føroyskir myndugleikar so betri heimild at seta tiltøk í verk, tá ið útlendsk skip, sum sigla í føroyskum sjóøki, ikki halda reglur í altjóða sáttmálum og í føroyskari lóggávu, og harvið kunnu vera ein vandi [...] myndugleikum at nokta útlendskum skipum, at koma inn um 12 fjórðinga fiskimarkið í Føroyum. Tað fer Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um. Her er talan um talan [...] landsstýrismaðurin, at tað serliga er virksemið hjá Sea Shepherd í Føroyum, sum hevur skundað undir, at hendan lógin verður løgd fram. Longu í dag kann Sjóvinnustýrið seta skipi siglingar- og havnabann, um
Eitt lágtrýst í ein landsynning úr Føroyum flytir seg í ein útsynning og sunnan, og hósdagin streymar sum frá líður rættiliga turr luft niður yvir Føroyar úr norði. Seinni í vikuni fer ein veikur hátr [...] metrar um sekundið, sum snarar í ein norðan og makar niður í lot til andøvsgul, 3 til 8 metrar um sekundið. Skýggjað og támut og mjørki í støðum, men sum frá líður klárar í og sólin skínur, serliga yvir [...] yvir sunnaru oyggjarnum. Hitin millum 10 og 13 stig, men seinnapartin í støðum upp í 15 stig. Um náttina verður gul til stívt andøvsgul av norði, 3 til 8 metrar um sekundið. Skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin
av flóttafólkum, sum í hesum døgum er vorði mest átrokandi politiska málið í Evropa, er eisini, hóast samgongusamráðingar og floksskiftir, vorði eitt tað heitasta evnið í Føroyum seinastu dagarnar. Eitt [...] Tjóðveldi, eisini trýst á samráðingarnar. Í áheitan send fjølmiðlunum í gjár, staðfestir felagið, at Føroyar eiga at taka móti flóttafólkum og at tað skal standa í samgonguskjalinum. Boðskapurin hjá ungm [...] Vit eiga at taka ábyrgd og vísa, at mitt úti í Norðuratlantshavinum býr eitt fólk, sum er til reiðar at hjálpa fólki í neyð. Tað hevur týdning, at vit lyfta í felag og tað eigur Føroyar at vera við til.
Í desember fjør varð ein lærari í Føroyum meldaður til løgregluna fyri ónærisligan atburð móti børnum. Hóast maðurin enn ikki er skuldsettur, so er hann frítikin fyri at røkja starvið Í desember í fjør [...] fyri ónærisligan atburð móti børnum. Mentamálaráðið valdi at sláa kalt vatn í blóðið í fyrstu atløgu, men í januar fingu tey í Mentamálaráðnum boð um, at málið enn verður kannað, og tí er maðurin frítikin [...] ákæruvaldið. Jón Klein Olsen, varapolitikommisserur í Føroyum, vil ikki siga nakað um málið. Einki kann sigast um eitt eventuelt mál enn, tí løgreglan er enn í gongd við grundleggjandi kanningarnar. Og tær
tenn í 1991, meðan talið nú er 34 prosent. Í norðurlendskum høpi eru føroysk børn hampiliga væl fyri. Tøl frá 2011 vísa, at í Danmark hava 70 prosent av teimum 12 ára gomlu frískar tenn, meðan í Íslandi [...] frá 1. januar 2015 er tilboðið um tannrøkt til børn á sama støði sum í okkara grannatjóðum. Tað var í 1991 at tannlæknarnir í Føroyum fóru undir at skráseta øll skúlabørn fyri tannsjúkur eftir altjóða reglum [...] Nýggja Kariesskrásetingin staðfestir, at talið av børnum í Føroyum við ongum holum er vaksandi. Enn eru vit tó ikki komin á mál og framvegis er neyðugt við ábøtum til frama fyri tannheilsuna hjá føroyskum
Floghavn varð tikin í nýtslu í gjár, og í dag hevur Atlantsflog lagt fram eina skilagóða strategi. Saman peika hesi rætta vegin fyri føroyskar brúkarar. Tað sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl [...] sum landsstýrismanni í samferðslumálum, sigur Johan Dahl, sum fatar nýggju strategiina sum eitt greitt lyfti til hvønn einstakan føroying og fyritøku í Føroyum. - Flogfelagið gevur í dag eitt týðandi lyfti [...] og fyritøku í Føroyum eitt týðandi lyfti um, at tað verður bíligari, lættari og einfaldari at vera kundi, og hetta lyftið má Atlantsflog liva upp til, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum. -
føroyingar, sum eru búsitandi í Føroyum og arbeiða uttanlands. Støðan í løtuni er tann, at útisiglarar gjalda eftirløn til tvær eftirlønarskipanir, eina í Føroyum og eina í Norra. Tey, ið sigla undir DIS [...] greiða fæst á hesum málinum. Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, at føroyingar í starvi uttanlands ella føroyskir útisiglarar í t.d. Norra verða av TAKS kravdir [...] DIS ella hava líknandi eftirlønarskipan sum í DIS, kunnu søkja um frítøku fyri inngjaldi til føroysku eftirlønarskipanina vísandi til § 1, stk. 9, í eftirlønarlógini við tilhoyrandi kunngerð. Hinvegin,
Dartspælið er í rívandi menning, ikki bert í útheiminum, men sanniliga eisini her heima í Føroyum. Stórar altjóða dartkappingar síggjast javnan í sjónvarpi, og í Føroyum eru kappingar so at siga alt árið [...] U23 (19-23 ár) á skránni. Tað verður kappast bæði hjá dreingjum og gentum í hesum aldursbólkunum. Havnar Dartfelag er nú farið í holt við regluliga ungdómsvenjing hvørt týskvøld, og øll millum 12 og 23 [...] havt ætlanir um at byrja regluliga venjing fyri børn og ung í felagnum, og tí er hetta fyri okkum ein stórur dagur, sigur Jan McIntosh, formaður í Havnar Dartfelag og leggur afturat: - Vit hava javnan sk
13. til 31. januar verður HM-endaspælið í manshondbólti avgreitt í Egyptalandi. Vit í Føroyum kunnu gleða okkum nógv til endaspælið, har norðurlendsku grannalond okkara, Ísland, Svøríki, Noreg og Danmark [...] hvørt land í heiminum. Evropeiska hondbóltsspælara-samtakið metir tað vera alt ov ótrygt fyri spælararnar, at IHF loyvir áskoðarum til dystirnar í HM-endaspælinum í Egyptalandi. EHPU vísir eisini á í brævi [...] Chile í bólki G, mikudagin 13. januar. Í sama bólki er ætlandi at Svøríki dagin eftir spælir móti Kekkia, ið ikki kundi spæla EM-undankappingardystir móti Føroyum vegna Korona-smittu. Ísland er í bólki
heimsmálunum. Í seinna parti fer Katherine Richardson, professari í havfrøði og limur í ST-nevndini, sum fylgir arbeiðinum við heimsmálunum, at røða um burðardygga nýtslu av tilfeinginum í havinum. Høgni [...] burðardygga orku, minni ójavna, veðurlagsátøk og lívið í havinum. Á ráðstevnuni verður kunnað um ST-ætlanina, og hvussu tikið verður ímóti henni í Føroyum og Norðurlondum. Sjóneykan verður serliga sett á heimsmál [...] Í morgin verður ráðstevna í Norðurlandahúsinum um tey 17 heimsmálini hjá ST, ið miða eftir at loysa heimsins størstu avbjóðingar. Við verða m.a. Mogens Lykketoft, fyrrverandi ST-aðalfundarformaður, Katherine