Havnar Dartfelag bjóðar nú ungdómsdart

Dartspælið er í rívandi menning og nú verður bjóðað til ungdómsdart

Dartspælið er í rívandi menning, ikki bert í útheiminum, men sanniliga eisini her heima í Føroyum. Stórar altjóða dartkappingar síggjast javnan í sjónvarpi, og í Føroyum eru kappingar so at siga alt árið.

Dartsamband Føroya hevur tikið stig til, at komandi kappingarár verða eisini kappingar fyri U18 (14-18 ár) og U23 (19-23 ár) á skránni. Tað verður kappast bæði hjá dreingjum og gentum í hesum aldursbólkunum.

Havnar Dartfelag er nú farið í holt við regluliga ungdómsvenjing hvørt týskvøld, og øll millum 12 og 23 ár eru vælkomin at royna seg. Tað er líkamikið um tað er fyrstu ferð man roynir spælið, ella um man hevur royndir heimanífrá.

- Vit hava leingi havt ætlanir um at byrja regluliga venjing fyri børn og ung í felagnum, og tí er hetta fyri okkum ein stórur dagur, sigur Jan McIntosh, formaður í Havnar Dartfelag og leggur afturat:

- Vit hava javnan skúlaflokkar, sum brúka hølini hjá okkum, og fleiri fyrispurningar og áheitanir frá ungum og foreldrum hava verið seinastu tíðina um, at skipa fyri regluligari venjing fyri børn og ung. Fyrsta kvøldið vit royndu hetta vóru 13 ungdómar og vandu. Hetta er ein góð byrjan upp á nýggja árið í felagnum.

Havnar Dartfelag hevur tíggju góðkendar dartvøllir í hølunum. Við koronatilmælunum frá dartsambandinum, kunnu trý fólk spæla á hvøjrum vølli. Sostatt er møguleiki at koma upp á 30 spælarar til hvønn venjingartíma, verður sagt í Havnar Dartfelagi.

- Venjingin verður skipað av royndum dartspælarum í felagnum. Vit fara at leggja teimum lag á , tosa um kastiteknikk, læra ymisk dartspøl, og ikki minst brynja spælarar til at royna seg í kappingunum, sum dartsambandið hevur sett á skrá til komandi kappingarár, skrivar Havnar Dartfelag.

Felagið heldur til Handan á 1, í kjallaranum, og venjingartíðirnar fyri ung eru hesar:

U18 (dreingir og gentir) – týsdag 18:00 til 20:00

U23 (dreingir og gentir) – týsdag 20:00 til 22:00