Arnleyg Jacobsen var fødd 29. desember í 1922. Í hesum sambandi verður skipað fyri 100-ára minnishald í Víkingahúsinum í Sarpugerði í Norðragøtu leygardagin 14. januar 2023 kl. 16.00.
Pætur Húsagarð skrivar á Facebook, at á hesum haldi verður lýst í orðum og myndum tað sera stóra arbeiði, sum Arnleyg og Tummas gjørdu, fyri at varðveita gamla býlingin í Norðragøtu, sum nokk er eindømi í Føroyum.
– Greitt verður frá týdninginum av at verja um søguna og hvønn týdning hetta hevur fyri bygdina í dag.
– Somuleiðis verður kunnað um arbeiðið við Gøtu húsasøgu, sum Arnleyg var í gongd við.
Eystanljóð fer eisini at framføra sangir á tiltakinum.
Bjóðað verða kaffi og køkur.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir.