– Eg eri ikki ímóti at føroyingar keypa sær elbil, tí eg haldi at tað er fínt, at fólk fáa sær elbil. Tað segði Brandoy, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin. Løgtingið hevur akkurát samtykt, at skipanin, har tey, sum fáa sær elbil, sleppa undan at rinda avgjøld til landskassan, skal halda fram.
Men tað heldur Brandur Sandoy, í roynd og veru er heilt hol í høvdið, sum hann tók til, tá ið Løgtingið viðgjørdi málið.
Hann hevur roknað seg fram til, at hvørja ferð, onkur keypir ein elbil, fær landskassin einar 150.000 krónur minni í inntøkum. Og verða 50 elbilar seldir, missur landskassin 7,5 milliónir í inntøkum. Og koma 10.000 elbilar til landið, missur landskassin samfulla 1,5 milliardir.
Hann heldur at tað frægasta við hesum er, lógin um at tey, sum keypa elbil, sleppa undan avgjaldið, er avmarkað, tí hon skal niðurlagast aftur frá 2023.
Men skuldi hon verðið longt, og allir bilar í landinum, ella einir 30.000 bilar, skulu verða elbilar, og allir skulu sleppa undan avgjaldi, fer tað at kosta landskassanum 4,5 milliardir. Tað er meiri enn ein heilur Suðuroyartunnil kosta, sigur Brandur Sandoy.
Men hann leggur afturat, at samstundis er tað bara eini níggju prosent av útlátinum av vakstrarhúsgassi í Føroyum, sum stavar frá bilum.
Brandur Sandoy førdi fram, at allar hesar inntøkurnar, landskassin missur, skulu so finnast onkra aðrastaðni og tí kann tað vera skjótt, at vit skjóta okkum sjálvi í fótin við eini skipan, sum hesari.
– Tær inntøkurnar, landskassin missur av hesum kundu verðið brúktar til so nógv annað. Eitt nú kundu tær verðið brúkar til at umvælt vegir og tunlar og brýr fyri, leggur hann afturat.
Men ístaðin fyri tað, vilja vit heldur geva vælbjargaðum føroyingum almennan stuðul til at keypa sær ein elbil fyri, sigur hann. Hansara áskoðan er nevniliga, at tað eru mest tey vælbjargaðu, sum hava ráð til at útvega sær elbil.
Hann sigur, at bilasøla er eitt munagott, fíggjarligt grundarlag hjá samfelagnum og skulu vit lata alt, sum brúkar grøna orku, sleppa undan avgjøldum, mugu vit finna aðrar inntøkukeldur ístaðin. So er tað lættari at lata vera við at stuðla bilakeypi, leggur hann afturat.
Sostatt gjørdi Brandur Sandoy greitt, at hetta uppskotið hjá samgonguni kundi gott fara í skrell fyri hansara skyld. Men hann legði kortini afturat, at hann er við í samgonguni, so hann atkvøður eisini við samgonguni í hesum máli, og sostatt fer hann at atkvøða fyri.