At Neistin í gjárkvøldið tapti fyri StÍF er nokk ikki tað, sum teir bláu høvdu ætlað sær, og tað er eisini ein mótsetningur til, hvussu suverent Neista-liðið hevur verið fyrr hetta kappingarárið. Men tað fær allíkavæl ikki venjaran at skelva:
– Vit eru ikki sovnaðir, men durva kanska eitt lítið sindur. Og við til søguna hoyrir eisini, at vit hava onkrar skaðar, so spælarar sum Jugoslavi Djumic og Áki Mørk ikki sleppa at spæla fullan dyst nú, sigur Ingi Olsen, ið hinvegin er fegin um ta mótstøðu, Neistin hevur fingið síðstu dystirnar.
– Tað vísir seg, at mótstøðuliðini geva okkum ein skarpan gang, tí nú tey ikki hava so nógv at spæla fyri, kunnu tey spæla frítt ímóti okkum. Til dømis vóru strandingar góðir í gjárkvøldið, meðan vit máttu staðfesta, at hjá okkum vóru nøkur ting, sum ikki riggaðu sum tey skuldu.
Neista-venjarin sigur, at hann heldur enn gjarna vildi vunnið dystin í gjárkvøldið, men at tað, at Neistin tapti, fortelur honum, at liðið nú noyðist at koma upp í hægri »gear«.
– Hetta snýr seg eisini um motivatión, og tí eri eg onkursvegna glaður fyri, at strandingar komu ímóti okkum við fullari ferð. Tað kann gera, at vit rakna við, so vit eru púra klárir, tá teir avgerandi finaludystirnir verða spældir, sigur Ingi Olsen.