (“Gaga” 1952 – 2006) kendist henni óyva [...] tørvar tær eitthvørt at halda fast í. Tár geva tær henda linna. Hanna fór um sýnina 89 ára gomul. Hennara tíð var komin. Vit gráta tí vit hava mist hana. Vit elskaðu hana, og vita, at vit fáa hana ikki aftur
ivaðust ikki í, at hann fór at gerast kokkur og hotelmaður. Men Johannes valdi í fyrsta umfari aðra leið við matvørum. Hann starvasðist sum sølumaður á Føroya Fiskasølu og fór til Onglands at nema sær MBA [...] strategiir, sum verða framdar og uttan iva fara at gera skarvslop í at menna ferðavinnuna í Føroyum. Tey, sum hava starvast saman við Johannesi, vita, at hann er visjonerur, nýskapandi og vil støðugt lyfta [...] í Hoyvík um tey fimmti. Johannes er stjóri á Hotel Føroyar-samtakinum, og hevur staðið á odda fyri at fremja eina sanna kollvelting í hotel- og matstovuvinnuni og í ferðavinnuni seinastu 10 árini. Hartil
var, at nú ráddi um ikki at slaka í komandi dystum móti veikari mótstøðuliðum. Men í dag spøkti gamla syndin aftur hjá føroyameistarunum. Uttan at manna seg við øllum sínum bestu telvarum stóð á at vinna [...] er hjá FM-manningini at undirmeta uppgávuna, tí í fleiri av undanfarnu dystunum innanhýsis millum liðini hjá Havnar Telvingarfelag í fremstu deildini, hevur gingið javnt á, tó at A-liðið, sum vera man [...] 10½ Runavík 6 Triðja deild í tvíningum Nýggj skipan í 3. deild ber í sær, at tey tólv liðini eru flokkað í tvær deildir eftir at innleiðandi kappingin fyri ársskiftið er avgreidd. Fremru liðini eru komin
øgiligt málverjukiks. NSÍ var frammanfyri 4-0, tá ið ein tími var farin, og tað lá í luftini, at talan kundi fara at verða um eitt álvarsligt skrædl. Men so gjørdi NSÍ málverjin stórt mistak. B36 minkaði um [...] eydnaðist ikki at fáa sannan spenning í. Sentrali NSÍ miðvøllurin stóð seg betri í kvøld, enn hann ofta fyrr í ár hevur gjørt ímóti fremstu liðunum. Jespar Christjansen vísti seg aftur í kvøld at vera góður [...] góður fongur. Og so var tað stór styrki, at NSÍ venjarin loksins hevði funnið fram til, at Rógvi Egilstoft er bæði stríðsmaður og ferðmikil og góður fótbóltsspælari, sum ger størri nyttu á miðvøllinum enn