Í annaðkvøld, fríggjakvøldið klokkan 21 verður konsert við Dánjal á Neystabø og íslendska Áfenginn.
Tað er ein gamal dreymur hjá Dánjali at hava eina konsert saman við Áfenginn í Føroyum, tí Dánjal hevur verið hugtikin av tónlistini hjá Áfenginn síðani hann upplivdi bólkin á G-festivalinum í 2005.
Nógvir av tónleikarunum hjá Dánjali og tónleikararnir, ið manna Áfenginn eru teir somu.
Seinnapartin ringdi verturin hjá Rás2, Eyðfinn Drewsen til Dánjal á Neystabø.
TRÝST á PÍLIN undir YouTube-filminum, og hoyr samrøðuna Eyðfinn Drewsen hevði við Dánjal á Neystabø um konsertina í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld.
TRÝST á PÍLIN Á MYNDINI, og síggj og hoyr Dánjal á Neystabø framføra Last Walk.