Øll ísfiskalínuskip eru til fiskiskap

- Fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er góður - bæði hjá teimum, sum fiska við snellu og teimum, sum fiska við línu.

Í dag eru øll ísfiskalínuskipini til fiskiskap, og væntandi koma eini trý ella fýra inn at landa mánadagin. Síðan koma helst fleiri seinni í vikuni.

 

- Ísfiskalínuskipini fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Fiskiskapurin er góður, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður góður, og veðrið verður helst eisini hampiligt í næstu viku. Tí er væntandi, at tað verður nógvur útróðrarfiskur.

 

- Fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er góður - bæði hjá teimum, sum fiska við snellu og teimum, sum fiska við línu, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.