So er SÍ komið á stigatalvuna eisini.
Eftir at teir í fyrsta umfari vórðu smurdir av so ruddilga í Havn, fingu teir í øðrum umfari vitjan av meistaraliðnum úr Fuglafirði, sum kortini er munandi meira tannleyst í ár enn teir vóru í fjør.
Sørvingarnir vóru eisini betri fyri leygardagin enn teir vóru seinasta vikuskifti, tí hesaferð var Suni Hansen við SÍ. Suni er fluttur til Miðvágs og verður við SÍ tá tíðin loyvir tí. Hann er nevniliga eisini venjari hjá meistaradeildarliðnum hjá Drátti, og tað hevur fyrsta prioritet.
Leygardagin passaði tað so, at Suni fekk stundir at vera við, og tað sigur seg sjálvt, at tað hjálpir væl á einum rættiliga ungum liði, tá ein so gamal og royndur knassi kemur á vøllin.
Gekk illa í hond hjá ÍF
Hjá fuglfirðingum ráddi um at halda dampin uppi frá vikuskiftinum frammanundan tá teir vunnu móti Fleyr b.
Men frágongdin hevur verið størri enn gott er, tí tað var lítið um fuglfirðingarnar í Sørvági leygardagin.
Tað hjálpti neyvan ÍF, at Suni Hansen var við á SÍ liðnum, tí Suni var ein av drúgvastu leikarum hjá ÍF í fjrø.
Kortini eiga teir royndu leikararnir, sum eru eftir eru at vera so mikið drúgvir at teir klára teir ungu sørvingarnar, men soleiðis skuldi tað ikki verða.
Úr Vágum frætta vit, at móttøkusspælið hjá ÍF koyrdi serstakliga illa, og hugsa vit eina viku aftur, so var frágreiðingin tá SÍ tapti móti Fleyr í Havn vikuna frammanundan júst tann sama.
Móttøkan hjá ÍF var so vánalig leygardagin, at Bjarni Joensen, sum er hevari á ÍF liðnum so at siga einki fekk at arbeiða við.
Støðugari spæl
Hjá SÍ er nú munandi meira hugaligt at fara til venjing væl vitandi, at teir hava fingið tey fyrstu stigini í posan.
Teirra trupulleiki er, at teir hava trupult at halda støðugt spæl, og tað verður ikki lættari tá leikararnir ikki eru fastir á liðnum.
Ungu leikararnir hava trupult við at bera liðið gjøgnum torføru støðurnar, og tað er einki løgið í sær sjálvum.
Kortini er neyðugt, at leikararnir tá teir eru á vøllinum vísa tann rætta hugburðin, og hann eiga ungu menninir úr Sørvági. tað vístu teir í fjør, tá teir m. a. vunnu á Mjølnir.
Og tað er henda hugburð SÍ skal vísa, um teir ætla sær fleiri stig afturat í ár, tí tað fer eftir øllum at døma at gerast alt meira torført at fáa stig frá eitt nú Mjølnir og Fleyr, tá tey bæði hava fingið sær altjóða styrk.
At evnini eru til staðar í Sørvági er tað eingin sum ivast í.
Um tað fer at eydnast sørvingum at gera nakað við Mjølnir er ikki gott at vita, men teir fáa ein møguleika í Klaksvík um vikuskifti.
Hetta verður samstundis fyrsti dysturin nýggi Mjølnir venjarin verður við til og tí verður spennandi at síggja hvussu leikur fer