Endurútgáva frá 1982: Black Bird út á fløgu

FLØGUÚTGÁVA

Tað var í juni í 1982, at tónleikabólkurin Black Birds við Marner Andreasen, Árna Andreasen og Oskari Eirikson, góvu út eitt kasettuband við sjómanssangum og onkrum lættari tónleiki afturat. Kasettubandið varð sera væl mótgtikið. Tað vórðu seld meiri enn 3.000 bond eftir trimum mánaðum.
? Nú eru 20 ár liðin síðani bandið kom út. tað munnu ikki vera nógv, sum eiga hetta kasettuband í dag. Eftir fleiri áheitanir, hava vit tí gjørt av at geva bandið útaftur ? hesaferð á fløgu, siga teir tríggir í Black Birds.
Fløgan kemur út týsdagin komandi, og verður fyrsta upplagið 250 fløgur. Á fløguni eru níggu løg og yrkingar, sum Harry Birtulíð, Viggo Johansen, Birni Dam, Simmi Jacobsen og Victor Danielsen hava gjørt. Harry Birtulíð eigur yrkingarnar, »Eg havi prøva«, »Sum ungur eg fór«, »Aftan stongdar dyr« og »Djúpt í havsins djúpa favni«. Viggo Johansen eigur yrkingina »Stella Argus«, sum er um Stelluna, sum gekk burtur í 1959. Simmi yrkti »tvær fjaðrar«. Victor Danielsen yrkti »Jónas«. Herman Jacobsen yrkti »Havnar býur«, og Birni Dam yrkti yrkinginga »Alt í lagi«.
Kasettubandið bleiv innspælt í MZ Ljóðteknikk, hjá Milson Zachariasen. RMS Studio hevur staðið fyri fløguframleiðsluni.