koronasmittaðum í Føroyum. Hóast næstan 9 prosent av øllum føroyingum eru kannaðir fyri koronasmittu, er ongin ivi um, at tað eru onnur, sum bera smittuna, uttan at vita tað, skrivar Nótaskip í tíðindaskrivi [...] Hesin kunnleiki ger heilsuverkið betur ført fyri í framtíðini at leggja fyribyrgingina av smittuni til rættis. Limir í Felagnum Nótaskip eru feløgini í teimum trimum samtøkunum: Varðanum, Palla hjá Mariannu
Í dag vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at øll ísfiskalínuskipini eru til fiskiskap. Eitt fiskar í íslendskum sjógvi, og øll hini fiska undir Føroyum. - Flestu línuskip eru nýliga byrjaði túr. Tískil [...] Tískil er væntandi, at eini tvey ella trý koma inn at landa í vikuni sum kemur, og hini koma so helst í vikuni eftir. Lagt verður aftrat, at ísfiskalínuskipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu [...] fiskiskap. - Streymurin verður góður, og veðrið verður gott. Tíski er væntandi, at nakað verður av útróðri í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Nú ber til hjá granskingarstovnum í Føroyum, Grønlandi og Danmark at søkja um stuðul til havgransking í Norðuratlantshavi, skrivar gransking.fo. Danska stjórnin hevur sett umleið 25,5 mió. kr. av næstu [...] næstu fýra árini til gransking av havumhvørvinum í Norðuratlantshavi við serligum atliti til broytingar í veðurlagnum. Størsti parturin skal lýsast leysur at søkja til granskingarverkætlanir. Ein minni partur [...] granskingarskránna. Ráðið lýsir nú eftir umsóknum til fyrsta part av skránni, 4 mió. kr., ið eru tøkar í ár. Les meira á: https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/studul-til-havgransking-leysur-at-sokja/
3000 vaksnir føroyingar tóku lut. Kanningin vísir eitt nú, at tey har suðuri í Føroyum eta oftast grind. 31 prosent av fólkunum í Suðuroy og Sandoy siga, at tey eta grind »hvørja viku til 1-3 ferðir um mánaðin« [...] sama, og síðani koma tey í Streymoynni (undantikið Tórshavn). Bert 6 prosent av fólkinum í Havn eta grind »hvørja viku til 1-3 ferðir um mánaðin«. Næstan 40 prosent av fólkinum í høvuðsstaðnum siga, at tey
seinnapartin í dag. Klokkan 15.10 kappast Tunnil.fo og bókhaldið hjá SEV. Klokkan 15.30 kappast prestarnir í Føroyum móti Betri Pensjón. 28 fyritøkur/arbeiðspláss kappast í Firmakappingini hjá FM1 í vetur. Vinnandi [...] Vinnandi fyritøkan og taparin í finaluni sum verður komandi vár vinna tveir flottar vinningar. Høvuðsvinningurin er ein flogferð við Atlantic Airways til Keypmannahavnar og aftur, og gisting á Hotel Absalon
ætlan skuldi verið í Føroyum nú klokkan 15, lendir eftir øllum at døma ikki fyrr enn kl 16:45. Nýggja Neo-flogfarið tekur 30 fleiri ferðafólk enn flogførini, ið Atlantic hevur í flotanum í løtuni. Eisini er [...] eitt Neo-flogfar aftrat á vári í 2020. Fyri einum mánaði síðani undirskrivaði Atlantic Airways sáttmála við Airbus um tvey nýggj neoflogfør, sum skulu latast felagnum í ávíkavist 2023 og 2024. Nýggja flogfarið
Smið. Dart í Føroyum hevur verið rakt av koronafarsóttini. Millum annað skuldi altjóða kapping verða fyrr í summar, men hon bleiv avlýst. Sum eisini sæst á hesi kappingini, so verður hon spæld í frástøðu [...] ið hjá kvinnum er úttikið. Dartlandsliðini skulu luttaka í World Darts Federation Virtual Cup 2020, sum er heimsmeistaraheitið fyri landslið í Web Cam dart. Kappingin verður 27. septembur. Landsliðsvenjarinir
Í annaðkvøld, fríggjakvøldið klokkan 21 verður konsert við Dánjal á Neystabø og íslendska Áfenginn. Tað er ein gamal dreymur hjá Dánjali at hava eina konsert saman við Áfenginn í Føroyum, tí Dánjal hevur [...] YouTube-filminum, og hoyr samrøðuna Eyðfinn Drewsen hevði við Dánjal á Neystabø um konsertina í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld. TRÝST á PÍLIN Á MYNDINI, og síggj og hoyr Dánjal á Neystabø framføra Last Walk [...] hevur verið hugtikin av tónlistini hjá Áfenginn síðani hann upplivdi bólkin á G-festivalinum í 2005. Nógvir av tónleikarunum hjá Dánjali og tónleikararnir, ið manna Áfenginn eru teir somu. Seinnapartin ringdi
døgnið hava lesarar hjá in.fo sent myndir í hópatali, eftir fyrispurningi frá redaktiónini. Í gjár løgdu vit fleiri myndasøvn út frá góðveðrinum í Føroyum, og aftur í morgun kunnu vit staðfesta, at lesararnir [...] Tað kanst tú síggja við at trýsta á pílin á myndini ovast. Sí annars fleiri myndir, sum vit løgdu út í gjár, við at TRÝSTA HER
sum fleiri bitu merki í og viðmerktu, var, at allir granskararnir, sum løgdu fram í ár, eru føroyingar. Hetta er ein eyðsýnd broyting í mun til fyrstu aliráðstevnurnar, har tað í stóran mun vóru útlendskir [...] á Hotel Føroyum. Tað er Havbúnaðarfelagið, sum skipar fyri ráðstevnuni, sum á hvørjum ári savnar fólk úr allari alivinnuni, frá almennum stovnum, granskingarumhvørvinum og aðrastaðni við. Í ár vóru gott