hetta kortini ikki fór at gerast neyðugt, tí luttøkan fór at vera eitt sindur avmarkað av hesum. Og tó. Hóast leikt varð á 14 borðtennisborðum í báðum hallunum á Eysturskúlanum, so tók tað kortini einar [...] einmansleiki og tvímansleiki vóru avgreiddar, og medaljurnar handaðar. Størri luttøka seinni Vanligt er ikki hjá BTSF at biðja um tilmeldingar til tílíkar kappingar frammanundan, og tí kann vera torført at meta [...] var størri enn væntað, vóru heldur fáir leikarar í nøkrum av teimum hægru deildunum. BTSF ivast tó ikki í, at undirtøkan verður størri, so hvørt tað líður út á veturin. Úrslitini vóru hesi: Pinkur, ein
fyritøkur at seta meiri pening í. Kortini tykist eingin vón vera fyri, at henda bjargingarætlan fer at eydnast, tí tey, sum tóku lut á fundinum leygardagin vóru ikki áhugað at sleppa krøvum sínum. Eingin [...] av støðini skulu halda seg langt vekk frá henni. Teir hava víst, at teir ikki hava ánilsi av hvat tað snýr seg um, og tað er ikki eitt menniskja, sum hevur álit á teimum longur, sigur keldan hjá Sosialinum [...] roknskap at síggja, og tað haldi eg vera løgin mannagongd mótvegis møguligum samstarvsfeløgum. Kortini var eingin beinleiðis niðurstøða gjørd á fundinum leygardagin. Fólk fóru til hús at hugsa um støðuna
gangandi. Tað vísti seg bara vera trupult at fáa lýsarar og tá vit ikki hava havt útvarpsgjald at dúva uppá, so hongur ikki saman. Er tað ikki rein undanførsla, at skylda upp á útvarpsgjaldið? ? Møguliga, men [...] og tí lýstu teir ikki hjá fyritøkuni. Tað er í grundini nokkso væl skiljandi, at ein fyritøka ikki vil knýtast at eini radiostøð, sum er óseriøs. Hví tóku tit sum høvdu ábyrgdina ikki neyðug stig, m. a [...] ð og inntøkumøguleikarnar? ? Eg veit ikki. Tað er møguligt at vit ikki hava verið nóg greiðir um tað, men nøkur fólk eru búgvin til at gera radio, meðan onnur ikki eru tað, staðfestur Finn Jensen, sum
Útvarpinum. Kanningin kann ikki samanberast við aðrar veljarakanningar, tí spurningarnir snúgva seg ikki um tað sama. Teir eru ikki orðaðir á sama hátt, og tí ber heilt einfalt ikki til at samanbera hesa [...] seinasta spurninginum at tað ikki er eintýðugt sum kemur burturúr. Tað er eisini ymiskt hvussu fólk seta spurningin og samstundis eisini ymiskt hvussu fólk svara. Kann ikki samanberast Afturat tí, at John [...] kanningina við aðrar kanningar. ? Nú skal hetta ikki skiljast sum um spurningarnir eru gjørdir einaferð og so kunnu teir ikki broytast aftur, men teir mugu vera »einsljóðandi« skulu teir samanberast. Hann
og tað verður ikki lættari tá leikararnir ikki eru fastir á liðnum. Ungu leikararnir hava trupult við at bera liðið gjøgnum torføru støðurnar, og tað er einki løgið í sær sjálvum. Kortini er neyðugt, at [...] drúgvastu leikarum hjá ÍF í fjrø. Kortini eiga teir royndu leikararnir, sum eru eftir eru at vera so mikið drúgvir at teir klára teir ungu sørvingarnar, men soleiðis skuldi tað ikki verða. Úr Vágum frætta vit [...] smurdir av so ruddilga í Havn, fingu teir í øðrum umfari vitjan av meistaraliðnum úr Fuglafirði, sum kortini er munandi meira tannleyst í ár enn teir vóru í fjør. Sørvingarnir vóru eisini betri fyri leygardagin
ánni hjá TB í ár. Tveir dystir, tveir sigrar og fýra stig í posanum. Ikki so galið, serliga tá havt verður í huganum, at talan er ikki um beinleiðis lættar dystir. Fyrsti dysturin var móti Mjølni, og um [...] Nolsøe, sum vit annars søgdu ikki var við, vann so at siga alt á kantinum. ? Hon slær einastandandi væl, og vinnur øgiliga nógv. Okkara trupulleiki var, at vit vunnu ikki nóg nógv í álopinum, og tað má [...] um vikuskiftið vóru TB-kvinnurnar á Giljanesi og leiktu móti Drátti. Hóast TB vann 2-0, so vart kortini talan um nokkso javnan dyst. »Tie-breakarar« máttu til í báðum hálvleikum, og tað sigur eitt sindur
35 prosent. Jógvan við Keldu skjeyt seg m.a. undir, at hann ikki vildi fara um Leirvíksfjørð tá verkfallið var í vár. Hann hevði kortini ikki mist ivasama heiðurin, um hann møtti á teimum 9 løgtingsfundunum [...] starv í løgtinginum. Undantøk vóru kortini. Eitt teirra, at onnur politiskt størv og hervið býráðsformenn ikki komu undan hesa avmarking. Jógvan við Keldu fremur sostatt ikki lógarbrot, og Torleif Sigurðsson [...] Jógvan við Keldu, sum situr í vælløntum fulltíðarstarvi sum oddamaður í býnum, ikki so mikið sum hevur fasta skrivstovutíð. ? Ikki tað at siga, Jógvan vi Keldu møtir á flestu býráðsfundum, men teir eru allir
umbókast til rakstrarútreiðslur. Finna vit ikki nóg mikið av peningi, mugu vit inn á alt økið og kanna, um peningur kann takast aðra staðni frá. Eydnast tað ikki, mugu vit hava eina størri játtan til økið [...] verður í komandi fíggjarlóg hækkað úr 50 mió. krónum upp til 56 mió. krónur. Veruliga økingin er kortini ikki so stór, sum tølini benda á, tí nógvar umleggingar eru gjørdar. Veruliga økingin er umleið 1 mió [...] boðið út um ikki so langa tíð. Helst ganga eitt til tvey ár, áðrenn stovnurin er klárur at taka í nýtslu. Í blaðnum í gjár segði leiðarin á Serstovnadeildini, Bjarni Clementsen, at deildin fer ikki undir at
m, uttan løn. Tann støðan vísti seg ikki at halda í longdini, og tá september mánaði var hálvrunnin var tolið endaliga uppið. Lønin skuldi á borðið og kom hon ikki tað, so góvust tey at starvast á støðini [...] støðini ikki var betri enn gott. Eitt kvøldið um mánaðarskiftið september-oktober føldu fyrrverandi starvsfólk seg noyddan at seta blokaduvaktir uttan fyri støðina fyri at tryggja, at leiðslan ikki rýmdi [...] undrunarvert tá havt verður í huga, at støðin bert hevur sent í eitt hálvt ár. Kreditorarnir vildu kortini ikki veita støðini ta hjálp hon hevði fyri neyðini og við tí datt bjargingarætlanin á gólvið. Eftir
Men veruleikin er, at tað er stórur munur millum topp og botn kortini, og hesin munur kom týðuliga til sjóndar í høllini mikukvøldið. Ikki tí, teir fyrstu tríati minuttirnir vóru farnir aftur um uttan [...] júst tað, sum hendi hjá Tjaldur. Evnini bóru ikki tað skjóta spælið og tí vórðu nógvir bóltar mistir á veg í álop, ella mistir í álopinum. Og tað var ikki so sjáldan, at skotini fóru bæði væl omanfyri [...] omanfyri og væl við síðuna av Lars í Kyndilsmálinum. Tað var nú heldur ikki so, at Tjaldursmenn ikki raktu málið, men veruleikin er, at Lars í nógvum førum kom fyri skotini. Antin tí, at hann bjargaði ella tí