tórbjørn jacobsen
??????????????
Konan sigur við hann: "Eg veit, at Messias kemur; tá ið hann kemur, skal hann kunngera okkum alt." Hetta lesa vit um í Jóhannesar evangeliinum, fjórði kapitul, ørindi 25. Sendur av Guði at frelsa og broyta mannaættina, og tað dylist ikki, at hesin miðeysturlendingurin í tvey túsund ár hevur verið, og frameftir fer at vera, meginásin í øllum tí, sum fyriferst í okkara parti av heiminum.
Teir finnast, sum í sjálvsørsku hava roynt at hildið seg framat, sum kappingarneytar. Symptomini, standmyndirnar sum síggjast um allan heim, og sum teir hevjaðu í loftið, um og av sær sjálvum, eru eftirglóðir av fáfongd, hugmóð, materiellari tráan, valdstrongd, konspiratiónum og eirindaleysari egoismu. Lenin, Stalin, Mao, Hoxha, Hitler, Il Sung, Peron. Sama trendin herjaði einaferð Føroyar, men stuðulin til hendan devilskapin rakk ikki longur enn til eina lítla bringumynd av kinesiska despotinum, Mao-Tse-Tung, í einum fittligum sprossaglugga úti á Reyninum í heimsins nalva. Tórshavn. Hetta var í sjeytiárunum. Tærið rakk ikki og mundi fara til botns í íðuni, sum var uppi, táið hin kendi telduposturin mælti handgingnum lakajum til at knúsa einastu veruligu sjálvstýrissamgongu, sum eftir seinra heimsbardaga, hevði roynt eitthvørt á røttu leiðini fram ímóti teimum frælsu Føroyum. Lenin sat á sinni suðuri í Sveits. Khomeini og Ho Chi Minh sótu í París. Tú kanst ivaleyst royna at stýra eini revoltu úr øðrum metropolum eisini, úr London t.d., men tað er ongin trygd fyri, at tað eyðnast. Kanska gevur tað baksláttur. Og tó.
Mentanarnevndin hjá Løgtinginum hevur verið kunningarferð í Álandi nú um dagarnar. Frálík ferð. Góð kemi millum luttakaranar. Tvørturum floksmørk. Ongin trupulleiki. Trupult tó, at kunna seg um viðurskiftini heima, táið tú ert so langt av landi skotin, men skilji at galdranin hevur verið øgilig, av einum sakleysum lesarabrævi, sum undirritaði skrivaði Sosialinum seinasta fríggjadag. Ikki sørt, at tað eisini er eitt slag av heimsmeti í hesum, at ein lítillátin og snøgg viðmerking endar sum framsíða í einum av stóru bløðunum í landinum sama dagin, sum hon er send blaðnum. Tað var nú teirra val.
Skilji at alt er sett upp eftir kanti í málinum. Menn og kvinnur hava verið úti við møbilbankaranum hesar dagarnar, og alt er líka so einsíðugt, sum tað plagar, tá ið bara ein partur í málinum sleppur framat miðlafossinum. Ein, sum sigst at hava verið dirigentur í Reyða Kórinum, ið var deild undir hegemoninum hjá teimum serliga útvaldu, lanseraði alvaldandi snúningsásina hjá republikanarunum tað eina kvøldið. Átøkur skáldaðum mini-formati av einum messias, politiskum í hvussu er, reiggjaði hann svørðinum, - okkurt slag av flugufektaríi mundi tað vera, táið nú konstrueraði og tilsvínaði mótstøðumaðurin ikki var har. Varð spurdur høgligar spurningar og til endans insinueraði so spyrjarin, at viðmerkjarin í Sosialinum hevði logið áður, hvør skal siga, so lýgur hann sjálvandi hesaferð eisini, ella hvørja ferð hann opnar gákin. Neyvan ein journalistisk finta úr Áarósa. So subjektiv sum hon er. Meira gróðursett í politiskum fordómum. Ella persónligum alliansum. Tann lygnin var nú eitt produkt av einum tíðindaskrivi, sum lítli messias, saman við onkrum øðrum, eftir sjálvsagdum kravi frá Anfinni Kalsberg, sendi fjølmiðlunum uppá nakkan á undirritaða, kommunuvalkvøldið í 2000. Fyri knappliga fýra árum síðani.
Formaðurin í aðalstjórn floksins sigst eisini at hava verið úti við rívuni. Og er rætt endurgivið, so skilst á lagnum, at tað finst ein higartil ókend flokssamtykt í Tjóðveldisflokkinum, sum áleggur øllum tjóðveldisfólki onga aðra meining at hava, um nakað sum helst, enn effinett hana, sum til eina og hvørja tíð kann stinga seg uppá formannin. Ein fjaðursárur fuglfirðingur skal eisini vera lopin út úr politiska vokskabinettinum. Lítið áhugavert, men paradoksalt allíkavæl. Serliga hjá teimum sum minnast øll tárini, venanina og eymkanina um allan tann óndskap honum varð fyri, táið formaðurin roytti politisku bøllingarnar undan honum á sinni. Og so hesin framsøkni Klæmint Østerø, formaður Eysturoyar Tjóðveldisfelags; velji at trúgva, at hann hevur havt eina veika løtu tá ið hann úttalaði seg, vældopaður av poltiskum svampi úr Hoyvíkshaganum, og at hann í hesum andarhaldinum hevur hugsað meira við hvøssu albogunum enn við tí sum kanska finst ímillum syllarnar á loftinum.
Í rangsnúgvingini skeivglaðist málið. Totalt. Kanska tí, at bara tann eini parturin slapp til orðanna. Og er nú enda sum eitt persónsmál ímillum Høgna Hoydal og Tórbjørn Jacobsen. Harvið er substansurin steindeyður.
Og hvør var og er so hesin?
Jú, hann er, at Høgni Hoydal, eftirhondini ein pseudomessias hjá gjeikarum og lesbiskum føroyingum, royndi at lata seg í eitt politiskt kot, sum tíanverri ikki rakk út á akslarnar. Seymurin skræðnaði niður eftir bakinum.
Hann hevst hvassliga at landsstýrismanninum í innlendismálum, tí hesin ikki er sinnaður at leggja málið um skrásett parlag fram á ting. Nú kann ein meina um Jógvan við Keldu hvat man vil, men av persónligum og ivaleyst líka so nógv av realpolitiskum orsøkum ætlar hann sær ikki at gera enda á eini sjey mánaða gamlari samgongu. Hetta er bara vanligur valdspolitikkur. Pragmatisma. Kommon sensur. Snúsfornuft. Og sjálvt um eg eri rúkandi ósamdur við hesa samgonguna, serliga í sjálvstýrismálinum, so skilji eg støðuna til fulnar. Eingin við síni fullu fimm hevði sett sítt vald uppá spæl fyri nøkur juridisk aspektir í viðurskiftunum hjá einum evarska lítlum minniluta, og sum annars, til dagligt, sleppur at liva sítt egna frælsa lív, á sama hátt sum allir aðrir borgarar. Høgni Hoydal hevði heldur ikki sett sítt vald yvir stýr av hesi orsøk, og tað var tað, sum víst varð á í viðmerkingini, "Er homosexualitetur etandi", seinasta fríggjadag.
Orðið yvirtøka var ikki til sum hugtak í føroyskum politikki, frá tí at samgongan varð skipað í 98 og fram til samtyktina um sjálvstýri Føroya fólks, sum varð atkvødd ígjøgnum tingi 20. apríl 2001. Eitt undantak var tó nevndin, sum varð sett niður at fyrireika yvirtøkuna av fólkakirkjuni. Hana setti Signar á Brúnni niður, og eg veit hvussu hann varð húðflongdur fyri hesa gerð, tá ið vanligar yvirtøkur vóru ósambæriligar við skipaðu loysingina, skipanina av føroyska statinum. Ávirkaður av arbeiðnum hjá Maritu Petersen í málinum, legði landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum og varaløgmaður, Høgni Hoydal, fram ríkislógartilmæli um hjúnabond hin 5. mars 1999. Hetta var onki annað enn ein dagføring av donsku lógini, sum var í gildi frammanundan. Í viðmerkingunum hjá Hoydal, í hesum sama tilmæli, stendur skrivað: "Ígildissetan av nýggju hjúnabandslógini er sostatt fyrsta stigið móti, at øll tann familjurættarliga lóggávan verður dagførd, og tær lógirnar, sum íresta, eru rættarvirknaðarlógin, myndugleikalógin, barnalógin og ættleiðingarlógin." Altso, lá ongin onnur ætlan á borðinum hjá landsstýrismanninum tá, enn at leggja fram fleiri donsk ríkislógartilmælir, í hesum sama familjurættarpakka. Undantikin var tó parturin um skrásett parlag. Tí spurdu vit báðir Kristian um hetta. Tað gekst illani at fáa eitt eintýðugt alment svar av røðarapallinum, men í korridorunum fingu vit so at vita, at samgongan helt ikki til, at tann parturin av danska familjurættarpakkanum ætlandi skuldi leggjast fram eisini. Tí var hann skvisaður í viðmerkingunum. Og at tosa um yvirtøkur í 99, sum tað stendur skrivað í hesi greinini hjá Edvardi Joensen, eftir at hann hevur samrøtt Høgna Hoydal, tað er reint humbukk. Landsstýrið sat og fyrireikaði samráðingar um skipanina av føroyska statinum, og tað lá als ikki í kortunum, at yvirtøkur vóru ein partur av tí konseptinum. Tvørturímóti. Tað vita øll, sum bara hava eitt vet av innliti í politisku gongdina tey árini. Hvussu skuldi landsstýrið eisini yvirtaka danskar funktiónir í Føroyum og í somu syftu skipa statin eftir einum degi, hetta er andsøgn, ið er sum eldur og vatn.
Síðani hoyrdist lítið og onki til hetta málið aftur fyrrenn samtyktin um Føroya fólks kom í ljós. Var sjálvsagt ein partur av nýggja koyriplaninum hjá fullveldis-landsstýrinum. Lítið frættist tó frá ætlanum og úrslitum. Sheriffurin í Klaksvík mundi eiga meginverkið í so máta, tá ið hann høgdi 366 milliónir av ríkisveitingini um ári og steðgaði danska prísvøkstrinum á hesum sama. Einasta bragdið øll árini.
Ein nýggj samgonga kom burturúr valinum á vári 2002. Hendan ætlaði, sambært samgonguskjalinum, bæði eitt og annað. Lítið og onki kom tó burturúr. Ein Rúni Joensen, sum varð settur aðalstjóri av Høgna Hoydal, ímóti tilráðingini frá setanarnevndini, og sum nú er aðalstjóri hjá Jógvani við Keldu, sum hesin sami Høgni er farin at harta í málinum, tykist vera blivin eitt slag av lobbyisti hjá síni gomlu ungamammu. Sum tíðindi sigast vera borðin, ímeðan vit hava verið skotin av landi, so var alt at kalla klárt at leggja fyri tings, eisini lógin um skrásett parlag, tá ið undanfarna samgonga skræðnaði. Sum Hoydal sigur í viðtalu við Edvard á Sosialinum: "Ta ferðina skuldu vit yvirtaka alt málsøkið og gera tað føroyskt. Í dag verður tosað um at seta eina danska lóg í verk, sum kortini ikki er nøkur heil donsk lóg, tí tann parturin, sum snýr seg um juridisk rættindi hjá samkyndum, skal takast burturúr."
Tað er upplýst úr innlendismálaráðnum fyri kortum, gangi út frá at Rúni Joensen er ráðgevi tá slík tíðindi fara úr ministeriinum, at tað fer at taka fleiri ár, eini 4-5 ár at smíða hesar lógirnar á familjurættarøkinum í føroyskum sniði. Hvørji vóru so hesi lógaruppskotini, sum at kalla lógu klár at leggja á tingborð. Ájú, júst tey somu ríkislógartilmælini, sum nevnd vóru í viðmerkingunum til hjúnabandslógina í 99. Dagføringar av donskum lógum. Einki annað. Hinar vóru ikki og eru heldur ikki tøkar, og vera tað heldur ikki tey nógvu næstu árini, líkamikið um landsstýrismaðurin eitur Høgni ella Jógvan. Og málið um skrásett parlag hevði hvørki komið niðan í donskum ella føroyskum sniði. Ikki so frætt sum ein landsstýrisfundur hevði megnað at ekspederað málið niðan í tingi, um so varð. Men hartil kom tað ongantíð, ikki eingang til politiska viðgerð, og so frætt kenni eg Eyðun, Anfinn, Karsten, Páll, Bjarna, Bill og Jacob, at teir høvdu neyvan boygnað undan hóttanum frá Høgna og Annitu. Skilið var júst tað sama í tingsalinum. Tí líkist tað onkrum slagi av manipulatión, tá sagt verður, at hetta var ætlanin. Verkliga bar og ber ætlanin ikki til, ella kunna vit fáa at vita frá Høgna Hoydal hvatið hann veruliga ætlaði og hvussu langt føroyska lógarsmíðið, var komið í so máta? Tað eru fleiri sum vita um hetta, tí ræður um ikki at pella. Innlit fæst ivaleyst eisini, um onkur tíðindamaður skuldi havt meiri áhuga fyri málinum enn fyri persónsgallarínum. Annars hevði bara ein politiskur analfabetur funnið uppá at gingið ímóti rákinum fyri eina sovorðna bagatell sum hesa. At latið tað grundbrotið í eini politiskari samgongu av so lítlum. Og so býttur er Høgni Hoydal ikki. So frætt kenni eg hann hóast alt.
Tí noyðist eg at endurtaka, at teir báðir Jógvan við Keldu og Høgni Hoydal eru tvær alin av sama vaðmali í hesum máli. Báðir valdu tað politiskt korrektu loysnina, at skvisa skrásetta parlagi, av realpoltiskum orsøkum. Tí virkar tað eitt sindur unfair av øðrum, at leypa eftir hinum, nú rollurnar eru umbýttar. Hevði leingið eina vón um, at okkara frægi formaður var skeivt endurgivin, men tað sýnist ikki so, tá ið hann enn ikki hevur verið úti og avnoktað partar av tí sum stendur í omanfyrinevndu samrøðu.
Alt hetta málið er tannlað og togað ymsar vegir. Tað sum ivaleyst stendur eftir, nú bara annar parturin, við sínum blindu fylgisneytum, er komin til orðanna, er ivaleyst, at undirritaði skal hava sagt, at Høgni Hoydal yvirhøvur og í øllum gerðamálum skal vera heimsmeistari í manipulatión og eitt lygivætti. Tað havi eg nú ongantíð sagt. Meini tað heldur ikki. Men soleiðis sum gongdin hevur verið í hesum málinum, og serliga síðani Tjóðveldisflokkurin bleiv spentur fyri vagnarnar hjá teimum homosexuellu, so átti omanfyrinevnda søga so søttliga at prógvað, at her er ríkiliga manupulerað og logið. Her er eitt kot skeklað um kroppskinnið, sum ikki rakk út á akslarnar. Men sjálvandi, tað er menniskjansligt at gera mistøk, tað gera vit øll somul hvønn hin einasta Guðs skapta dag, kanska er tað bara sjónskari tá ið eitt slag av einum skurðguði, sum ein annar Ikaros, flýgur so nær sólini, at veingirnir bræðast og tyngdarmátturin frá jørðini ger sína lemjandi innrás.
Nú er tað heldur ikki víst, at orðið manipulerað er so neiligt, sum onkur hevur vilja gjørt tað til. Ein av stóru teinkjarunum frá Chicago-skúlanum, Leo Strauss, ein av fedrunum at neokonservatismuni í bandaríkjunum sigur m.a.: "Fólkið skal leiðast fyri at kunna skyna á góðum og ringum. Summi eru skapað til at leiða, onnur til at verða leidd. Føddi leiðarin er harumframt persónurin, ið hevur ásannað, at moralur ikki finst og at tað bara er til ein natúrliga givin rættur - til at leiða. Hesin er júst rætturin hjá tí yvirmenta at leiða hin undirmenta. Í hinum yvirmenta býr somuleiðis rætturin at nýta vald og at manipulera, fyri at fáa sum frægast burturúr til eina og hvørja tíð."
Ein fuglur sang mær í oyra í kvøld, at onkrir instansir ætlaðu, at undirritaði onkran av døgunum skuldi standa skúlarætt í hesum nú so famøsa máli. Lat meg bara punktera tær ætlaninar beinanvegin. Politiskt standi eg ikki skúlarætt yvir fyri øðrum enn míni egnu samvitsku og mínum egnu veljarum. Ætli mær heldur ikki at verða tvingsilsinnlagdur, at meina tað sama sum onkur annar, um so er at hansara ella hennara hugsanir ganga tvørvegis mínum egnu. Og sum Olav Enomoto segði á Álandsferðini, tað kann ikki vera rætt, at um Høgni Hoydal fær ágagnarbruna, so skal allur Tjóðveldisflokkurin leggjast fyri íla úti á eini hospitalssong á Landssjúkrahúsinum í nakrar dagar. Tá er spektrið vorðið ið so trongt, í hvussu er fyri ein gamlan skipara á Glyvrum. Appropos Jóhannesar evangeliið, so kann frægi formaðurin kunngerða okkum nógv, og tó ikki alt. Hetta verða vónandi míni seinastu orð í hesum málinum, sum er farið at líkjast merkiliga nógv søguni um fluguna, sum varð til ein ella fleiri fílar. Tilætlað ella ikki. Tað spyrst kanska tá ið tað einaferð kemur til sjónar hvørið veruliga stjórnar tí republikanska kamarkórinum.
Verður lopið á aftur, og onkur heldur at tað er í minna lagi av granatroyki í mýrulendinum, so liggja nakrar politiskar handgranatir eftir í skápinum, her í bunkaranum á Langanesi, klárar at leypa út - skuldi tað verið neyðugt.