100 ár síðan eitt óvanligt skipsbrot

- Áðrenn skipið stoytti, fóru mennirnir í bátarnar, men hugsingur var ikki um at sleppa upp á land fyri brimi. Men, til alla lukku var ein útróðrarbátur úr Vági vestanfyri.

Í september í 1918 - ella fyri skjótt hundrað árum síðan - var barkin Orient úr Svendborg á veg úr Gøteborg til Genova við einari last av pappírsevni. Orsakað av fyrra veraldarbardaga var ætlanin at sigla norður um Stóra Bretland og síðan suðureftir.

 

Men so langt kom Orient ikki.

 

Eftir at hava ligið undir Noregi í meira enn eina viku og bíðað eftir líkindum, varð kósin sett í ein vestan. Átta dagar seinni fór Orient fram við Føroyum.

 

- Stutt eftir hetta hendi so tað, at Orient fór at leka. Menn fóru til pumpurnar, og roynt varð at venda við og koma til Føroyar, men mótvindur var, so avgjørt varð at royna at halda lens og sigla til Íslands. Men, tá menn høvdu siglt í eina tíð, var aftur mótvindur. Nú varð so avgjørt at venda við aftur og í staðin rat oyna at koma sær til Føroyar.

 

Tað er Facebook-síðan - Pakkhús 5 - sum ber hesa søgu og endurminning í dag.

 

Í frásøgnini verður víðari greitt frá, at hin 11. september sær manningin vitan í Mykines eina lítla løtu og í vónini um at koma suður um Suðuroynna, varð siglt suður eftir undan vindinum.

 

- Men, heldur ikki hesa ferð var eydnan við teimum. Tí, tá tað lýsti fyri degi, sást, at teir lógu enn vestan fyri Suðuroynna og rættiliga langt úr landi.

 

Manningin gjørdist nú greið yvir, at eystur um oynna og inn á Vág ella Tvøroyri megnaður teir ikki at koma og at halda skipinum lens nógv longur, megnaður teir heldur ikki.

 

- So, stýrt varð beint móti brøttu vestursíðuni á Suðuroynni fyri fullum seglum og við neyðflagginum uppi.

 

Sagt verður í frásøgnini, at áðrenn skipið stoytti, fóru teir tíggju mennirnir í bátarnar, men hugsingur var ikki um at sleppa upp land nakrastaðni fyri brimi. Til alla lukku var ein útróðrarbátur úr Vági vestan fyri, og hann bjargaði illa sperdu donsku manningini inn á Vágseiði.

 

- Síðan hildu menn úr Vági og Fámjin við bátum og til gongu við línum at bjarga farmi, rigningi og øðrum av barkini. Men, tá teir komu fram á Orient, var hon nærum sokkin. Tað einasta, ið varð bjargað av prýðiliga skipinum, var stórbáturin, tveir prámar og nøkur vrakpetti, verður skrivað á Pakkhús 5 í dag.