Fótbóltsárið er um at koma í hæddina, og fyrstu altjóða uppgávurnar standa fyri durunum. Allan Simonsen hevur sett sínum monnum stevnu í morgin fyrrapartin, og seinnapartin í gjár vistu teir í FSF ikki um annað [...] Julian Johnsson skuldi koma við flogfarinum í gjár. Teir báðir útisetarnir í Íslandi skuldu koma til Føroya seinnapartin í dag. Teir skuldu spæla heima á Ólafsfirði í gjárkvøldið, og eftir dystin skuldu teir [...] dreingirnir skulu halda til í skúlanum í Runavík, og kvinnurnar skulu halda til á Toftum, men tær skulu møta í Gøtu leygarmorgunin. Leygardagin klokkan ellivu skulu U-16 dreingirnir venja í Runavík og U-14 dreingirnir
spælt millum lítið og einki síðani hann fekk stóran snudd í andlitið, økti í síðsta álopinum fyri hálvleik. Í 2. hálvleiki varð Gullok skiftur út, og í Gøtu skemta teir sær við, at tað var tá venjarin hjá teimum [...] hann plagdi at vísa í yngru deildunum, framvegis er har. Tað kundi hent, at okkurt annað felag fekk eyguni upp fyri hesum! GÍ-TB 3-2 (0-2) Størsta sensatiónin í hesum umfarinum lurdi í Sarpigerði. Tvey kend [...] kend fótbóltsnøvn á Tvøroyri skoraðu í 1. hálvleiki, og inn í miðjan 2. hálvleik megnaði TB at verja leiðsluna. Eyðun Gullok Svalbard, sum í løtuni ikki hevur pláss á besta liðnum hjá TB, setti hol á,
talan var um ikki so galnan dyst í næstbestu deildini, so var støðið ongantíð tað, sum tað verður roknað við í 1. deild. Men FS Vágar vann 3-2 í Sarpigerði, tá teir í fyrrakvøldið spældu útsetta dystin [...] sjálvur av miðjuni, sneiddi Mortan Joensen av og trillaði í málið. Í 2. hálvleiki legði GÍ aftur harðliga fyri. Jóhan á Mýrini í FSV málinum hevði eina framúr bjarging, og so kom hansara lið alt meiri við. Á [...] vágamenn ? fyribils í hvussu so er ? metast sum eitt gott boð uppá uppflyting. Bara tríggir minuttir vóru farnir, tá Omar Pálsson, sum var raskur framrættaður miðvallari, setti hol á. Heini Heinason fór til
31 túsundkrónuseðlarnir, hvør teirra hevur í yvirskoti í felagskassanum úti í Albert Hall, fara út at flagsa fyrilitaleyst. Hóast almennu lønarhækkingarnar í vár, fegnaðist fíggjarmálaráðharrin yvir h [...] til tess at vísa á, hvussu stórt arbeiði hevur ligið á láni í hesum høpi. Karsten Hansen ivaðist annars ikki í, at úrslitið hjá landskassanum í 1998 er hitt besta nakrantíð. Verða tær 900 milliónirnar, danir [...] Mohr Fyrrapartin í gjár varð landsroknskapurin fyri fíggjarárið 1998 lagdur fyri almenningin. Formliga framleggingin av rúgvismiklu roknskaparbókini við tí grøna kápulitinum fór fram í fíggjarmálastýrinum
skúlarnir eru í summarfrí. ? Vit hava verið ótrúliga væl móttikin á skúlunum. Vit hava verið í næstan øllum skúlum kring landið og tað hevur gingið uppá stás í teimum øllum uttan einum. Ein skúli í høvuðsst [...] at tað er í minna lagi, men orkan er ikki til meir í løtuni, sigur Kristian á Reynatrøð. Hvat fáa tey sum skriva undir burturúr? ? Tey fáa eitt rúsfrítt ár, umframt at tey fáa avsláttur í ymsum handlum [...] sjálvandi vert at spyrja, um tað sæst í limaskaranum hjá Bláa Krossi. ? Í sjálvum sær koma tey ungu, sum skriva undir ikki við í limaskaran hjá Bláa Krossi av tí at tey eru yngri enn 18 ár, men tað sum vit
Andreassen vann seinni henda dagin 200 m firvald í árg. 83/84, og í somu kapping bleiv Heini Harryson nr. 2 í árg. 81/82. Sólvá Dam vann 100 m firvald í árg. 83/84, og hálvan tíma seinni var hon eisini [...] dreingir, og í árg. 81/82 svam Bogi Lenvig seg til eitt trygt 1. pláss, meðan Jóannes á Fløtti í árg. 83/84 bleiv nr. 2. Nummar tvey í stórari stafett Eftir døgurðasteðgin var sera heitt í høllini, men [...] herfyri við í svimjikappingini Poseidon Cup í danska býnum Skive. Kappingin fór fram á langbana (50 m), og við vóru svimjifeløg úr Noregi, Týsklandi og Danmark. Tilsamans vóru umleið 200 svimjarar við í kappingini
teimum hampuliga góðu liðunum í deildini eitt annað lið, sum als ikki hoyrir heima í deildini. Á liðnum hjá B36 eru fleiri spælarar, sum øll tey liðini, ið eru í niðara endanum í 1. deild, høvdu kent kærkomnan [...] skal FS Vágar til Vágs 12. september, men tað fara teir ikki. Í staðin skal VB, sum legði bragdliga fyri, men nú er dottið niður í botnin, í Vágarnar henda dagin. Onkuntíð hava vit gramt okkum um, at tað [...] føroyingar vóru farnir upp í altjóða fótbólt, var tað onkur, sum tók til og sipaði til avrikið hjá HB í Fuglafirði. Taktiskt líktist tað á tann hátt, at HB hevði heilt nógv fólk í og kring egnan brotsteig
Landsstýrismaðurin í lógarmálum onga støðu til lógarbrot Vit hava í FF-blaðnum 17. juni greitt frá hvussu slík mál verða taklað í Grønlandi, Danmark og Bretlandi. Í hesum londum eins og í øðrum skipaðum londum [...] serstakliga formaðurin Heini O. Heinesen. Hann visti í hvussu er hvat málið snúðið seg um. Hann var nevniliga við til sovæl í vinnunevndini su8m í løgtinginum til at samtykkja ta broyting í lógaruppskotinum [...] sakina, har fyrrverandi landsstýrið varð meldað til fútan. Í okkara føri er tað heilt greitt semja í »systeminum« um at mál sum hetta skal tigast í hel. Hví tegir Edmund? Løgtingið hevur eina landsstýrismálanevnd
framgongd í kúluvarpi seinasta árið, og í løtuni eigur hon føroyska metið, sum hon sjálv hevur bøtt um fleiri ferðir í vár. Í kúluvarpi hjá monnunum luttekur Heini Hátún, sum eisini er spildurnýggjur í Oygg [...] við í eitt nú longdarlopi. Freddie Poulsen hevur í ár meldað til í 800 m og 1500 m. Hann vann annað av føroysku gullmerkjunum í frælsum ítrótti seinast. Hitt vann Ási Mikkelsen. Teir búgva báðir í Danmark [...] gullmerki í frælsum ítrótti. Ási Mikkelsen vann gull í longdarlopi, og Freddie Poulsen tók øll á bóli, tá hann fór fyrstur um málið í 800 metra renningini. Bæði Freddie og Ási eru við aftur á Gotlandi í ár,
álvara við í kappingini um næstfremsta plássið, og við gongdini hjá besta liðnum í Fuglafirði í huga, kann tann støðan taka seg upp, at næstbesta liðið hjá teimum skal spæla um eitt pláss í 2. deild, [...] var tað, sum tað plagar at vera, tá føroyingar plagdu at spæla í DAI í Keypmannahavn. Bara níggju spælarar vóru í fyrstuni, so kom ein afturat, og so aftur ein. Tí er tað ikki sørt merkisvert, at toftamenn [...] Málið kom eftir eitt sindur av aftur og fram, og í 2. hálvleiki var ikki nógv skil á spælinum. Rúni Joensen var aftur í ÍF málinum, og hann helt tætt í 2. hálvleiki. Tað gjørdi GÍ verjan eisini ? inntil