skuldi prøva hetta. Hvat gert tú? Møti kl. 8.00. Fóðri og gevi hestunum vatn. Strigli og til seinast sópi eg. Næstan hvønn dag koma nøkur menningartarnað og ríða, tá leiði eg hestarnar runt. Eisini ríði eg sjálv [...] Bústaður: Skopun og Rituvík. Starvsvenjingarstað: Svimjihylurin í Havn. Hví valdi tú hetta staðið? Tí tað ljóðaði sera áhugavert og spennandi. Hvat gert tú ? Eg vaski svimjuhylarnar, og ansi eftir øðrum [...] tey svimja. Og sjálvandi svimji eg sjálvur, 4 tímar hvønn dag. Var hetta tað 1. ynski ? Ja. Hvar hevði tú farið um tú ikki slapst her ? Eg hevði valt Tjaldri sum næsta ynski og Vaktar- og Bjargingartænastuna
vit eitt nú frá jákupskelini (Shell) og tríhyrntu stjørnuni (Mercedes-Benz). Av merkjum við bókstavum í búmerkinum hava vit eitt nú IBM og SONY millum kendastu og mest virdu. At náa slíka viðurkenning [...] hjá BMW - og eisini tykist vera í ætt við Toyota Avensis við eleganta kílaformaða sniðinum, so er Lexus sín egni. Lyktir og designið sum heild bera brá av, at talan er um ein klassiskan bil. Og letur tú [...] uppstrammaðan undirvogn og 17" felgur, meðan hin hevur 16" felgur. Tillagar sjálvur bremsu- og motortrýst Fyri at bøta um trygdina hevur hann sum standardútgerð traction control og snow mode. Við hesum ber
handli til ítrótt og mentan, sýnist samstarvsavtalan, sum Leivur Hansen, borgarstjóri og Margareth Smith, borgarstjóri undirskrivaðu fyrst og fremst sprottin úr tí útviklingi, sum er og verður á oljuøkinum [...] vinnulívi og handli bæði á okkara heimamarknaði, men eisini uttanlands, har møguleikar eru at samskifta innan privata og almenna økið, og har vit hava felags áhugamál. Harumframt vilja vit menna og víðka um [...] báðar býirnar, og legði hon serligan dent á avtalurnar um sjóvegis rutusamstarvið millum Tórshavn og Aberdeen. Leivur Hansen, borgarstjóri vísti á nógvar ótroyttar møguleikar fyri samstarvi og segði, at m
Petur í Grund, at fyrst í nítiárunum bleiv arbeiði við at dagføra kirkjulóggávurnar sett í verk. Stórt arbeiði bleiv lagt í at nútímansgera lóggávuna, og vóru nógv fólk í politisku og kirkjuligu umsitingini [...] samtykt hesum viðvíkjandi, og 28. januar 1998 staðfesti løgmaður hesi ríkislógartilmæli við tilmæli um at seta kirkjulógirnar í gildi 1. januar 1999. ? 1. januar 1999 upprann, og einki røktist fyri, at l [...] fekk 1. viðgerð 2. mars 1999, og fekk landsstýrismaðurin tá greitt at vita, hvat Løgtingið helt um hetta mál. 13. apríl 1999 fekk uppskot landsstýrismansins 2. viðgerð og fall, sostatt var almenna føroyska
trimum árum, og nam við umstríddar námsfrøðiligar hugsanir. Fyrri partur var í blaðnum seinasta leygardag. Tíðin rann, og Egelund gjørdist meira og meira upptikin á læraraháskúlanum, og minni og minni á Muk-Air [...] fráskildur maður, og saman eiga hann og fyrrverandi konan 25 ára gamlan son, og 22 ára gamla dóttur. Tá børnini fluttu heimanífrá, valdu hjúnini Egelund at fara hvør til sítt. ? Tað var ótespiligt og harmiligt [...] halla, kann telja sær yvirtímarnar upp til millum 1.000 og 1.500. ? Men eg noyðist at flúgva eisini, og tað vita og skilja tey á læraraháskúlanum. Og tað bilar valla, tí eg veit eisini, at fólk eru nøgd við
visjón um eitt stað, har Noreg, Ísland, Grønland, Føroya og Danmark kunnu møtast í fortíð, nútíð og framtíð, og har gransking, undirvísing, vinna og mentan kunnu gerast innihaldið í einum livandi umhvørvi [...] ruðuleika av lívi og handli, sum er farin fram har. Sjálvt pakkhúsið er væl hildið við líka takkað verið góða viðinum og byggisiðinum, sum var tá. Tað hevur staðið tómt síðani fyrst í áttati árunum, tá [...] til. Hann og onnur navnframin fólk við fyrrverandi íslendska forsetanum Vígdis Finnbogadóttir á odda, hava nevniliga í umbúna at gera ein norðuratlantiskan miðdepil fyri mentan, gransking og vinnu. Miðdepilin
Men meðan eg svam út eftir hugdi eg upp í himmalin og segði við Harran, at nú stuðlar tú okkum í hesum, og tað gav mær dirvi at halda fram, sigur Høgni og leggur afturat, at frá teimum, sum stóðu á landi [...] tosaði við okkum allan vegin inneftir. ? Hann segði takk fyri, fyrst vit kendu við hann, og hann segði okkum hvussu hann æt, hvussu gamal hann er og hvar hann býr, sigur Høgni, sum er týðuliga bilsin av, hvussu [...] um hjálp alla tíðina, og hann rópti so hjartaskerandi, at eg hevði ongantíð fyrigivið mær sjálvum, um eg ikki fór út eftir honum. Sjónin hevði staðið fyri mær altíð, sigur Høgni og hyggur út í fjørðin.
endamálið. ? Gengransking fór longu tá og fer framvegis fram í Føroyum. Men tær almennu Føroyar eiga ikki sín lut í hesum, sigur Helena Dam á Neystabø. Einki samband Og í drúgva svarinum til teir mongu sp [...] einki samband verið ímillum almennu Føroyar og íslendskar myndugleikar um gengransking. ? Landsstýrismanninum kunnugt hevur samband verið ímillum føroyskar og íslendskar granskarar viðvíkjandi møguligum [...] hetta er, men er vitandi um, at hetta kemur fyri. Og víðari sigur Helena Dam á Neystabø, at hetta er óheppið, tí á henda hátt fær føroyska heilsuverkið og harvið føroyska samfelagið ongan ágóða av hesi gransking
arbeiða við fótbóltinum í Runavík, og at tað kemur at merkjast allan vegin niðureftir í deildunum. Og tað er nakað vit leggja stóran dent á her, at tað eru fyrst og fremst leikarar, ið eru uppvaksnir í felagnum [...] hesir ikki fara til onnur feløg. Fáa eitt gott og varandi fíggjarligt grundarlag, og at betra um umstøðurnar til at røkja tey umleið 220 børnini frá 14 árum og yngri, sum luttaka í fótbóltshøpi í felagnum [...] num, meðan vinnufyritøkurnar og tey privatu eiga restina. Tað heila skal so koyra við rakstarpeningi, har vinnufyritøkurnar og tey privatu gjalda eitt fast gjald, eins og smápartafelagið kemur at ráða
gjalda ein part av sjúkradagpeninginum, ber væl til at atkvøða um hetta aftaná. Tey halda, at tað fyrst og fremst eigur at verða hugsað um at taka karensdagarnar fyri tey tímaløntu av. Víst verður í hesum sambandi [...] sambandi á, at tað er ábyrgdin hjá politikkarunum at syrgja fyri, at allir løntakarar, bæði fastløntir og tímaløntir verða settir líka fyri lógini. »Sjeymannabólkurin« leggur dent á, at sáttmálaskipanin ikki [...] ein sáttmálaspurningur, sum fleiri av landsins kosnu fólkum hava verið inni á, men ein Løgtingslóg, og eigur hon framhaldandi at vera tað.