ár, harav 13 ár sum landsstýrismaður: 4 ár í fiskivinnumálaráðnum, 2,5 ár í uttanríkisráðnum og 6,5 ár í fíggjarmálaráðnum Og eg havi um nakar upplivað avbjóðingarnar millum Føroya Landsstýri og donsku stjórnina [...] politiskt hegni og handverk. Tí er tað avgerandi neyðugt, at fólkatingsumboðini hava royndir frá Løgtinginum og Landsstýrinum, tí um tú ikki veitst, hvørjar avbjóðingar eru millum Føroyar og Danmark, hvussu [...] fólkaslag, sum megnar tað ófatiliga, tá vit arbeiða og stríðast fyri einari og somu søk. Tað hava seinastu árini prógvað í ólukkumát. Hetta má og skal eisini endurspeglast á Borgini, har vit eiga tveir
Tórhallur ikki veit um, og hann kennir eisini hvønn krók á støðini, og so er hann sera hollur í ráðum. Tórhallur hevur sínar meiningar um tingini, og hvussu ymikst skal gerðast, og tað fáa starvsfelagarnir [...] annan tanga, og hvar á stykkinum, tangin er. Regin fylgir væl við, hvar menninir eru, og um allar uppgávurnar eru gjørdar. Gongur tað ikki ordiliga, sum Regin vil, so gongur hann og stunar aftur og fram á [...] arbeiðsmaður, og kennur hvørja steinpirru á tyrvingarplássinum. Otto dámar best, um alt er lagt í fastar rammur, og ikki ov stórar broytingar eru. Hann gongur sera høgt uppí at alt er rætt, og at ongir leysir
mánaðinum. Helgi, Høgni og Rógvi hava 4½ stig eftir sjey umfør, og eru á einum deildum fjórða plássið í røðini 4.-11. John Arni Nilssen, Hans Kristian Simonsen og Torkil hava 4 stig, og John Rødgård hevur 3½ [...] fjør heyst eru við: Helgi Dam Ziska, brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgård og John Arni Nilssen. Hjá Olaf Berg, Martin Poulsen og Carl Eli Samuelsen, sum skulu umboða Føroyar á OL í næstum [...] men hevur telvað fýra remis, og er tí eitt stig aftanfyri oddamannin Narayanan. Í dag møtast Helgi og Gawain Jones - teir báðir hægstrataðu telvararnir í kappingini. Helgi og Gawain kennast væl, tí teir
burturbeind gørn og trol, og 1/3 av fuglinum heldur, at plastikktilfar er matur, og etur tað. Í Føroyum er tað serliga havhestin, tað gongur út yvir. Hann etur flamingo og plastikk, og sodningarlagið megnar [...] flamingo og spraydósir beint fyri borð. Fleiri av skipunum leka olju, og tað verður heldur ikki gjørt nakað við tað. "Eg var við einum línubáti úr Vestmanna í 2002, sum lak hydraulikkolju, og tað hendi [...] sjógvurin avstað við 13 míla ferð. Rákið, sum annars spakuliga rørir havið, verður her kroyst sum gjøgnum ein fløskuháls, og tí fær sjógvurin veruliga ferð á. Tað sama ger alt, sum liggur og flýtur í tí. Nakrar
fyri samfelagið. • Fangandi og kjakkveikjandi miðling Evnini til at miðla á ein fangandi og kjakkveikjandi hátt og harvið vera við til at byggja brýr millum vísindaliga heimin og samfelagið annars. Seinasta [...] Talan kann verða um granskara, miðalfólk ella annan, sum á greiðan og lætt skiljandi hátt hevur lýst granskingarúrslit og víst ávirkanina og týdningin av hesum í okkara gerandisdegi. Hetta kann vera í útvarps- [...] vísindaliga, og hetta er sjálvsagt sera týdningarmikil partur av teirra starvi. Samstundis er tað tó greitt, at hendan miðlingin ofta er til aðrar granskarar og ikki til almenningin. Tað krevjast aðrir og serligur
Skúlaleiðarar, skúlastýrisformenn, lærarar, bý- og bygdarráðslimir og mong onnur, sum varða av skúlunum vóru til staðar á fundinum, sum byrjaði klokkan 13. Tilsamans mundu vera eini nýti fólk. Stjórin í [...] samansjóðað, og tá kann síggjast, hvat er komið burturúr. Eftir røðurnar var ein lítil steðgur, har fólk fingu ein kaffimunn. Síðani var orðaskifti. Har var lív í. Nógv uppskot vóru uppi og vendu, og dúgliga [...] hvussu framtíðarskúlin skal síggja út. Og hann tosaði eisini um næmingar við serligum tørvi av ymsum slag. Hann segði, at tað eru mark fyri, hvat ein lærari maktar og vísti á, at har í skúlanum hava tey dømi
Støðan Skála 33 07 Vestsur 32 B68 26 B71 23 AB 23 KÍ 21 NSÍ 16 Víkingur 13 B36 8 MB 2 07 Vestur og NSÍ hava spælt 15 dystir, og hini liðini hava spælt 14 dystir. 15. umfar Sunnudagin 14. juni B71-B36 MB-KÍ [...] átta minuttir. So skoraði heimaliðið, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, økti Skála, tá ið B68 hevði spent álopsbogan í roynd at javna. 07 Vestur var í Leirvík, og har var stórur dramatikkur. Tíðliga [...] eftir at miðvallarin Høgni Midjord hevði sæð reytt. Í Gundadali endaði tað málleyst millum B36 og AB, og í Runavík vann NSÍ 3-0 á MB,sum helt tørn, inntil 2. Hálvleikur var tríggjar minuttir gamal. B36-AB
yvirskoti í fjør, og roknað verður heldur ikki við, at 2003 fer at geva eitt tal hinumegin null á niðastu linju. Tað er serliga gongdin á fastnetinum, sum Bjarna Askham Bjarnason og hini ellivu starvsfólkini [...] Marknaðarparturin liggur omanfyri tjúgu prosent, og hetta ger, at hesin parturin av virkseminum javnvigar. Men kostnaðurin av íløgum, marknaðarføring og at hála fyritøkuna upp í ferð á marknaðinum ger, [...] liggur um tíggju prosent. Í ár er Kall farið undir at bjóða GSM hald, og stjórin metir, at marknaðarparturin í skrivandi stund liggur um 13-14% av samlaða marknaðinum. ?Nú skulu vit fáa raksturin at bera seg
koma út úr 2009 við einum avlopi. Seinni spesifiseraði hann hetta avlopið til 13 milliónir krónur. - Hatta lovaðu vit í mars, og nú árið er farið standa vit framvegis við hasi tølini, sigur Peter Holm. Størri [...] lættari at seta fokus á einstøku útboðini. - Vit merkja eina stóra framgongd í Danmark, Týskalandi og í Føroyum, og eisini hollandski marknaðurin er í vøkstri. Men við at avmarka okkara tilboð kunnu vit eisini [...] gjøgnum alt árið í fjør vóru góð, og útlitini higartil benda á somu gongd, sigur Peter Holm. Tiltøkini, sum eru sett í verk, hava effektiviserað organisatiónina, og loyvt teimum at seta størri fokus á
í løtuni. Dagføring klokkan 14:13: Atli Gregersen, stjóri í Luna, vendi aftur seinni, og hann sigur, at tey í Luna hava ikki tikið støðu til hetta enn. Les meira HER . Og tað hevur ikki eydnast okkum at [...] selja russiskar vørur, og matframleiðarar gevast at handla við russiskar kundar. Í Føroyum hava vit eisini fyritøkur, ið samstarva við russar - eitt nú stóra alifyritøkan Bakkafrost. Og sambært stjóranum har [...] seinastu dagarnar. Vit hugsa nógv um tað ukrainska fólkið, og tey sum verða rakt av hesum. Tað sum hendi var jú ein skelkur fyri allan vesturheimin, og vit blivu sjálvandi øgiliga skelkað, at sovorðið kann