Í morgin verður hátíðarhald á Fossanesi

Her verða forvitnisligar myndaframsýningar frá árunum 1983-2023 at síggja, og myndirnar verða vístar á stórum telduskíggjum.

Í morgin, leygardagin hin 11. november, verður 40-ára føðingardagur hjá skúlanum á Fossánesi.  

 

Dagurin verður hildin seinnapartin í morgin frá klokkan 14 til 17, og her verður ymiskt á skránni.

 

- Skúin verður opin. Møguleiki verður at hyggja seg um á skúlanum, og øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Tað siga tey í Hvannasunds kommunu.

 

Á skúlanum verða myndaframsýningar frá árunum 1983-2023, og hesar verða at síggja á stóru telduskíggjunum inni í flokshølunum og í felagshølinum. 

 

- Lætt ábit, kaffi, te og sunkist verður at fáa í fimleikarhøllini. 

 

Klokkan 15 í morgin verða røður, felagssangur og sangframførsla hjá skúlakórinum í fimleikahøllini. 

 

Í Hvannasunds kommunu bjóða tey øllum at vera hjartaliga vælkomnum til hátíðarhaldið, nú skúlin á Fossanesi hevur 40 ár á baki.