greitt frá, at hin 11. september sær manningin vitan í Mykines eina lítla løtu og í vónini um at koma suður um Suðuroynna, varð siglt suður eftir undan vindinum. - Men, heldur ikki hesa ferð var eydnan [...] Genova við einari last av pappírsevni. Orsakað av fyrra veraldarbardaga var ætlanin at sigla norður um Stóra Bretland og síðan suðureftir. Men so langt kom Orient ikki. Eftir at hava ligið undir Noregi [...] líkindum, varð kósin sett í ein vestan. Átta dagar seinni fór Orient fram við Føroyum. - Stutt eftir hetta hendi so tað, at Orient fór at leka. Menn fóru til pumpurnar, og roynt varð at venda við og koma til
vegur varð liðugur í 1916. Hetta var nøkur ár, áðrenn fyrsti bilur kom til landið tann 6. mai 1922. Ein Ford TT lastbilur sum Júst Sivertsen og Johannes Olsen í Havn áttu. Um aldarmótið kyknaði áhugin fyri [...] varð bygt. Neyvan hevur verið hugsað um bilferðslu tey komandi árini eftir hesum vegum. Í tíðindabløðunum verður bert hestavognskoyring nevnd, tá skrivað verður um vegagerð. Fyrsti bilur í Sandoy var ein [...] fyri at útbyggja landið. Í 1905 komu umsóknir til landsins myndugleikar um studning til veg millum Skopun og Sand og millum Tórshavn og Kirkjubø. Arbeiðið við at byggja vegin millum Skopun og Sand byrjaði
gott landslið um hesa tíðina, og tá olympisku leikirnir vóru í Stokkhólmi í 1912, tá møttust Danmark og Stóra Bretland aftur í finaluni. Aftur hesaferð lá Stóra Bretland omaná, talan gjørdist um ein 4-2 sigur [...] spældi Danmark ikki sín fyrsta altjóða skrásetta landsdyst, fyrr enn tann 19. oktober í 1908. Talan var um ein dyst í olympisku fótbóltskappingini í London, og sigast má, at danir høvdu eitt sterkt lið tá. [...] skrásetta landsliðsmálið hjá Danmark. Danmark møtti Fraklandi »A« í hálvfinaluni, og her gjørdist talan um ein knúsandi 17-1 sigur til Danmark, sum enn tann dag í dag er danskt met. Sophus »Krølben« Nielsen
Zealands bløðini vóru ill um hetta, tí tey vildu, at teirra Billie skuldi vera nr. 1, men atvoldin var tann, at Australien ikki vildi lata eina fremmanda gentu vinna. Fyri at bøta um hetta gjørdi eitt annað [...] vandamikið, sum vit kenna tað. Bara hetta árið fórust 50 mans við trimum skipum undir Íslandi. Í hesi Miðviku skal takast fram ókent tilfar, um vanlukkuna við Oliviu, og um nakrar menn, sum vóru við, og teirra [...] frá teimum, var at teir vóru inni á Reykjavík um páskini, 7. og 8. apríl. Teir fara út aftur, og tá so ein tíð var fráliðin fóru fólk at sakna Oliviu. Fyrst í juni umrøður Dimmalætting hetta og skrivar
samdur um, at eitt samskipað álop var besta boðið upp á at basa týsku hermegini. Russar og italumenn skuldu loypa á eystan fyri, meðan fraklendingar og bretar skuldu loypa á vestan fyri. Hetta var fyrsti [...] 430 vóru løstaðir. Hetta var deyðiligasti dagur í bretskari hernaðarsøgu. Betri gekk hjá fraklendingum, sum áførdu týskarum stór tap. Bardagin vardi í 141 dagar, til 18. novembur. Hetta var størsta slagið
seinni: Maskinmeistarin doyði av vanlukku. Hetta var ein skakandi hending, sum ikki skuldi kunnað hent. So vítt tað sæst er hon ikki við í teirri søgu, sum er skrivað um sjúkrahúsið, men vit kunnu nú greiða [...] landshospitalinum, sum kravdi eitt mannalív. Eina ferð um vikuna ella 14. hvønn dag verður smittusamt toy útkókað – desinfiserað. Tað var hetta, sum gerast skuldi mánadagin. Maskinmaðurin, Johannes [...] systir, um hon hevur hug at koma at arbeiða á hospitalinum sum gongsgenta. Nei, hendan systirin var farin til Suðuroyar at arbeiða í fiski, sum jú var tað vanliga hjá ungum gentum tá í tíðini. Um so
hendi tann broyting í grundlógini, at kvinnulig arvafylgja varð samtykt fyri danska monarkiið. Hetta til tess at Margreta prinsessa skuldi kunna taka við trúnuni eftir pápa sín. Tað kundi hon ikki [...] sambært gomlu grundlógini, og tí hevði systkinabarn hennara og javnaldurin, Ingolf, verið kongur í dag, um grundarbroytingin ikki varð samtykt í 1955. Tá var tveykamarsskipanini eisini avtikin – við fólkatingi
føroysk orð til hetta lagið? Líka veit eg. Hvussu er og ikki: okkurt bendir á, at føroyingar hava dugað hetta lagið. Ella ið hvussu er tey, ið lósu Tingakross. Tann danski teksturin – um tann illsinta og [...] jólafriðin heima við hús. Well; um mín teori er sonn, so er klokkan í kirkjugarðskapellinum tann mest umsungna kirkjuklokkan í Føroyum." Skrivar Heri Eysturlíð á vanga sínum um tann nú 100 ára gamla, fólkakæra [...] granskað nógv í sálmasøgu og sangsøgu, og á Facebook vanga sínum hevur hann hesa áhugaverdu hugleiðingina um kenda jólasangin, ið nú fyllir 100 ár. Heri Eysturlíð skrivar: " Ikki hoyrist hon líka ofta sum fyrr
fjarað somikið, at spælandi var, og hóast hetta, so var talan framvegis um bleytt undirlendi, har upprikni tarin eisini gjørdi sítt. Tá í tíðini var ikki talan um nakra skipaða kapping, men nakrir dystir [...] í London. Fyrsti finaludysturin í kappingini um steypið stóð í 1914 millum MB og TB, og her eydnaðist miðvingum at vinna. Kappast varð í nøkur ár um hetta steypið, men FBU varð ikki langt lív lagað, og [...] fyri spælinum at vaksa. Føroyskur fótbóltur var um hetta mundi býttur upp í meistara- og meðaldeild, men tá kappingin í 1975 varð umløgd til at fevna um tríggjar deildir, máttu miðvingar taka til takkar
eindømi í Føroyum. – Greitt verður frá týdninginum av at verja um søguna og hvønn týdning hetta hevur fyri bygdina í dag. – Somuleiðis verður kunnað um arbeiðið við Gøtu húsasøgu, sum Arnleyg var í gongd við