senn. - Stýrimaðurin og eg vóru teir seinastu. Tyrlan fleyg okkum inn til Honningsvåg. Vit hava allir fingið hvør sítt kamar á Scandik, og ítróttarhandilin læt upp, soleiðis at vit kundu keypa klæðir. Skiparin [...] - Black-out á hjálpimotorinum førdi til, at vit mistu stýringina. Báturin byrjaði at leggja seg á liðina, og hann byrjaði at taka inn sjógv í setilúkuni. Vit royndu at lata lúkuna aftur, men høvdu ongan [...] fór at ganga væl, tá øll manningin var í stýrhúsinum, og allir vóru í yvirlivilsisdraktum. Tað var bara at fara í bjargingarbátarnar, tí vit vistu, at bjargingin var á veg, sigur skiparin. Hann vísir á,
Ómøguligt! Nei er sannleikin ikki at vit mugu viðganga, at orðini hjá Atla Dam vóru røtt: »Heimastýrislógin røkkur heilt at loysingini«. Hvussu nógv ið manglar í at vit gerast sjálvstøðug tjóð ánar hvørki [...] hvørki Høgni ella nakar annar. Í 2000 helt Høgni, at vit vóru klárir at loysa, men hann tók so hjartaliga feil. Hann fer eisini skeivur hesa ferð. Tað er væl eisini tí, at Tjóðveldi bert stendur til at fáa [...] lítla gloppið ímillum tummulin og fremsta fingur á tjóðveldismonnum, sum myndlýsing av, hvussu nær vit eru loysingini. Eitt paradoks! Tjóðveldisfólk hava nú í áravís ferð eftir ferð sagt, at heimastýrisskipanin
síðis. - Rætturin metti ikki, at prógvini hjá okkum vóru nóg góð. Vit fara kortini ikki afturum aftur at kanna møguligar aðrar slóðir, tað avgerðina tóku vit longu tíðliga í kanningararbeiðinum, sigur hon. [...] so hoyra vit fegin frá teimum, sigur hon. Hon sigur eisini, at í málinum um innbrotið í Viðareiði fyri eini tíð síðani, tá eitt peningaskáp bleiv tikið, stendur løgreglan mest sum á berum. - Vit sendu nakrar [...] at vit mugu leggja tað málið frá okkum, sigur hon. Í málinum um eldsbrunan á AA-húsinum í Tinghúsvegnum í Havn í fjør summar, sigur hon, at nú menninir, sum løgreglan ákærdi fyri eldsbrunan vóru frídømdir
at spæla fyri, kunnu tey spæla frítt ímóti okkum. Til dømis vóru strandingar góðir í gjárkvøldið, meðan vit máttu staðfesta, at hjá okkum vóru nøkur ting, sum ikki riggaðu sum tey skuldu. Neista-venjarin [...] Men tað fær allíkavæl ikki venjaran at skelva: – Vit eru ikki sovnaðir, men durva kanska eitt lítið sindur. Og við til søguna hoyrir eisini, at vit hava onkrar skaðar, so spælarar sum Jugoslavi Djumic [...] onkursvegna glaður fyri, at strandingar komu ímóti okkum við fullari ferð. Tað kann gera, at vit rakna við, so vit eru púra klárir, tá teir avgerandi finaludystirnir verða spældir, sigur Ingi Olsen.
-Síðst taptu vit 3-2 á útivølli ímóti B36, sum skoraði sigursmálið við brotssparki í síðstu sekundunum. Vit vóru frammanfyri 2-0, og tað sigur seg sjálvt, at vit vóru vónbrotnir. Men vit hava fokus á [...] verður tann sami tríggjar teir síðstu dystirnar – ímóti TB og B68 á heimavølli og í Klaksvík – so eiga vit at vinna stigini, sum skulu tit fyri at sleppa undan at flyta niður, sigur Jákup Martin Joensen, venjari
ímóti okkum. Nøkur vóru sera ágangandi, meðan onnur sóu ein møguleika í at fáa okkurt munagott burtur úr, sum t. d. við at selja ella bjóða okkum okkurt, og hesi vóru tí blíð og fryntlig. Vit møttu O’Neill [...] er ikki væl fyri fakliga, tað løgdu vit fleiri ferðir merki til, tí tá ið hann bleiv spurdur um einkul roknistykkir og stavilsi, hevði hann stórar trupulleikar. Vit fingu eina góða samtalu um, hvussu hann [...] O’Neill á keiini í Port Royal dagin eftir, at vit komu til Jamaika. Honum dámar væl turistar og bjóðaði seg fram at vísa okkum tey áhugaverdu støðini í Jamaika. Hóast hann er væl fyri í mun til onnur, so eigur
Vit settu okkum fyri, tá vit arbeiddu við at fyrireika tiltakið, at umráðandi var við nógvum og góðum samstarvsfeløgum, sum kundu verða við til gera tiltakið til veruleika og sum vildu verða við til at [...] slóða fyri eini menning av føroyskum tónleiki. Hetta eydnaðist væl og eru vit sera takksom fyri alla ta vælvild og tann stuðul, vit hava fingið til tiltakið. Tað er onki nýtt í, at tónleikatiltøk samstarva [...] stóð á og eitt svart, har Miðlahúsið stóð á. Hesi fýra vóru høvuðsstuðlarnar hjá Asfalt, tí stóðu tey á hvør sínum armbandi, so einfalt er tað. Vit vilja fegin takka bæði Beatu og øllum teimum, sum á ymiskan
m.a. í Klaksvík. - Vit hava spælt tónleik, eins og vit hava sagt eitt sindur frá tónleikinum. Høvuðsendamál okkara er at fáa tónleikin út til børn og ung. -Tónleikur okkara er tað vit kunnu kalla bland [...] kendi eg frá Argentina, tí vit hava spælt saman fyri nøkrum árum síðani. Bólkurin hevur júst verið í Italien og spælt, og ynsktu at leggja leiðina hendavegin, nú teir kortini vóru í "nánd" av Føroyum. -Eg [...] til Føroyar fyri at spæla okkara tónleik, m.a. fyri fleiri av teimum, sum eg kenni her. Hinvegin so vóru tónleikararnir eisini áhugaðir í at síggja og uppliva Føroyar og føroyingar. Eg haldi, at teimum dámar
at tað gekk hampiligt. Men eg føldi ikki, at nakar tók sær av mær, og hinum, sum vóru nøkulunda fyri eftir óhappið. Vit gingu bara og mólu. Brandmenninir settu okkum bara til síðis, og tað sama gjørdi [...] tú fekk ta hjálpina, sum tú hevði viljað havt, um tað var veruligt? ? Nei, vit fingu ongan respons frá brandmonnunum, sum vóru fyrstir á staðið. Teir søgdu bara við okkum, at »bíða nú, ambulansan fer at [...] merkti eisini væl, at tað bert var ein venjing. Onkur av bjargingarmonnunum flenti bara, tá vit togaðu í teir. Og vit høvsu nokk eisini verið meiri hysterisk, um tað var ein verulig vanlukka. Men ert tú betryggjað
og hansara menn taptu fyri føroyingum. - Vit er frammanfyri í hálvleikinum, men í seinna hálvleiki megna vit ikki at standa saman sum eitt lið, og tí tapa vit dystin, segði Ralf Loose eftir dystin. Venjarin [...] ofta langt ímíllum, og fyri at betra um okkara avrik, eru vit noyddir at royna at fáa okkurt postitivt úr øllum okkara dystum, líka mikið um vit tapa ella vinna. Ralf Loose vísti eisini á, at fleiri av [...] tá hansara menn ikki vóru mentir at fylgja við føroyska landsliðnum. Ralf Loose helt føroyska landsliðið vera gott, og hann var fegin um dagarnar í Føroyum, og segði at Føroyar vóru serligar, og honum dámdi