Við Norðlýsinum til Stóru Dímun

Tiltiknu túrarnir til Stóru Dímun eru vorðnir ein fastur táttur av summarskránni hjá Norðlýsnum, og komandi sunnudag verður aftur skipað fyri einum túri til oynna

Útferðir
Ragnhild Ellingsgaard

Norðlýsið hevur í fleiri ár skipað fyri teim tiltiknu túrunum til Stóru Dímun, og árið í ár verður einki undantak í so máta.
Sunnumorgunin klokkan 09.00 verður farið av Bursatanga, og siglt verður síðan til oynna við tí ríka fuglalívinum. Túrurin tekur væntandi um 10 tímar.
Siglt verður til Stóru Dímun, har fólk fáa møguleikan at fara á land, og síðani hyggja seg eitt sindur um á vøkru oynni.
Birgir Enni, samskipari av túrinum, greiðir frá, at fuglalívið úti á oynni er av tí besta um hesa tíðina, so allarhelst skuldi verið okkurt at hugt eftir.
Stórur áhugi plagar at vera fyri hesum túrunum, og so verður uttan iva eisini hesuferð.
Siglingartíðin aftur og fram tekur 6 tímar, og eru 4 tímar tískil til taks hjá fólki at njóta náttúruna úti á Stóru Dímun.
- Tey flestu taka matpakka við á ferðini, so hendan njóta vit øll saman uppi á oynni, greiðir Birgir frá.
Kostnaðurin fyri túrin er 350 krónir fyri hvønn, og tá ber eisini til at fáa suppu umborð.
Tilmelding fer frá hjá Birgir Enni á telefon 21 85 20