Í 2023 doyðu fimm fólk, tá kavbáturin Titan, sum var á veg niður í dýpið til vrakið av Titanic, sprongdist. Nú vísir kanningararbeiðið, at kona eigaran av OceanGate-fyritøkuni, Stockton Rush, sum stóð [...] Umborð í skipinum móttóku og sendu tey tekstboð til mannngina á Titan, meðan kavbáturin var á veg niður í dýpið. Sambært serfrøðingum var tað karbon-skrokkurin á kavbátinum, sum sprongdist inneftir í stóra [...] frammi áður. Í dokumentarinum verður eitt nú avdúkað, at kona leiðaran av OceanGate, Wendy Rush, hoyrdi spreingingina, tá maður hennara saman við fýra øðrum læt lív. Wendy Rush var nevniliga umborð í skipinum
onkrar boytingar gjørdar, sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS. Umframt Bónus eigur og rekur SMS eisini Miklagarð í SMS, allar Mylnurnar í Havn og Brotið í Saltangará. – Nú er komið fram, at Bonus á Glyvrum [...] handlin kann standa klárur á ólavsøku. ---- FAKTA Bónus hevur hesar handlar: Bónus í Miðlon í Havn Bónus í Klaksvík Bónus í Miðvági Bónus á Tvøroyri Bónus á Glyvrum, sum flytur til Saltangará [...] bygdur á horninum við Karlamagnusarbreyt og Atlagøtu í Hoyvík. Tað er Bónus, sum er farið undir at byggja fyrsta handilin í ætlaðu handilsgøtuni í Hoyvík, Karlamagnusarbreyt. Tað er gøtan, sum gongur frá
máltalvuni heilt skjótt. Eitt korter inn í seinna hálvleik var støðan 20-23, og so høvdu hoyvíkingarnir av álvara fingið luft. Teir loyvdu á ongan hátt StÍF aftur í dystin, sum altso endaði við tryggum útisigri [...] móti Kyndli seinasta vikuskiftið. Hvørt tað var bragdliga byrjanin hjá VÍF í Vestmanna, sum var atvoldin, er ilt at siga. Men í øllum førum kom annað skil á spælið hjá H71 eftir steðgin. Stóra verjan fekst [...] hinvegin um vónbrot, sum av álvara kastaði skugga á góðu avrikini hjá liðnum í seinastuni. Enn er liðið tó hampuliga væl fyri í kappingini, og enn eiga teir heimadyst á móti Kyndli. Ein dystur, sum væl kann
til, at tøkni frá Huawei ikki varð brúkt í útbyggingini av 5G farnetinum í Europa. Í Føroyum var ætlanin at brúka Huawei tøkni í 5G útbygging, men hetta varð slept. [...] Huawei hevði eitt gott ár í fjør, hóast fleiri vesturlendsk lond mæltu til at boykotta tøkni frá fyritøkuni. Ritzau skrivar, at Huawei seldi fyri umleið 675 milliardir krónur í 2023, og tað var tíggju prosent [...] var umleið 83 milliardir krónur, og tað var tvífalt so stórt sum í 2023. Miðilin CNBC skrivar, at serliga sølan av snildfonin Mate 60 Pro í Kina hevur stuðlað upp undir góða úrslitið. – Hóast nógvar avbjóðingar
Hesi tíðindi skrivar tíðindastovan Ritzau í morgun úr tíðindaskrivi frá Hugawei: »Nógvir danir seta Føroyar í sambandi við vakra náttúru, fiskivinnu og laksaaling, men nú er greitt, at Føroyar yvirhálar [...] 5G. ##med2## – Vit hava ein sterkan samstarvsfelaga í Huawei, sum vit nú hava samstarvað við í fleiri ár, og eg gleði meg til at taka nýggju tøknina í brúk. Føroyar verða enn betri knýttar – bæði millum [...] Føroyar hava nógvar landafrøðingar avbjóðingar í sambandi við fullan mobildekning, tá fjøll eru allasttaðni. Kortini hava Føroyar havt sera góðan mobildekning í nógv ár. – Seinastu árini eru føroyingar vanir
krumtapppurin í føroyska búskapinum í áratíggjunum báðumegin aldarskiftið 1800 til 1900 – framstig! Og so kom heimskreppan og ófriðarligar tíðir, og alt broyttist, eisini ognarviðurskiftini í ymsu virkjunum [...] ymsastaðni. Í dag er hetta ein betongfløta at goyma timbur á – eingi mótmæli - framstig! Í sildatíðini um heystarnar og út á veturin vóru sildatunnur allastaðni á havnalagnum og uttanum. Stakkarnir í løgum á [...] øllum slógvi frá fiskavirkingini. Tað varð lastað í lastbilar og stoytt útav úti á Urðingarhálsi oman fyri Ásdal. Seinni árini stóð slógv í dagavís í køssum úti á keiini, inntil teir fingu arbeitt tað
umhvørvi, at tú fært okkurt aftur frá næmingunum í undirvísingini, og at tað er friður at undirvísa. Ein av trupulleikunum, sum í dag fyllir meir og meir í skúlanum eru næmingarnir, sum onki tíma og sita [...] og læring sum heild. Vandi í hvørjari vælferð Ongantíð fyrr hava børn og ung - í skúlanum er hetta næmingar - havt so góðar møguleikar at fáa eitt gott og gevandi lív sum í dag, bæði at røkja egin áhugamál [...] hava yvirtikið róðrið bæði í floksstovuni og heima. Í dag skal forhandlast og kjakast um alt, og foreldrini megna ikki at halda fast, sigur leiðarin av “Familiecenter Løvdal” í Helsingør, Tryggvi Kaldan
kinesiska despotinum, Mao-Tse-Tung, í einum fittligum sprossaglugga úti á Reyninum í heimsins nalva. Tórshavn. Hetta var í sjeytiárunum. Tærið rakk ikki og mundi fara til botns í íðuni, sum var uppi, táið hin [...] Verður lopið á aftur, og onkur heldur at tað er í minna lagi av granatroyki í mýrulendinum, so liggja nakrar politiskar handgranatir eftir í skápinum, her í bunkaranum á Langanesi, klárar at leypa út - skuldi [...] verið, og frameftir fer at vera, meginásin í øllum tí, sum fyriferst í okkara parti av heiminum. Teir finnast, sum í sjálvsørsku hava roynt at hildið seg framat, sum kappingarneytar. Symptomini, standmyndirnar
settur í bás, tí fólk flest hava eina hugmynd av teimum, ein marglittur skari, sum hevur funnið saman um rossini. Og ofta eru tað familjur, har áhugin gongur í arv. - Lützen, Mohr, Hansen og Í Horni, sum [...] Albert, Carl og pápi mín Hannis í Horni kend ríðingarfólk, ið vunnu nógvar premiur í kappríðing, serliga frá 1921 - 1929. Pápi mín, sum nú er 95 ára gamal, vann t.d. 1. premiu í 1925, 1926, 1928 og 1929. Hetta [...] upplivir tú eisini spenningin, sum tú kanska saknar í gerandisegnum. At uppliva ferðina og renningarlagið og at yvirganga teg sjálvan í góðum samlagi við rossið í kapprenning á túrum ella undir skipaðari kappríðing
vitjani á Sandportal.fo. Sandoyarportalurin ber so at siga øll tíðindi. - Mær dámar væl at skriva um fisk, og so leggi eg eisini andalig tíðindi inn. Í veruleikanum øll sløg av tíðindum, sigur Terji Dalsgaard [...] Sandportal.fo. - Hann hevur fingið ógvuliga góða undirtøku. Ein dagin í farnu viku høvdu vit 298.000 klikk, og tað er allastaðnis frá í heiminum. Flestu uttanlands vitjanir eru úr Danmark, síðani Noregi, [...] portalurin er her í oynni, so verður tað nógv lokalt eisini. Talan er um øll sløg av tíðindum, men nakað, sum eg havi lagt til merkis við portalum er, at teir ikki hava so nógv andalig tíðindi, og tað ætla