Atlantshavið ? eitt ruskpláss hjá føroyska fiskiflotanum

Fyri yvir fýra árum síðani varð Havumhvørvislógin fyri Føroyar viðtikin á Fólkatinginum, og lógin skuldi tryggja, at skipaflotin tók alt burturkast við í land. Hóast hetta heldur dumpingin ótarnað fram

Rógvi Borðoy
bordoy@mail.djh.dk
??????????????????????

Havið um Føroyar verður brúkt sum eitt ruskpláss. Sambært serfrøðingum verða umleið 500.000 kilo af húsarhaldsburturkasti blakað fyri borð av teimum føroysku fiskiskipunum til stóran skaða fyri fugl og havumhvørvi. Bert heilt fáir bátar taka ruskið við í land, og avleiðingarnar eru týðuligar í føroysku fjøruni.
Jónsvein Joensen hevur verið fiskimaður í tíggju ár við umleið 12 ymiskum fiskiskipum.
"Havumhvørvispolitikkurin á skipunum er hesin: koyr alt í havið", sigur Jónsvein Joensen.
"Eg skammist yvir, at Føroyar reklamera við tí reinu luftini og reina havinum. Tað sum gongur fyri seg á havinum er reint sagt nakað svínarí", heldur hann fram.
Fiskimaðurin fortelur, at hann á bátunum hevur blakað plastikk, pappír, oljudunkar, flamingo og spraydósir beint fyri borð. Fleiri av skipunum leka olju, og tað verður heldur ikki gjørt nakað við tað.
"Eg var við einum línubáti úr Vestmanna í 2002, sum lak hydraulikkolju, og tað hendi ofta, at fiskurin bleiv smurdur inn í olju. Eg klagaði um tað í eitt ár, men einki bleiv gjørt við tað. Eigararnir hava onga samvitsku", heldur Jónsvein Joensen.
Hann var tó við einum nýggjum trolara, Stelki, sum hevði eina skipan til burturkastið. Einki fór fyri borð.
"Faktiskt var tað lættari fyri fiskimenninar, tí teir annars skula út á dekkið við ruskinum", sigur hann.
Stórar avleiðingar fyri umhvørvið
Umleið ein millión fuglar doyggja árliga sum fylgja av dumpingini av ruski. Tað sigur ein umfatandi rapport frá umhvørvisfelagsskapinum KIMO. Tað er Kommunernes Internationale Miljø Organisation, har allar kommunur í Føroya Kommunufelag eru limir. Djórini verða fløkt inn í burturbeind gørn og trol, og 1/3 av fuglinum heldur, at plastikktilfar er matur, og etur tað. Í Føroyum er tað serliga havhestin, tað gongur út yvir. Hann etur flamingo og plastikk, og sodningarlagið megnar ikki at niðurbróta tað. Tilfarið gevur eina falska kenslu av mettheit, og til síðst doyr fuglurin av hungri.
Sambært umhvørvisserfrøðingi Karen Hall úr Scotland National Heritage í Hetlandi, kann fiskur eisini hugsast at síggja plastikk og annað burturkast sum mat, og tað doyr hann av. Eisini eru búskaparligar avleiðingar fyri sjálvan fiskiflotan, tí bátarnir fáa um skrúvuna. Fyri havumhvørvið í allari verðini eru tey 500 tonsini, sum føroyski flotin blakar fyri borð, ikki ein stórur trupulleiki, men Karen Hall slær fast, at altjóða lóg forbjóðar allari dumping av ruski, og at Føroyar eisini eiga ein part av heimsumfevnandi ábyrgdini av havumhvørvinum.
Reiðararnir vilja ikki gjalda
Føroya Reiðarafelag er klárt at gera nakað við trupulleikan. Formaðurin Jákup Sólstein sigur tó, at har eru fleiri ting, sum skulu fáast upp á pláss, áðrenn tað kann fremjast í verki.
"Fyrst og fremst skulu vit hava eina móttøkuskipan í havnunum, og eisini skulu vit hava eina goymsluskipan á skipunum, áðrenn tað kann lata seg gera at taka alt við í land", sigur Jákup Sólstein.
"Tað er nokk meira ein spurningur um at broyta hugburð og framferð, og tað verður torført. Vit muga í øllum førum arbeiða saman við manningarfeløgunum, heldur hann fram. Hann greiðir frá nøkrum av tingunum, sum verða blakað fyri borð í dag.
"Húsarhaldsrusk, slitin klæðir, pakningar, maskinlutir, oljudunkar og nakað av fiskireiðskapinum verður blakað út", sigur hann.
Harafturat kemur fiskireiðskapurin, sum av ymiskum orsøkum verður mistur á havinum.
"Fyri Reiðarafelagið er tað eisini ein spurningur um pengar, tí onkur skal gjalda fyri móttøkustøðirnar og burturbeiningina av ruskinum. Fyri Jákup Sólstein er tað givið, at allar útreiðslur verða álagdar reiðarunum at gjalda, og tað kann gerðast ein trupulleiki fyri til dømis rækjuflotan, sum longu er í djúpari búskaparligari kreppu.
Krevur felagsskap
Føroya Kommunufelag heldur, at nakað skal gerast við trupulleikan skjótast gjørligt. Formaðurin í felagnum er Mia Pedersen, og hon ger greitt, at tey ikki beinleiðis hava viðgjørt burturkastið frá skipum enn.
"Tað, eg meini, vit hava brúk fyri er, at landsstýrið meldar út, hvørji mál vit hava, og hvussu vit skula fremja málini", heldur Mia Pedersen.
"Landsstýrið og kommunurnar skula síðani loysa uppgávuna í felag, og allir partar skula sjálvandi hoyrast", sigur hon.
Mia Pedersen heldur, at tað eigur at verða gjørd ein skipan, so skipini gjalda fyri burturbeiningina av ruskinum, men at tað ikki skal kunna merkjast.
"Tað er ikki sjálvt gjaldið, sum er trupulleikin. Vit skula gera eina skipan, so tað gerst lætt og bíligt fyri skipini at sleppa av við burturkastið. Man kundi til dømis lagt gjaldið omaná eitt annað gjald, sum skipini verða noydd til at gjalda, til dømis havnagjaldið.
Aðrastaðni hava tey gjørt tað sama. Kolding Havn í Jútlandi í Danmark hevur sett havnagjaldið eitt kvink upp fyri at gjalda fyri móttøkuskipanina. Úrslitið er, at kostnaðurin er tann sami fyri skip við og uttan burturkast. Á heimasíðu teirra sæst, at mongdirnar av móttiknum burturkasti eru nógv øktar, síðani tey valdu hesa skipan. Við hesari skipanini gerst tað ikki ein meirútreiðsla fyri skip at hava rusk við.
Ein túrur í fjøruni
Undir brúnni við Streymin brúsar sjógvurin avstað við 13 míla ferð. Rákið, sum annars spakuliga rørir havið, verður her kroyst sum gjøgnum ein fløskuháls, og tí fær sjógvurin veruliga ferð á. Tað sama ger alt, sum liggur og flýtur í tí. Nakrar hundrað metrar sunnan fyri brúnna hevur nakað av menniskjans íkasti til havið funnið sær veg á land. Har liggja oljudunkar, trolstykkir og gørn. Slitnir arbeiðshandskar, sum vitna um hørðu viðferðina, teir hava havt, áðrenn teir endaðu í havinum. Plastikkpettir og reip hevur eisini verið ein túr gjøgnum streymasjógvin. Øll merki og skrift eru slitin av.
Vanta kunngerð
Føroyar yvirtóku lóggávuvaldið fyri havumhvørvið frá Danmark tann 1. mai ár 2003. Áðrenn tað skuldu allar kunngerðir undir havumhvørvislógini fyri Føroyar góðkennast av danska umhvørvismálaráðnum. Eftir yvirtøkuna hevur landsstýrismaðurin í umhvørvismálum heimild til at seta krøv til flotan.
Tann 3. februar varð Jógvan við Keldu tilnevndur landsstýrismaður í innlendismálum. Tað vil siga, at hann hevur umhvørvismál undir sær, og hann leggur dent á, at hann ikki hevur havt tíð til at seta seg rættiliga inn í málið.
"Eg eri akkurát gjørdur varugur við málið, men eg dugi at síggja, at hatta er nakað, vit eiga at gera nakað við", sigur Jógvan við Keldu.
"Hetta er eitt mál, sum er ein óvanliga stórur trupulleiki, men tað er umráðandi hjá mær at tosa bæði við landið og við kommunurnar um tað. Vit mugu hoyra allar partar í málinum", heldur landsstýrismaðurin fram.
Sostatt er væntandi, at tað gongur ein rúm tíð, áðrenn málið verður viðgjørt, og ein lóggáva kemur á økinum.
??????
Hvat sigur lógin?
Í Føroyum er galdandi "Anordning nr 646 af 12.04.1999, og hon sigur millum annað:

§ 21. På færøsk søterritorium må udtømning af affald bortset fra frisk fisk og dele deraf ikke finde sted.

Kelda: www.logir.fo