er tað frá um summarið og út til jóltíðir, at flestu fløgurnar verða givnar út, og í ár er eisini so, í tíðarskeiðinum juni til august koma nógvar spennandi fløgur, higartil eru 20 fløgur á skránni. [...] hetta árið fer felagið at geva fleiri útgávur út, enn nakrantíð áður. - Sum er eru 26 fløgur og ein DVD í gerð. Og fleiri koma heilt víst afturat seinni í ár, sigur Kristian, ið gleðist um nógva virksemið [...] januar, í februar komu fløgurnar hjá Pandemonium hjá Sic og Edelweiss hjá Rasmusi Rasmussen, í apríl kom trífløgan hjá Kaj Klein úr Maskinrúminum og í síðstu viku gav Teitur fløguna Káta Hornið út. Nýggjasta
í samstarvi við Nordisk Film Biografer A/S og talan verður m.a. um kvøld konserterir í Metropol-biografunum í Keypmannahavn og Biocity-biografunum í Århus og Odense. Lars Møller, frá Nordisk Film Biografer [...] setrunum og hetta er gott høvi, at fáa tónleikin settan í fokus. Eisini dámar tónleikarunum sera væl at spæla í filmshølunum. Nordisk Film hevur áður skipað fyri konsertum við Blue Foundation og Danmarks [...] fer á eina tílíka konsertferð. Sølan av atgongumerkjum er byrja og fáast á www.biobooking.dk ella á telefon 70 13 12 11 mellem kl. 9.30 og 21.30. 400 áskoðarar sleppa inn til hvørja konsert. Við í atgo
16, har Norvald Yri talar og Anna Yri og Anne-Lene Olofson greiða frá arbeiði teirra í Afrika. Kl. 19.30 er møti við evninum: "Gud talar til tín persónliga", har Petur Hans og Thomas syngja. Leygarmorgunin [...] luttekur eisini. Byrjað verður í kvøld kl. 20 við møti í Emmaus, har evnið er: "Er kristindómurin útgingin?" Fríggjamorgunin verður bíbliutími kl. 10.30. Frá og við seinnaparti fríggjadagin eru møtini í [...] 30. Eftir døgurða er gongutúrur og kl. 16 er møti við Leivi Nattestad. Um kvøldið er møti aftur kl. 19.30 við evninum: "Er vón fyri einum sum mær?", har Askham syngur, og ungdómsmøti kl. 22, har evnið er:
hugt eftir. Stórur áhugi plagar at vera fyri hesum túrunum, og so verður uttan iva eisini hesuferð. Siglingartíðin aftur og fram tekur 6 tímar, og eru 4 tímar tískil til taks hjá fólki at njóta náttúruna [...] skipað fyri teim tiltiknu túrunum til Stóru Dímun, og árið í ár verður einki undantak í so máta. Sunnumorgunin klokkan 09.00 verður farið av Bursatanga, og siglt verður síðan til oynna við tí ríka fuglalívinum [...] frá. Kostnaðurin fyri túrin er 350 krónir fyri hvønn, og tá ber eisini til at fáa suppu umborð. Tilmelding fer frá hjá Birgir Enni á telefon 21 85 20
Fløgan kemur út týsdagin komandi, og verður fyrsta upplagið 250 fløgur. Á fløguni eru níggu løg og yrkingar, sum Harry Birtulíð, Viggo Johansen, Birni Dam, Simmi Jacobsen og Victor Danielsen hava gjørt. Harry [...] at tónleikabólkurin Black Birds við Marner Andreasen, Árna Andreasen og Oskari Eirikson, góvu út eitt kasettuband við sjómanssangum og onkrum lættari tónleiki afturat. Kasettubandið varð sera væl mótgtikið [...] mótgtikið. Tað vórðu seld meiri enn 3.000 bond eftir trimum mánaðum. ? Nú eru 20 ár liðin síðani bandið kom út. tað munnu ikki vera nógv, sum eiga hetta kasettuband í dag. Eftir fleiri áheitanir, hava vit tí
Eftir 2-0 tap í Klaksvík hava úrslitini verið 1-1 ímóti HB bæði í steypakappingini (2-1 tap eftir longda leiktíð) og í landskappingini og so 1-0 heimasigur ímóti EB/Streymi. Martin Klein Joensen og Sølvi [...] hava ikki verið málskjúttar seinastu ferðirnar, og í dag er Olaf Bárðarson leikbannaður. Tað er steinur oman á byrðu, tá ið bæði Finnur Justinussen og Andreas Lava Olsen seinastu ferðirnar ikki hava verið [...] heimavølli ímóti HB. Tá varð sagt, at tað vóru persónlig mistøk í verjuspælinum, sum vórðu sektað, og at tað er neyðugt at lúka tey burtur, um stig skulu vinnast ímóti favorittunum. Seinnapartin fæst at
keypir gamlar bøkur og lesur til hann sovnar. Og meðan hann koyrir í bilinum - Wim Wenders er hin fremsti at gera road movie - lurtar hann eftir gomlum kasettubondum við Lou Reed og Patti Smith. Úr lítillætna [...] japanskum filmi og bleiv heimskendur í Shall we dance (1996), sum á heimsmarknaðinum varð mest seldi asiatiski filmur. Umframt at vaska almenn vesi í Tokyo, síggja vit, at Hirayama livir eitt stilt og friðarligt [...] at gera, og er ein minimalistisk heilsan til meistaran Yasujirō Ozu, vaksa stórar hugmyndir, sum eyðkennir ein rættan Wenders film, har gerandisdagurin verður fagnaður. Filmsfelagið: 17/4 kl 20:00 Perfect
endaspælið er annars í Noreg, Svøríki og í Danmark. Í pakkanum, sum keypast kann frá 62Norður er millum annað ferðin aftur og fram, uppihald í Noreg, atgongumerki til dystir og flutningur í Noreg. – Vit vistu [...] higartil. – Og tað er ikki liðugt enn, tað tikka framvegis tilmeldingar inn, sigur hann. – Vit fara nú at fyrireika okkum til, hvussu vit gera, sigur hann. Tað er eitt samstarv millum 62Norður og Atlantsflog [...] sigur Leivur Samuelsen, sum tó vísir á, talan er um tilmeldingar og ikki um seldar pakkar, men tað vísir, at áhugin er sera stórur, og tí kunnu tey nú fyrireika seg út frá tí, sigur hann. Hvørt flogfar
Ester eru einfaldir, men skaldsligir, ekspressionistiskir, og teir eru grundaðir á kærleikskenslur og viðgera ymiskar lívsstøður. Ester elskar pink og bjóðar lurtarunum inn í sín pink-popp soniska alheim. Tá [...] hevur skrivað sangir, síðani hon var 13 ára gomul, og hon hevur havt fleiri hitt, síðani hon í 2021 fór at geva tónleik út. Reyðhærda kvinnan við stóra og krúlluta hárinum skrivar sonevndan pink-popp við [...] var árið eftir tilnevnt til FMA heiðursløn. Ester Skála hevur framført heima og burturi. Hon hevur verið á fleiri festivalum, og hon var við í tónleikakappingini Pan-Arctic Vision, sum er eitt slag av no
varð fyritøkan gjørd til partafelag, og í 2007 gjørdist hon partur av altjóða ketuni First Stop, sum er ein av størstu handilsketum við felgum og dekkum í Danmark og Evropa við meira enn 2000 dekksentrum [...] Á skránni vóru talur, sangir og tónleikaframførslur. Eisini vóru gestir komnir frá útlandinum at hátíðarhalda dagin. Eisini familja, vinir og fyrrverandi starvsfólk vitjaðu. Fyritøkan var upprunaliga stovnað [...] stovnað í Vestmanna sum Super Dekk Service í 1974, og flutti nakað eftir tað til Havnar. Tað var Sámal Bláhamar, sum setti fyritøkuna á stovn. Síðan 1979 hevur fyritøkan hildið til Hoyvíksvegin. Síðan