wonder – il est à se demander. Høvdahúsini – Skálasa hús Ja, tað er nógv at tríva í. Petur Martin var høvuðspersónurin, tá ið Høvdahúsini, sum hava eina sjáldsama søgu, skuldu varðveitast. Hetta er kanska [...] fáir steinar hava nú fingið ta føroysku vælsigningina í krýllin: Ì faðirsins, sonarins og hins heilaga anda. Her liggja hesir dýrdarsteinar og hyggja at tær við víðopnum eygum, tá ið vit sessast kring [...] tí okkurt var í bygdini, sum var sera sjáldsamt. Ein og hvør sálmabók og lestrabók hava sína sál, sum føroyingar hava notið gott av í farnum tíðum. Ja, mangar av hesum bókum, sum lógu og brosaðu 6. juni
upp um tey áttati, so hava flest allir lætta skrúvu. Petur Martin er ikki tann fyrsti, ið ger tærnar vátar, men kemur, tá ið flest allir hava fingið kríllin undir kav. Tá eru vit komnir aftur inn á grunt [...] her í hesum kliva á Bugnum, og tá ið hann kemur til hús, so eru somu børn kring fróðarmannin. Nú eru tað bøkur úr gomlum døgum, sum tosa sítt stumma mál við mannin. Tá ið vit sum ungir reikaðu um tún og teigar [...] so lá fljóðið fremst í huganum; men Petur Martin var annarleiðis. Vit bygdu hús til unnustur okkara, men Petur Martin bygdi sær hús til listina. Hann hevur verið sera góður við Jóannes Christiansen,
bygdu sær eini dupulthús beint omanfyri sandin í Syðrugøtu. Petur Jakku átti ytru helvtina. Hann er nokk farin í húsini, tá ið hann giftist Elspu Katrinu, ættað úr »niðri við Hús« í Syðrugøtu. Hon var [...] havi eina hóming av, tá ið elsti sonurin, Jógvan Martin, bygdi av nýggjum, eg haldi at tað var á gomlu grundini. Hetta vóru stór og snotulig hús við miðstøðuhita. Tað vóru fá hús í Gøtu, sum høvdu tað [...] prýddu tað. Kristina var ógvuliga blíð. Vit komu at tosa um royking. Eg segði, at eg átti ongantíð sigarettir inni til at bjóða fólki, tí at hvørgin okkara roykti. Tá minnist eg, at Kristina segði: »Tað,
teir lutir, sum vit ikki síggja. Onki hugtak er sum frælsi umrøtt, brúkt og uppá kvamsvís misbrúkt ígjøgnum øldir. Hugmyndafrøðingar hava roynt at nágreina tað út í æsir, og síðani hava ymiskir teknar [...] Glyvra kirkjugarði. Í Sálmunum fáa vit at vita, at: “Sjúti ár er æviskeið várt, og um mikil er megin áttati ár, og teirra dýrd er bert sút og møði, tí tíðin rennur, og vit fljúgva avstað.” Fyrra heimsstríð [...] orsøkir til tað, men hendan hjartaliga móttøkan man hava skroyvað nakað væl upp í sálini, og brent seg fasta, tí hann róði tíðum aftur á hesar dagarnar, tá heimurin annars var í holt við at knúsa seg sjálvan
doyði í barsilssong í 1853. Tað man hava verið við næsta barninum. Petur Hans bygdi húsini á Krákusteini í 1878. Fólkini á Krákusteini fingu nógva umrøðu í røðini, vit høvdu í Miðvikuni um Egil Djurhuus [...] húsinum á Krákusteini og um tey trý, sum nú liggja saman undir »grønu torvu.« Charlotta og Peter Hans Vit hava fingið loyvi frá Mannbjørn at taka brot úr hesi frásøgn. Fyrst er tað um Charlottu og Peter Hans [...] eydnaðist. Men tey vildu verða við, at hon bara hevði verið 19 ár á Forngripasavninum, tá ið kongur einaferð var og vitjaði. Tá vitjandi vóru heima hjá Lenu, kundi hon finna uppá at spæla urgu fyri teimum. Urgan
so hava vit verið sunnanfyri, men tá hava vit ofta dømt í Hvalba leygardagar. Tá vit hava dømt norðanfyri sunnudagar, eru vit farnir frá húsum klokkan seks, og um tað hevur gingið væl, so hava vit verið [...] fyrru árini dømdu vit hvørt vikuskifti, og tey seinnu árini hava vit dømt tvey vikuskifti og havt frí eitt. Vit hava ongar 1. deildar dystir havt í Suðuroy, og tað vil siga, at vit hava verið tvey vikuskifti [...] hyggja at fótbólti. Tá vit spyrja Petur Erhard, um hann serliga kannar dómararnar, tá hann hyggur at fótbólti, svarar hann soleiðis: ? Eg síggi nógvan fótbólt í sjónvarpinum. Oftast eru dystirnir tiknir uppá
svenskari kvinnu, men tá ið hann fór at eldast, kom hann aftur til Føroya og bygdi sær hús í Havn. Hesa tíðina hann bygdi búði hann hjá bróðursyninum Sam Olsen, sum var handilsmaður í Havn. Men tá ið húsini vóru [...] síðani. Vit greiða frá hesi hending og hava tosað við fólk, sum varðaðu av manningini, og verður henda grein skrivað til minnis um hesar menn. Her kann verða nevnt, at fyrrapartin í november fara vit at hava [...] áhugaverda frásøgn um trúboðarar Daniel J Danielsen (1871-1916), sum var trúboðari í Congo 1901-1903. Vit hava gjørt eitt umfatandi kanningararbeiði og kunnu siga, at hetta verður ein spennandi frásøgn, sum
hugsi eg. Tá var klokkan yvir 6, og vit hoyrdu at gymnastiksalurin var stúgvandi fullur av fólki. Tá vit komu tvørtur um húsið hjá okkum, fór eg inn á vegnum. Johanna var tá longu farin niðan. Tá eg kom niðan [...] frálík løta umborð, men vit máttu skunda okkum, tí klokkan leið at seks, og tá skuldi konsertin vera. Konsertin So stóðu vit aftur inni á Kongabrúnni. Vit vóru í fyrsta bátin, og meðan vit bíðaðu eftir hinum [...] um 11,30, tá vit fóru í land. Vit mundu ikki sloppið frá teimum, so blíðir vóru teir. Hurráróp rungaðu frá báðum pørtum, og hesin vakri dagur var endaður. Eg var troyttur, tá eg kom til hús av øllum vasanum
takt eftir tí, vit blástu, antin tað nú var ”Kong Kristian”, ”Vift stolt” ella okkurt annað. Í fyrstani var tað alt ”Danmarks melodier”, vit blástu. Seinni, tá vit blivu kringari, fóru vit at royna okkum [...] vildi hava ”hvørt til sína tíð”, og ofta kundi ilt spinna í hann, tá vit vóru ov nógv ólataði. – Tá vóru eingir biografar, ið forstýraðu fólk, og samkomurnar hjá okkum í avhaldshúsinum vóru løtur, vit gleddu [...] Serliga minnist eg summardagarnar, tá vit komu saman aftan á kirkjutíð og ongantíð gekk sangurin so væl sum tá. Tá vóru eingi nýggj føroysk løg smíðaði, og tað, vit sungu, var alt danskt, norskt og svenskt
av teimum mest forkunnugu frásagnunum, sum vit hava havt. Tað heilt serliga við Daniel var, at hann var trúboðari í Congo 1901-1903. Hetta vita nógv, men vit fara at greiða frá teimum sera dramatisku umstøðum [...] hann virkaði undir við einum harðræði, sum skakaði allan heimin, tá ið hetta kom fram alment. Júst í hesum átti Daniel sín leiklut. Vit hava gjørt eitt stórt kanningararbeiði og kunnu tí lýsa Daniel sum eitt [...] vældigt Brag og 1899 er ikke mere. Thorshavn, Nytaarsnat 1899 Peter Isaksen Myndir í seinasta parti. Vit hava frá Johan Restorff fingið hesar frágreiðingar til tvær av myndunum í 2. parti av dagbókini fyri