sjálvur sigur: Man má halda sær, fyri ikki at fara á konsertir, tí tú kanst sagtans fara á eina feita konsert hvørt einasta kvøld. Men av tí, at skúlin er so góður og tí hann liggur í Lond-on, har alt hendir [...] Størsta vektin verður tó løgd á, at vit arbeiða sjálvi. Á skúlanum eru nøkur og tjúgu studio, sum vit kunnu nýta sum okkum lystir og her er eisini ein rúgva av teldum. Skúlin hevur alla ta nýggjastu útgerðina [...] arbeiðið, greiðir Jens frá. Hetta er eitt stórt universitet. Bara á greinini sum Jens gongur á, eru eini 1800 lesandi. Ein annar føroyingur gongur á sama universiteti. Tað er sangfuglurin Sigrið Rasmussen úr
Skúlavígsla Eiði:Á Eiði varð nýggjur skúli vígdur leygardagin. Eisini fekk bygdin nýggja, stásiliga ítróttarhøll. Tað flaggar á Eiði. Fløggini standa so stolt í lýggja lágættarlotinum. Fólk er á gongd. Tey halda [...] Samlaða víddin á tí, sum bygt er, er 2.000 fermetrar, og kostnaðurin er 10.000,- krónur fyri hvønn fermeturin, ella 20 milliónir krónur. Og tað var ein ikki sørt stoltur borgarstjóri, sum á samkomuni kundi [...] eisini er bygdarráðslimur, greiddi frá gongdini, síðan farið varð undir hetta stóra tiltakið á vetri 1999, tá spakin á fysta sinni varð settur í. 27. oktober árið eftir varð reist, og byrjað varð at inniloka
gamal, fann hann sjálvur uppá at fara suður á skúlan á Trøðni, har hann gekk í nøkur ár. – Tá fekk eg meira við, men eg lærdi ikki at lesa har. Hann fekk ikki skil á tekstirnar, tí alt leyp saman. Hann sá orðini [...] gera. Hann helt seg aftur at søkja um lærupláss, men tað eydnaðist honum kortini at sleppa á skipasmiðjuna á Skála í læru, og hann stóð royndina og tók sveinaprógv. Tann læran kravdi ikki so nógvan lesnað [...] alt møguligt. Eitt skifti arbeiddi eg hjá Hydro Tech, sum í sínari tíð var á Eiði, havi smíðað nógv, og eg havi arbeitt umborð á skipum. Ta fyrstu tíðina var tað eitt ítriv hjá honum at smíða, men tær góðu
“eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir” rennir okkum í hug, tí lítið vardi tað okkum, at Regin ikki skuldi vera millum okkara longur. Regin, sum altíð var so blíður og hjálpsamur á øllum økjum [...] sum rørdi seg á vinnuøkjum úti í heimi, serliga í oljuvinnuni. Fekk sær útbúgvina ROV-pilot, sum er viðkomandi í sambandi við arbeiði á oljuboripallum. Regin hevur virkað har í nógv ár á stórum oljupallum [...] latið upp til tilvildina, tí alt skuldi gerast gott og væl. Manga góða hjálp hevur Regin veitt okkum á trøðni, við bátinum og í summarhúsinum í Leynum, og tað var altíð við tí góða orðinum og teimum góðu ráðunum
gongur oman í køkin á Hotel Hafnia. Fakta: Jóan Petur á Stongunum hevur lært í 2,5 ár Í lærutíðini hevur hann verið eitt hálvt ár umborð á skúlaskipinum Georg Stage Eitt hálvt ár á Tekniska skúla í Danmark [...] hon av fyrstan tíð byrjaði, mátti skúlin spyrja um kokkalærlingar høvdu hug at vera við. Í dag verða uppskriftir sendar inn til skúlan, har skúlin so verður noyddur á sálda næmingar frá, tí áhugin er so [...] Tað er pinnastilt inni í køkinum á Kokkaskúlanum í Ålborg hendan leygardagin. Fyrrapartur er, og 24 kokkalærlingar ganga og mala um beinini á hvørjum øðrum. Ongin sigur eitt orð. Konsentratiónin er í topp
einstaka er. Doris Hansen helt, at nógv er hent á økinum seinastu árini, men enn er langt eftir á mál vísti hon á. – Sjálvt um vit hava eina lóg sum sigur, at skúlin er fyri øll, so er veruleikin ein annar, segði [...] fordómum, segði hann. Í sama viðfangi vísti hann á, at tað helst hevði tænt øllum, um vit og MBF løgdu tað sjálvtignarliga á hillina, og Jógvan Fríðriksson minti á orðini hjá Møllehave um, at humor minkar um [...] onki MBF, segði løgmaður í setanarrøðu síni. Skúlin ikki fyri øll Doris Hansen hevur skrivað bókina “Søgan um hini”, og greiddi frá søgu felagsins. Hon vísti á, at tað eru tær ytru umstøðurnar, sum er avgerandi
fjáltri er á foreldrum í Havn, sum eiga tannáringar, nú fleiri álop í seinastuni hava verið á ung. Sakleys ungfólk eru vorðin meinslað, harav onkur rættiliga illa, av at javnaldrar hava gjørt seg inn á tey við [...] vápnum ella harðskapi. Størsti skúlin í landinum, Eysturskúlin, tekur hetta nýggja rákið millum ung í ramasta álvara. Evnið: harðskapur og happing millum ung, var tískil á dagskránni mikukvøldið, og Eyðun [...] skiftistíð millum barna- og vaksnamannaár, á nógvum ymiskum, neyðugum pallum at royna seg. Tað gevur neyðugar lívsroyndir, tó ofta við løstum í viðbót. Tað brýtir javnan á hjá teimum í bæði borð, til tey umsíður
laksur eri eg”. Lærarin trýstir á ein hátalara á talvuni, og løtu seinni hoyrast tónarnir frá kenda sanginum. Hon trýstir á ein annan hátalara, og nú er meiri tónleikur á. Men áðrenn børnini stemma enn [...] bókstav. Nú verður spennandi at vita, um tit kenna hann. Hon trýstir á samvirknu talvuna, og eitt sekund seinni dagar dagsins bókstavur fram á talvuni - L, formað sum ein brotin sigarett. J ella L Børnini bresta [...] kunnleika, sosialt, likamliga og andaliga • Forskúli, skúli og frítíðarstova – alt á einum staði • Størri áherðsla á tey kristnu virðini í skúlaumhvørvinum Hvussu verða foreldrini tryggjað, at næmingarnir
framdar, tí tær eru neyðugar. Skúlin á Fløtum skal heilt einfalt byggjast, tí verandi umstøður eru als ikki haldbarar. Á sama hátt er við Tórshavnar havn, tí byggja vit ikki út á Eystaru bryggju nú – og tað [...] av Eystaru bryggju upp ímóti byggingina av Skúlanum á Fløtum. Fíggingin liggur føst, og tað ger okkara politiski vilji eisini. Tilboðini upp á Skúlan á Fløtum gjørdust nógv dýrari enn ætlað, og tá skylda [...] Javnaðarflokkurin er tryggur á kósini fram móti hesum týdningarmiklum máli, men líkt er til, at Tjóðveldi og serliga Jógvan Arge hava alstórar trupulleikar at svimja upp aftur á turt, nú hann og flokkurin
Jacob Gade´s Legat, og á ferðini í Føroyum eru fýra teirra við. Á samkomuni í Listaskálanum tosaði eisini Toki Lund Christiansen, sum eisini er í nevndini í gávugrunninum. Hann vísti á, at slíkar virðislønir [...] spælir floytu. Virðislønirnar, sum verða lætnar á konsetini hjá Føroya Symfoniorkestri leygarkvøldið, eru upp á 15.000 krónur hvør. Triðja virðislønin, sum er upp á 50.000 krónur, verður latin Føroya Symfoniorkestri [...] hansara fór at náa nógv longri á tónleikaøkinum enn hann sjálvur. Hetta tók hann við blandaðum kenslum, stoltleika og sjalusi. Pápin setti seg upp ímóti, at sonurin kom á konservatorii, tí hann helt, at