Unga Tjóðveldið ynskir flóttafólk til Føroya

Vilja hava flóttafólkaspurningin í samgonguskjalið.

Streymurin av flóttafólkum, sum í hesum døgum er vorði mest átrokandi politiska málið í Evropa, er eisini, hóast samgongusamráðingar og floksskiftir, vorði eitt tað heitasta evnið í Føroyum seinastu dagarnar.


Eitt ávíst trýst liggur eisini á Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn, sum í hesum døgum sita í samgongusamráðingum, at taka eina støðu til hesa, fyri mong, torføra støðu og hvussu man kann hjálpa teimum.


Nú leggur eisini ein av hollu stuðlunum hjá Tjóðveldi, ungmannafelagið Unga Tjóðveldi, eisini trýst á samráðingarnar. Í áheitan send fjølmiðlunum í gjár, staðfestir felagið, at Føroyar eiga at taka móti flóttafólkum og at tað skal standa í samgonguskjalinum.


Boðskapurin hjá ungmannafelagnum er klokkuklárur. Føroyar eiga at taka ábyrgd á hesum økinum.


- Tað eru ikki øll lond, sum taka móti flóttafólki. Hetta eigur tó ikki at brúkast sum ein umbering hjá okkum. Vit eiga at taka ábyrgd og vísa, at mitt úti í Norðuratlantshavinum býr eitt fólk, sum er til reiðar at hjálpa fólki í neyð. Tað hevur týdning, at vit lyfta í felag og tað eigur Føroyar at vera við til.


Eftir teirra meting, so er tó neyðugt, at samfelagið yvirtekur útlendingamál, um man ynskir at veita bestu hjálpina til flóttafólk.


- Besta loysnin hjá okkum at taka móti flóttafólki er at yvirtaka útlendingamál, herundir flóttafólkamál, og síðani gera ein veruligan flóttafólka- og integratiónspolitikk. Hesi viðurskifti eiga at vera tillaga føroyska samfelagnum, soleiðis at tað er best fyri allar partar. Fer Føroyar at taka móti flóttafólkum mugu vit tryggja, at tey fáa alla ta neyðuga hjálp, teimum tørvar.


Síðani kemur áheitanin á flokkarnar í samráðingum, um at taka flóttafólkaspurningin við í samgonguskjalið.


- Í løtuni eru samgongusamráðingar millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. Unga Tjóðveldið vónar at hesar samráðingar bera á mál, og vit vænta, at spurningurin hvørt Føroyar eigur at taka móti flóttafólki er partur av samgonguskjalinum. Vit vilja samstundis minna Tjóðveldi á brot úr stevnumiðum floksins: “Tjóðveldi vil: Vit í Føroyum taka okkara kvotu av flóttafólki.”