Í farnu viku fekk løgtingsmaðurin við borgarstjóraketuni, Jógvan við Keldu, annað hálsprýði. Hann møtir ov illa upp í løgtinginum, og varð í Dimmalætting tikin til føroyameistara í parlamentariskari fráveru. Fráveran var 35 prosent.
Jógvan við Keldu skjeyt seg m.a. undir, at hann ikki vildi fara um Leirvíksfjørð tá verkfallið var í vár. Hann hevði kortini ikki mist ivasama heiðurin, um hann møtti á teimum 9 løgtingsfundunum, ið vóru undir verkfallinum. Hóast hetta, hevði uppmøting hansara verið nógv hin vánaligasta.
Starvið hjá Jógvani við Keldu sum býráðsformaður í Klaksvík er fulltíðarstarv. Lønin er góð. Betur enn løgtingslønin. Men hóast framúr góðu lønina og allýsingina sum fulltíðarstrav heldur andstøðan í Klaksvíkar Býráði, at Jógvan við Keldu ikki røkir formansstarvið nóg væl.
Moralski peikifingurin
Torleif Sigurðsson, sum saman við Eyðgunn Samuelsen og Karl Hera Joensen myndar andstøðuna í Klaksvíkar Býráði er ónøgdur við avrikið hjá býráðsformanninum. Hann heldur tað vera løgið, at Jógvan við Keldu, sum situr í vælløntum fulltíðarstarvi sum oddamaður í býnum, ikki so mikið sum hevur fasta skrivstovutíð.
? Ikki tað at siga, Jógvan vi Keldu møtir á flestu býráðsfundum, men teir eru allir lagdir eftir hansara høvdi. Harumframt er hann ofta burturstaddur, tá borgarar vilja tosa við hann. Tað er komið fyri, at hann er farin av landinum, og ikki hevur kallað varamannin inn, sigur Torleif Sigurðsson, sum umboðar Javnaðarflokkin í Klaksvíkar Býráði.
Torleif Sigurðsson heldur stóra spurningin vera, um neyðugt er at hava fulltíðarløntan býráðsformann. Hann heldur, at umsitingin væl kundi tikið sær av onkrum av tí, sum býráðsformaðurin eigur at gera. Men hesa loysn heldur Torleif vera lítið sannlíka, tí Jógvan neyvan vil av við hasar pengarnar, sum Torleif tekur til.
? Og tað haldi eg vera óhóskiligt og átaluvert. Jógvan við Keldu er kendur fyri sín moralska peikifingur tá hann gongur í høvuðsstaðnum. Hann hevur hetta so etiska orðabraskið, »at mann ikki skal hava løn fyri tað arbeiðið, mann ikki ger«. Soleiðis roynir Jógvan at gera seg kendan fyri at vera reiðiligaheitin sjálv, meðan hann sjálvur tekur ímóti løn fyri tvey fulltíðarstørv, sum ongin møguleiki er at røkja nóg væl samstundis, sigur Torleif Sigurðsson, sum heldur, at býráðsformaðurin átti at hildið seg verið ov góðan til slíkt.
Lógin burturvið
Løgtingsmannalønirnar vórðu hækkaðar munandi í vetur. Politiska grundgevingin fyri hækkanini var, at løgtingsmenn skuldu hava møguleika at røkja tingstarvið nøktandi. Kunngjørt varð í somu lóg, at løgtingslimir einans kundu hava hálvt alment starv umframt sítt parlamentariska starv í løgtinginum. Undantøk vóru kortini. Eitt teirra, at onnur politiskt størv og hervið býráðsformenn ikki komu undan hesa avmarking. Jógvan við Keldu fremur sostatt ikki lógarbrot, og Torleif Sigurðsson leggur tískil eftir lógini
? Hendan viðmerkingin í lógini er burturvið, og eg ivist ikki í, at her hevur Jógvan við Keldu sín leiklut. Hví eru júst borgarstjórar tiknir við. Hvat við lærarum, hví skulu teir ikki eisini vera undantiknir, spyr Torleif, sum heldur at Jógvan við Keldu hevur skyldu at greiða borgarum sínum frá, hvussu hann kann røkja bæði hesi álitisstørv í senn og til lítar.