Eitt lágtrýst í ein landsynning úr Føroyum flytir seg í ein útsynning og sunnan, og hósdagin streymar sum frá líður rættiliga turr luft niður yvir Føroyar úr norði. Seinni í vikuni fer ein veikur hátrýstsryggur framvið Føroyum úr vestri, og sunnukvøldið ella mánanáttina nær eitt brúgvalag Føroyar úr vestri, sum tó stegðar og viknar beint eystan fyri Føroyar.
Veðurvánirnar hósdagin
Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið, sum snarar í ein norðan og makar niður í lot til andøvsgul, 3 til 8 metrar um sekundið. Skýggjað og támut og mjørki í støðum, men sum frá líður klárar í og sólin skínur, serliga yvir sunnaru oyggjarnum. Hitin millum 10 og 13 stig, men seinnapartin í støðum upp í 15 stig. Um náttina verður gul til stívt andøvsgul av norði, 3 til 8 metrar um sekundið. Skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin millum 7 og 10 stig.
Fríggjadagin
Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið, sum makar niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 metrar um sekundið, og snarar í ein vestan. Skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin um 10 stig.
Leygardagin
Lot til andøvsgul av vestri, 2 til 7 metrar um sekundið, sum snarar í ein sunnan, og um náttina øtlar upp í gul til stívt andøvgsul av suðri og landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt, men yvirhøvur skýggjað. Hitin um 10 stig.
Sunnudagin
Sum frá líður verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og regn, tá nærkast kvøldi. Hitin millum 10 og 13 stig.
Mánadagin
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi og suðri, 5 til 10 metrar um sekundið, seinni lot til andøvsgul av ymsum ættum. Skýggjað og stundum regn, kanska klárar í út á dagin. Hitin um 10 stig.
Týsdagin
Lot til gul av norði ella eystri, 3 til 8 metrar um sekundið. Skýggjað og yvirhøvur turt og hitin um 10 stig.










