(Á ferð í Uruguay 2. partur)
Hóast Uruguay við sínum 176.215 ferkilometrum er eitt stórt land samanborið við Danmark, so er talan um eitt ógvuliga lítið land í Suðuramerika, samanborið við hini londini, ikki minst tey risastóru grannalondini, Brasil og Argentina. Men landið, sum ikki smæðist burtur á altjóða pallinum, tá um úrslit í altjóða fótbólti ræður, smæðist heldur ikki burtur, tá talan er um áhugaverd ferðamál.
Suðuramerikanska “Monako”
Í tí eystara partinum av Uruguay liggur ein marglætisbýur, sum eitur Punta del Este. Um ein skal samanbera við nakað vit kenna úr Evropa, so ikki ov nógv sagt, at Punta del Este er Monako x 2 aftaná ársskiftið á hvørjum ári. Tað er ikki trýst á Punta del Este alt árið, men serliga í januar og februar, tá tað er summar á sunnaru heimshálvu. Tá ferðast ríkfólk og kend fólk innan sjónvarp, film, tónleik, ítrótt, vinnulív og onnur kend suðuramerikonsk fólk og ríkfólk annars til Punta del Este. Serliga í januar er ein marglætisveitsla fyri, og onnur eftir á skránni. Kendastu sangararnir, tónleikararnir, og DJ-mennirnir í Suðuramerika framføra fyri okursprísur, og ørskapurin heldur á líka til út í mars mánað. Annars er rættiliga friðaligt í vetrarhálvuni, tá er normala fólkatalið 9.500 fólk. Í januar og februar eru langt yvir 100.000 fólk í Punta del Este. Marglætisíbúðir, marglætishús, marglætisbátar, og háhús síggjast kring allan býin.
Fingrarnir á Brava strondini
Sum tað sømir seg einum marglætisbýi, so eru stórar baðistrendur í Punta del Este. Á Brava-strondini í Punta del Este liggur uttan iva eitt hitt kendasta listarverkið í Suðuramerika. Nevnliga “Monumento del Ahogado” , sum merkir “Minnisvarðin fyri teimum druknaðu”. Tað er kilenski listarmaðurin, Mario Irarázabal, sum gjørdi listarverkið á sumri í 1982. Vakra listarverkið vísir fimm fingrar á einari hond hjá einum fólki, sum er við at drukna. Fingrarnir hjá Mario Irarázabal er eitt tað mest vitjaða einstaka ferðamálið í Uruguay. Serliga børn og ung vísa seg at verða hugtikin av hesum listarverkinum. Á tí einu myndini sæst undirritaði saman við Ivani Eginssyni Eysturland, sum er vanur við dugnaligar listarmenn í heimbýnum, Klaksvík frammanfyri hesar tiltiknu fingrarnar. Vit ótu eisini væl í Punta del Este. Tað er einki galið við laksinum úr Kili. Blíðu tænararnir á uttandura matstovuni kundu bara ikki vita, at vit vóru vanir við laks frá Hiddenfjord, Bakkafrost og Marine Harvest. Men kilinski laksurin var avgjørt millum teir næstbestu eg havi roynt.
Gamal býur við gomlum bilum
Fyri søguhugaðar menn, sum meg og Ivan var tað tó ein størri uppliving at vitja tann vakra, idyliska og søguríka staðin, Colonia del Sacramento, sum liggur í tí vestara partinum av Uruguay. Ferjur sigla javnt og samt úr Colonia del Sacramento til argentinska høvuðsstaðin, Buenos Aires. Vit kundu eisini hendan vakra mánadagin 14. november síggja tey størstu háhúsini í Buenos Aires daga undan í havsbrúnni, ella í hesum førinum er óivað rættari at siga: “í vatnsbrúnni”, tí vakri býurin liggur við Rio de la Plata.
Grundaður í 1680
Colonia del Sacramento varð grundaður av portugisum í 1680. Í teimum aldargomlu stríðunum, sum vóru millum Portugal og Spania skifti býurin eigara fleiri ferðir. Søguliga yvirlitið vísir, at býurin hevur fimm ferðir verið ogn hjá Portugal. Fýra ferðir hevur býurin verið ogn hjá Spania, og á einum sinni ogn hjá Brasil. Í 1828 gjørdist býurin tó ogn hjá tí nýstovnaða lýðveldinum, Uruguay, og hevur havt sín rætta eigara hesi farnu 186 árini.
Maggi og Eirikur manglaðu
Tað var ikki frítt, at mínir tankar hendan dagin leitaðu til Miðlahúsið, og til starvsfelagan, Magnus “Maggi” Gunnarsson, og til blaðstjóran, Eirik Lindenskov. Tí gott og væl triði ella fjórði hvør bilur í Colonia del Sacramento var ein áhugaverdur veteranbilur, og í flestu førum varð talan um bilar, sum vóru framleiddir áðrenn seinna heimsbardaga. Kundi ikki lata verða við at hugsa tankan, at Maggi og Eirikur høvdu ikki verið til fáa avstað aftur, um teir høvdu gingið í gøtunum í Colonia del Sacramento. Í Colonia del Sacramento eru eisini áhugaverdar matstovur. Matstovan “El Drugstore” var ein fín uppliving. “El Drugstore” hevur prýtt síni høli við søguligum myndum úr bæði Uruguay, og søguligum myndum úr øllum heiminum. Í “El Drugstore” eru eisini plakatir og lýsingar úr farnum døgum.