hvussu Fólkaflokkurin reypaði av, at teir »áttu« nevndirnar í báðum bankunum. Nú skattgjaldarin gjøgnum Fíggingargrunnin bjargaði bankanum, hevur hann í trý ár goldið aftur góðar 200 milliónir til skattgjaldaran [...] nøkur søla av bankanum kemur upp á tal, so skal skattgjaldarin hava allar sínar pengar aftur ? við rentum. Einasta umboð í Fólkatinginum, sum kann verja hesi sjónarmið, er eitt javnaðarumboð. Henrik Old
Jan Müller Í hesum døgum fáa øll húski í Føroyum høvi til at tekna partapening í nýggja føroyska oljufelagnum, ?Atlantic Petroleum?. Í einum sera snotuligum og litføgrum faldara verða allir føroyingar [...] mennast og virka í eini kolvetnisvinnu undir Føroyum - og í altjóða høpi. Víðari sigur felagið, at tað við støði í leiðunum undir Føroyum skal menna seg til eitt fíggjarliga sterkt og í altjóða høpi ka [...] bodnir at gera íløgu í Føroya møguligu framtíð í kolvetnisvinnu við at tekna partapening í føroyska felagið ?P/f Atlantic Petroleum?. Ein møgulig føroysk oljuvinna er eitt føroyskt tjóðarmál verður sagt
hava teir so gjørt í ár. Rumenski Ion Geolgau úr Craiova díkir hart á spælararnar, og í HB vóna tey, at venjing seks ferðir um fer at síggjast aftur í avrikunum á vøllinum seinni í ár. ? Vit eru ótrúliga [...] møguleikar fyri at spæla í 1. deild sostatt eru størri, og tað kann eisini vera gott fyri HB í longdini, um hesir spælararnir koma aftur til barndómsfelagið ? nakað sum Gunnar Mohr ikki ivast í. ? Teir eru allir [...] monnum pengar fyri at spæla fótbólt. ? HB hevur altíð verið rættiliga konservativt á tí økinum, men vit hava ásannað, at í dag ber ikki til at hugsa soleiðis, tá onnur lið geva sínum spælarum pengar, sigur
við farmaskipi, ger vart við seg í brøvum til systrina. Men Anna er her rættur høvuðspersónur, og lesarin fylgir henni bæði í frásøgn sum í tí undanfarnu bókini, og í dagbóksbrotum, har teir innastu tankarnir [...] orðaðir. Anna fer at ganga í realskúla í Havn, og verður nú hvønn dag noydd at fara úr tí trygga umhvørvinum á Argjum til skúlan í tí ótryggu Havnini. Floksfelagarnir eru í fyrstuni ikki serliga vinarliga [...] flákra í allar ættir, so fortelur Sólrun Michelsen so sjarmerandi, at undirritaði læt seg tøla. Og eg ivist ikki í, at børn halda tað vera stuttligt at hoyra og lesa hesar frásagnir frá barnaárum í 50unum
Sosialurin fyrr í vikuni ringdi til Framtaksgrunnin, ljóðaði stjórin í grunninum Niels Dann West beinleiðis ovfarin av spurningum, um Framtaksgrunnurin fór at seta pengar í virkið fríggjadagin ? í gjár. Á JFK-trol [...] heldur ongin hugur at práta um møguliga íløgu í Kósina. Stjórin Hanus Hansen vísir kortini aftur, at tað í verandi løtu er upp á tal, at JFK-trol keypir seg inn í Kósina. Og Jóhan Páll, sum framvegis ? inntil [...] skal standa seg frameftir. Jóhan Páll Joensen hevur ofta í fjølmiðlunum víst á, at Kósin er vorðin stóri taparin í dúgliga saneringspolitikkinum í flakavinnuni seinastu árini, sum nú sær út til at beina
dysturin í seinnu hálvu av superliguni skuldi eftir ætlan vera í gjárkvøldið, men dysturin millum Brøndby og Silkeborg hevur alla vikuni hingið í leysum lofti, tí veðrið hevur ikki verið til vildar. Í morgin [...] á tí ítróttarliga og fíggjarliga økinum í løtuni, og at nógv fleiri pengar eru í donskum fótbólti nú enn áður, hevur lívligi aktiviteturin á spælaramarknaðinum í vetur verið eitt prógv um. Feløgini hava [...] danska landsliðnum í álopinum leggur Brøndby upp til eit hart stríð við arvafíggindirnar í FCK. Claus Thomsen, sum hevur roynt seg í enska felagnum Everton seinastu mánaðirnar, er aftur heima í donsku kappingini
má standa í rímiligt mát til tíðina, hon skal brúkast. Og spurningurin er sanniliga eisini, hvat ein hóskilig loysn er í mun til hvat hon kostar. Verður umvælingartíðin av Smyrli stytt niður í einar tvær [...] at avloysa Smyril, kostar tað pengar. Og tann kostnaðurin verður settur upp ímóti tíðini, skipið skal brúkast. Og tað skilst, at ongin er sinnaður at brúka nógvar pengar at leiga Norrønu, ella eitt annað [...] málinum nær, siga, at Dúgvan er ikki endaliga avskrivað enn. Tað veldst um, hvussu alt tekur seg upp. Í prinsippinum er onki galið við Dúgvuni. Trupulleikin er, at nógv fólk vilja ikki sigla við henni. L
so ilt at skilja. Bókin hevur ikki tað sentrala pláss í samfelagnum í dag, sum hon hevði fyrr í tíðini. Jack London skrivaði frá sínum ævintýrum í bók og fólk keyptu bøkur hansara, men vit síggja tey á [...] eitt og annað samfelagsligt í Dimmalætting, tann fyrra var um málning í eini kirkju, sum sambært hesum statsrikna høvundi varð givin kirkjuni av einum fyrrverandi bankastjóra í sálarneyð, eitt slag av avláti [...] einki innihald havt. Og Jonhard helt, at vit dugdu ikki í sama mun sum teir gomlu at siga eina søgu. Eg fari ikki í hesi viðmerking at leggja meg út í prátið, hvørt heimastýrislógin hevur verið við til at
broytingarmøguleikum, sum eru í tí ávísa umhvørvinum. ? Verður ein ljóðskipan sett í eina ljósregulgering, sum er sett upp, so kostar tað nógvar pengar, men verður tað gjørt alt í einum, so kostar tað verri [...] eina høvuðsuppgávu við útgangsstøði í økinum á bryggjuni í Havn, við serligum atliti til ferjulegurnar og Farstøðina. Men hvat er hetta fyri ein úbúgving, tey eru í holt við? Erik Østergaard, frá Institut [...] eina høvuðsuppgávu, har tey, sum í hesum føri, taka útgangsstøði í einum veruligum trupulleika. Uppgávan hjá hesum bólkinum gongur út uppá, at gera uppskot til broytingar í umhvørvinum, so at møguleikarnir
Breckmann um SL: »Ein fuglfirðingur knoklaði og sveittaði hvønn einasta dag í árinum . . . pengarnir tiknir frá honum . . . Niður í Strandferðsluna. Til svans og tvætl. Tað sama var galdandi fyri ein lastbilsjafør [...] har við bureaukratiskari kasjett. Og eg skal heita á løgmann at halda so leingi út í Tinganesi, at vit fáa ruddað upp í hesum rottureiðrinum, so at vit fáa privatiserað henda her køstadungan av útnyttilsi [...] ongin lastbilaeigari í Føroyum, sum ikki heldur, at hann kann gera tað bæði betri og bíligari. Ei heldur ein verkstaðseigari, sum ikki vil loysa eina uppgávu fyri ein kunda. So hví í Jesu navni hava vit