um gíslarnar í hesum føri. Hamas hevur fleiri ferðir sagt, at gíslar eru deyðir í ísraelskum álopum á Gazageiran. Í dag vitjar forsetin í altjóða Reyða Kross-nevndini, Mirjana Spoljaric, í Gazageiranum [...] partar í stríðnum um at verja sivilfólk og at lata neyðhjálp ótarnað sleppa inn í Gaza. Forsetin heitir eisini á Hamas um at lata allar gíslarnar, ið felagsskapurin framvegis hevur sitandi sum fangar í Gaza [...] Reyða Krossi, sigur forsetin í altjóða Reyða Kross-nevndini, Mirjana Spoljaric. Tað eru tíðindastovurnar NTB og Dagbladet, sum bera hesi tíðindi úr Ísrael tíðliga seinnapartin í dag.
Landsstýrið ætlar, at í mesta lagi 500 springarar kunnu haldast til um árið. Nýggja hámarkið er eitt fyribils átak. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sendi í síðstu viku uppskot um broyting í grindakunngerðini [...] verður tøkt í 2023 ella 2024. Tá ið metingin hjá NAMMCO er tøk, verður hámarkið eftir ætlan tillagað. Nýggja hámarkið kemur í kjalarvørrinum á eftirmetingini hjá landsstýrinum eftir springaradrápið í Skálafirði [...] Skálafirði í fjør, tá ið 1423 springarar vórðu hildnir til. Landsstýrið staðfestir í sama viðfangi, at føroyingar eiga rættin at gagnnýta tilfeingið í havinum burðardygt, eisini hval og springara. Føroyingar
teir mongu, sum fara í Parkina í kvøld, er tað spennandi at frætta, um Todi Jónsson verður á liðnum hjá FCK. Tá liðini spældu í London var Todi við síðstu minuttirnar. Kim Brink tykist í løtuni at halda meiri [...] Í kvøld verður tað meiri spennandi hjá FCK og teirra viðhaldsfólkum, enn tað nakrantíð hevur verið í stuttu søguni há felagnum. Chelsea er komið til Keypmannahavnar, og í kvøld klokkan 19 føroyska tíð [...] sær plássið í hattinum, tá lutur fríggjadagin verður drigin um, hvussu liðini skulu dystast í næsta umfarinum. Men tað verður undir øllum umstøðum spennandi. Danski vinkulin Fyri fótbóltshugað í Danmark
oljuvinnuni. Manningin sigur seg í fyrsta lagi fegnast um, at so nógvir føroyingar hava arbeiði í oljuvinnuni í Norðsjónum. - Tað er stívliga eitt ár síðan, at Sp/F Team Beredskab í Havn yvirtók tvey stór su [...] norska reiðarínum, Simon Møkster Shipping AS í Stavanger. Við hesum kom Merkið at hanga í mastrini á enn einum skipi, sum hevur sítt virksemið í oljuvinnuni í Norðsjónum. Nøgd manning Manningin á Prosper [...] frætta tíðindi heimanífrá. Sum eitt íkast til tíðindaflutningin, hevur manningin á Prosper, sum siglir undir føroyskum flaggi, í stuttum greitt okkum frá tí arbeiði, sum skip og manning gera í oljuvinnuni
Nógvir fóru í skipsfiskiskapinum undir Íslandi. Eitt nú misti Kjølbro fýra skip við 44 monnum á Suðurlandinum: Kristina í 1920 (16 menn), Ernestina í 1930 (9 menn), Phi-Phi í 1933 og Fossanes í 1938 (19 menn) [...] halda, at mangt er undarligt nú á døgum. Í skúlanum lærdu tey, at veðrið í Íslandi og í Norðurhøvum yvirhøvur skuldi vera meiri ótespuligt, enn tað var hjá teimum í Sveis og har á leið. Tey hava umvegis [...] áhugavert og læruríkt um at vera til lands í Íslandi í bókini, sum kom út í 1980. Fleriri ár frammanundan hevði hann havt samrøður við gamlar menn, sum høvdu verið til lands í Íslandi undan 1. heimsbardaga og einstakir
So er onnur vika farin í gongd, og í gjár tann 28. august 2023 var eitt revsimál á skránni hjá Eystara Landsrætti. Málið snúði seg um vitnihóttanir og sostatt brot á revsilógina. Ein 29 ára gamal maður [...] ákærdur fyri at hava hótt fyrrverandi unnustu sína og onnur eftir lívinum. Hetta var í sambandi við, at hon var vitni í einum øðrum revsimáli móti honum. Eystari Landsrættur staðfesti dómin frá Føroya Rætti
vinna seg í HM endaspælið í hondbólti fyri menn í 2023. Tað er ikki hissini mótstøða, sum seinnapartin í dag bíðar føroyska liðnum í Wunderino Arena í Kiel, norðurtýska havnarbýnum og høvuðsstaðnum í landspartinum [...] Týskland tvær ferðir vunnið seg í HM finaluna. Í 2003 tapti Týskland 34 – 31 ímóti Kroatia. Tá var endaspælið í Portugal. Í 2007 vann Týskland HM. Tá vóru týskarar á heimavølli, og í finaluni vunnu teir 29 – [...] verður í 2024. Á veg ímóti hesum málinum hava hondbóltsmenninir staðið seg so væl, at teir í dag og aftur leygardagin hava møguleika at vinna seg í HM endaspælið, sum eftir ársskiftið verður í Póllandi
Fyrsta umfar í kappingini um løgmanssteypið er á skrá í dag og í morgin. MB og Royn eru ikki við í kappingini, og lutakastið lagaði seg soleiðis, at NSÍ vann seg beinleiðis í fjórðingsfinaluna. Í dag eru fýra [...] fýra dystir, og í morgin vera tað tríggir dystir í fyrsta umfari. Størsti favoritturin í fyrsta umfari er Víkingur, sum hevur vunnið 19 tær seinastu ferðirnar í landskappingini. Í góðveðrinum fara víkingarnir [...] Tá verður tað í Trongisvági. Og so er tað dysturin í Klaksvík, har HB verður gestur. HB hevur longu vunnið tvær ferðir ímóti KÍ í ár. Í stórsteypadystinum endaði tað 3-2 á Tórsvølli, og í landskappingini
gull. Í innleiðandi umførunum rann bert ein rennari skjótari enn 46,02, tí eru vónirnar hjá Jónasi um heiðursmerki stórar. Jónas Isaksen umboðar danska landsliðið til EM, tí Føroyar ikki eru limur Í IAAF [...] Finalan verður klokkan 16.52 og sæst her: https://allathletics.tv/championships/ea-u20-jerusalem-2023
Í dag 26.januar 2023 fingu 18 næmingar prógv, sum heilsurøktarar á Heilsuskúla Føroya. Á myndini eru teir, aftara rað frá vinstru: Olga Dys Hansen Streymnes, Elisa Augustinussen Vágur, Irdi Elisa Andreasen