náttúru, og okkara góða umhvørvi, sum hevur alt at siga fyri lívið á klettunum. HALDA vit ikki havumhvørvi okkara reint, so er ikki lætt at selja okkara fiskavørur. Fiskurin, sum svimur í heimsins reinasta sjógvi [...] er stórur. FORVITNISLIGT var eisini at síggja, hvussu nógv næmingarnir við teir ymsu skúlarnar høvdu fingið burtur úr teimum døgunum, tey høvdu arbeitt við ávísum evnum, sum høvdu við náttúru okkara at [...] okkum vantar ein heildarpolitikk á hesum øki. Vit hava fleiri lógir umhvørvislóg, náttúrufriðingarlóg, lóg um áir, hegn, skógfriðingarlóg o.s.fr. men vit hava framvegis onga náttúrufyrisiting. Harafturat
øðrvísi enn væntað tá hann sigur, at nú hevur Javnaðarflokkurin endiliga víst seg sum ein rættan sjálvstýrisflokk, sum vil loysa frá Danmark. Flokkurin verður skuldsettur fyri at hava víst veikleika, tí [...] henni treingir ábøtur, men sum í so nógvum ørðum førum gongur løgmaður við bindi fyri eyguni. KOMIN er tíðin at vísa størri ábyrgd, at taka við størri avbjóðingum og vísa, at vit kunnu stýra í egnum landi [...] okkara er ikki ein veikleiki,men ein styrki. Henda avgerð vísir, at flokkurin vil taka upp hetta evnið, sum annars er viðbrekið, tí í flokkinum eru bæði sambands- og sjálvstýrissinnað. FLOKKURIN viðgjørdi r
ressoursirnar, sum fólkini her eiga, so er talan um ein heimspart, sum uttan iva fer at hava stóran týdning fyri búskapin í heiminum sum heild, tá vit fara inn í næstu øld. Og hugsa vit um ta menniskjansligu [...] ein sera týdningarmikil partur av Norðurlondum, sum ikki bara kann gloymast. Hetta var eisini nakað, sum hin føroyskir limurin, Jørgen Niclassen tók fram. VIT kunnu ikki annað enn taka fult og heilt undir [...] hesi gera vart við, at tað eisini er ein norðurlendskur heimur uttan fyri Eystursjógvin. Fyri okkum stendur tað eisini púra greitt, at so við og við, sum umheimurin og har eisini hini norðurlondini, av álvara
landsstýrismanninum í kommunumálum, sum í fullum álvara tosar um at tvinga kommunur at leggja saman. Hetta er púra burtur við. Vit kunnu halda tað vit vilja um, at vit í Føroyum hava hálvthundrað kommunur [...] At Føroyar eru eitt oyggjasamfelag setur eisini serlig krøv. Sjálvandi kunnu vit ikki krevja, at somu tilboð verða í øllum bygdum í landinum, men vit eiga at gera skipanirnar soleiðis, at allir borgarar [...] Heldur eiga vit at broyta kommunuskipanina soleiðs, at talið á kommunum ikki verður so týdningarmikið. Í dag fer meginparturin av útreiðslunum hjá kommununum til lógarbundnar útreiðslu, sum kommunurnar
ábyrgd á teimum, sum skulu gera niðurstøðu í bankakanningini. At hetta málið so nakrantíð er komið so langt sum til at neyðugt er at kanna allar umstøðurnar rundan um bankabjarging ol. kunnu vit fyri ein stóran [...] viðgongd, sum tey hava í dag. JAVNAÐARFLOKKURIN vil finna millumleiðina eins og hann hevur gjørt so mangan áður. Hann sær vandar í teimum ekstremu sjónarmiðjunum men heldur samtíðis, at vit sum partur av [...] høvuðsevnið til komandi val. Okkurt kundi bent á tað, nú vit í eina tíð hava sæð eina polarisering millum samband og tjóðveldi og nú javnaðarflokkurin eisini vil vera við í hesum orðaskiftinum- men har hann leggur
fastar í eini støðu, sum er tikin út frá 50 ára gomlum fortreytum. Danmark er í dag eitt annað samfelag, enn tað var í 1948. Og Danmark er eisini partur av einum størri samfelag (ES), sum vit hava valt ikki [...] ikki at vera partur av. Um vit vilja tað, ella ikki, so eru broytingar neyðugar. Vit skylda eisini uppvaksandi ættarliðnum, at viðurskiftini verða so greitt skipað, at tað til eina og hvørja tíð er Føroya [...] gera av, um vit framhaldandi skulu verða í ríkisfelagsskapinum Javnaðarflokkurin hevur nú eisini boðað frá, at hann aftur fer at leggja fyri tingið uppskot um setan av stjórnmálanevnd, sum skal viðgera
vælferðarsamfelagið. Vit vita, at nógvar nýggja avbjóðingar standa fyri framman, men her fer javnaðarflokkurin at finna skilagóðar loysnir - loysnir sum tæna tí einstaka og fjøldini. Vit fara ikki at byggja [...] okkara næstu grannalondum, men eisini í fleiri øðrum londum, serstakliga í vestureuropa, hevur sett sín avgjørda dám á rikna politkkkin í hesi øldini. Tað er hesin politikkurin, sum hevur skapt tey bestu og [...] skapa vælferðarsamfeløg, sum tryggjaðu borgarunum góð og mansømilig kor. Í ØLLUM TEIM londum, har javnaðarpolitikkurin hevur havt avgjørda ávirkan á rikna politkkin, kunnu vit staðfesta, at arbeiði hevur
hevur ikki sama virði sum tað, ið kann skapa sensatiónir, væl sagt við negativum forteknum. HENDING í landsstýrinum í gjár var eitt dømi um nakað, sum gongur væl, sum er positivt og sum hevur rós uppiborðið [...] positiva, sum fer fram í einum samfelag, fær ikki somu umrøðu sum tað ringa og positiva. Tað er líkasum at nýggjheitin skal altíð skal hava ein negativan ella yvirkrittiskan brodd. At tað er nakað, sum gongur [...] senda okkara egnu fólk av landinum á skeið og vit sleppa lutvíst eisini undan at skula taka útlendingar til Føroyar fyri at undirvísa. Vit gera alt hetta sjálvi við at útbúgva lærararnar til endamálið.
tað er okkurt sum bendir á, at vit aftur eru við at nærkast eini ella aðrari landsumfatandi kreppu. Hetta søgdu bankastjórarnir ikki beinleiðis, men tað er klárt, at hetta stendur eftir sum ein ósvaraður [...] fer at tyngja landskassan , sum so aftur verður noyddur at fara út til fólk eftir meiri skatti. Tá tey fyrstu skulu til at gjalda meira fyri sethúslánini megna tey ikki eisini at gjalda hægri skatt. Hetta [...] munnu hugsa. Hví hevur hesin maður, sum sigur seg umboða ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk einki sett av til at niðurgjalda skuld við. Er tað ikki nettup hetta, sum hansara flokkur annars vil taka patent
talan jú um eina álvarsliga dálking, ið eisini kann hótta fisk og harvið menniskju um okkara leiðir. VIT føroyingar liva av fiski og tí havi gevur, og tí eiga vit at geva hesum málinum stóran ans. Land [...] talan um mál, ið eisini vit føroyingar eiga at vísa stóran áhuga. At eitt øki uttan fyri Dounreay er stongt fyri veiðu er í sær sjálvum ein álvarslig ávaring. Hvør sigur, at ikki fiskur, sum hevur verið í [...] tekur málið til viðgerðar og biðjur bretar um eina frágreiðing. Vit eru næsti grannin og tá vit liva av fiskinum í havinum er tað eisini so upplagt, at ein slík áheitan kemur úr Føroyum.