veikastu í samfelagnum, og lít á míni orð, tað eru nógv fátæk fólk í USA. Aðru ferð í Føroyum Hetta er aðru ferð, at Taff er í Føroyum, og honum dámar væl áhoyrararnar í her. - Fólk liva við í tónleikinum [...] tveimum døtrum. Russ Taff verður at hoyra fríggjakvøldið í Kelduni í Skálavík, leygarkvøldið í høllini á Hálsi og sunnukvøldið í KÍ-høllini í Klaksvík. [...] trúgvin hevur ávirkað mín hugburð og hjálpt mær almikið í tí dagliga. Tí er tað natúrligt, at hetta gerst miðdepilin í mínum tónleiki. Tónleikurin snýr seg í høvuðsheitum um Jesus, sigur Russ Taff. Tónleikurin
róðrarøkjunum í landinum, tá havt verður í huga, at veður, vindur og streymur hava meiri at siga í kappróðrinum, enn teir hava í nakrari aðrari ítróttargrein. Verður viðgjørt Hannis Joensen, formaður í RSF, hevur [...] rør við Nevinum Reyða í ár, at hann helt at talið á kappróðrum átti at verið økt. Nú verður kappast í seks FM kappingum. Martin helt, at talið átti at verið hækkað, og hann vísti í tí sambandinum á, at [...] teir skulu rógva í Klaksvík. Hetta heldur hann vera sera áhugavert. Hannis Joensen sigur, at eitt uppskot er komið til Róðrarsambandið um at hækka talið á FM kappingum úr seks og upp í sjey, og at uppskotið
teir ungu dreingirnir fara í læru ístaðin fyri at koma í skúla, sigur Sámal í Skorini. Men hetta er eitt afturvendandi mynstur, heldur rektarin. Tá tíðirnar eru góðar, er tómligt í skúlanum, og tá tíðirnar [...] er fult á skúlanum. Sámal í Skorini sigur, at talið á næmingum er ikki fallið orsakað av skúlanum í Hoydølum. Tað kundi annars verið, at valt varð heldur at fara í skúla í høvuðsstaðnum enn úti á bygd [...] ungu ikki tíma í skúla. Eftir 10 ár í fólkaskúlanum velja tey heldur at fáa sær arbeiði, har tey kunnu forvinna pening. ? Ein ung genta kann fara við eitt nú Næraberg og forvinna upp í 25-30.000 krónur
viðurskifti, sum hava tikið seg upp í sambandi við kappingina í ár. - Uttan at fara niður í smálutir, so kann eg bara siga, at í nógvar mátar tykist skipanin av kappingini í nógvar mátar at vera sera amatøragtig [...] Súkkling Tað var í fjør summar, at stóra føroyska súkklukappingin fór av barkastokki triðja árið á rað, og tað var eisini í fjør, at rok tók seg upp um reglurnar í kappingini. Eitt rok, sum at enda førdi [...] so meldaði eg meg til longu í vetur. Kappingin er skipað soleiðis, at talið av luttakarum er avmarkað, og tí ræður um at siga frá í góðari tíð. Og eg vildi so ikki standa í teirri støðu, at eg var ov seinur
vælvirkandi skúli við góðum lærarakreftum. Leivur gekk á skiparaskúla í Klaksvík og tók skiparaprógv á Føroya Sjómansskúla í Havn sum 26 ára gamal í 1977. Hann hevur siglt øll síni bestu ár, og hann hevur eisini [...] ingin í Marstal vendir sær nógv til danska handilsflotan, og hetta gekk í nógvum førum aftur í útbúgvingini. - Hetta var tó eingin trupulleiki sum so. Leivur sigur seg ikki kenna útbúgvingina í Føroyum [...] sskole til jólar í fjør við 8,8 í miðal. - Eg hava leingi hugsað mær at tikið skipsføraraprógv, men hetta er ongantíð blivið til nakað. Hevði líkasum slept ætlaninum, tá ið skipanin í Danmark bleiv broytt
brúkast til vegirnar í Suðuroynni - ella kanska at byggja ein flogvøll í Havn. Størri kommunalar eindir Vit eru í dag í eini tilgongd, har smærri kommunurnar verða lagdar saman í størri eindir. Tað er [...] menning kring um í landinum. Endamálið má vera, at borgarin í samfelagnum í allarflestu málum bert samskiftir við lokala myndugleikan frá tí hann kemur úr móðurlívið til hann legst í grøvina. Í Danmark er støðan [...] sum tingið í dag ikki kann viðgera, og hvat er tað fyri ein lokalpolitikkur, sum órógvar tingskipaninna so nógv, at Føroyar skal vera næsta landið í heiminum, sum avtekur økisumboðanini í ovasta lóggevandi
lægri enn í 2002. Eyðfinn Reyðberg sigur, at tað eru tríggjar orsøkir til hetta. Eitt kurstap í virðisbrøvum í mun til ein vinning í 2002. Harumframt hevði Norðoya Sparikassi eina eykainntøku í 2002, tá [...] húsast í. Og ein triðja orsøk er, at rentustøðið er lækkað nógv. ? So sæð í ljósinum av hesum trimum, so er hetta ein fínt úrslit fyri okkum. Tí í aðrar mátar stendur vøksturin við, sigur stjórin í sparikassanum [...] Klaksvík: Í einum sera snotiligum bóklingi varð ársfrásøgnin hjá Norðoya Sparikassa almannakunngjørd týsdagin. Í hesum bóklingi finnast umframt endaliga roknskapin fyri 2003 eisini myndir frá árinum, ið
varandi uppihaldsloyvi í Danmark. Hon er gift Heina Thomsen, ið er føddur í Føroyum og hevur føroyska mammu. Heini og Rosalie hava verið gift í átta ár, og tey hava øll árini búð í Danmark. Umframt nýføddu [...] har tey hava búð í Bládýpinum síðan. Rosalie fekk bjóðað arbeiði í Nantong, men tá hon í hesum sambandi bað um p-tal varð galið. Tað kom fram, at hon onki arbeiðs- og uppihaldsloyvi hevði í Føroyum. Tað krevst [...] vildi gjarna hava, at sonurin vaks upp her. Tey komu til Føroya í september 2002. Upprunaliga ætlaðu tey at keypa eitt vallaraheim í Klaksvík, men tá tað gjørdist ov dýrt, valdu tey at royna okkurt annað
er gott lag í Klaksvík, nú KÍ í kvøld fer vestur til Noregs at spæla í UEFA Cup ímóti gamla felagnum hjá Jákupi Mikkelsen, Molde. Sunnudagin segði KÍ heimaáskoðarunum, sum eftir vónbrotið í Vági ikki vóru [...] liðformaður, í miðverjuni saman við Aleksander Djrodjevic, og teir funnu væl saman. Eyðun Klakstein hevði fingið miðvallarplássið í vinstru, sum stóð tómt, nú Hjalgrím var farin fram í toppin, og hugflogsríki [...] hugflogsríki Klaksteinurin tók av. Sum í seinna umfarinum í heimadystinum ímóti GÍ, so var hann ofta upprunin til skjótt og hugflogsríkt samanspæl. At Ove Nysted var í verjuni, meðan smærri spælarar vóru
Linklett, ið kemst av tilknýti pápans til Skálatoftir. Har er klettur í fjøruni, ið eitur so. Kiss varð føddur í Klaksvík á hásumri í 1930. Har, hann var føddur, vaks hann upp saman við yngra beiggjanum [...] 30árini vóru í mangar mátar ein tronglig tíð um okkara leiðir. Í Føroyum búðu um hetta mundið út ímóti 24.200 fólk. 1409 vóru klaksvíkingar. Fiskaprísirnir vóru í botni, og vinnulívið skinklaði í grót og [...] verðini, blásti hann lív aftur í og gjørdi livandi. Við andlitskeipum og avskeplaðari rødd kundi hann herma og undirhalda, meðan vit í látri vórðu tikin við inn í løtuna. Í bókini “Bóltspøl millum Klakk