Boston-Fuglafjørður: Bólkurin "A Kind og B...Quartet" hevur spælt saman í einar átta mánaðir.
- Hann varð líkasum skipaður eftir ketureaktións-skipanini, sigur Bjarki Meitil, sum er føroyska ískoytið í bólkinum.
-Eg kendi trummuspælaran, og hann kendi so aftur ein góðan guitarleikara. Eg havi arbeitt nógv saman við trummuspælaranum, og klaverspælaran kendi eg frá Argentina, tí vit hava spælt saman fyri nøkrum árum síðani.
Bólkurin hevur júst verið í Italien og spælt, og ynsktu at leggja leiðina hendavegin, nú teir kortini vóru í "nánd" av Føroyum.
-Eg vildi fegin koma aftur til Føroyar fyri at spæla okkara tónleik, m.a. fyri fleiri av teimum, sum eg kenni her. Hinvegin so vóru tónleikararnir eisini áhugaðir í at síggja og uppliva Føroyar og føroyingar. Eg haldi, at teimum dámar sera væl her, sigur Bjarki.
Fáa tónleikin út
Teir hava higartil spælt fyri fleiri skúlum kring landið, m.a. í Havn, á Strondum og í Fuglafirði, og skulu eisini spæla m.a. í Klaksvík.
- Vit hava spælt tónleik, eins og vit hava sagt eitt sindur frá tónleikinum. Høvuðsendamál okkara er at fáa tónleikin út til børn og ung.
-Tónleikur okkara er tað vit kunnu kalla blandingstónleikur: Vit hava eitt fast útgangspunkt úr einum lagi, men improvisera so yvir hetta lagið.
-Uppá tann mátan verður tað einstaka lagið sjáldan framført eins, sigur Bjarki Meitil.