var vallistin eisini skrivaður við hon, ikki sum í dag, har alt er talgilt. Johan minnist aftur á tíðina í valnevndini fyri tað góða og er takksamur fyri at hava verið ein partur av hesum. MARIANN MIKK [...] nýggjum. Nýggj forkvinna er Mariann Mikkjalsdóttir, ið til dagliga starvast sum lærari í Tvøroyrar skúla – eins og Johan og Jean gjørdu, tá teir tóku við formanspostinum. Mariann er 35 ára gomul og búsitandi [...] og nógv hevur verið lagt fyri í fyrireikingunum. Í hesum sambandi nevnir hann eisini, at valnevndin er sera takksom fyri stóru hjálpina, ið hon altíð hevur fingið frá Tvøroyrar kommunu. Jean nevnir tíðina
við ein arbeiðsgevara fyri at fáa eitt sveinabræv ella eitt yrkisbræv og tað er 57% av einum miðal føroyskum árgangi, her tað í miðal hava verið fødd knapt 660 børn um árið seinastu 20 árini. Konjunkturarnir [...] rnar er á donskum skúlum. Nú ber til at taka alla útbúgvingina til kokk í Føroyum, soleiðis at tað slepst undan at fara til Danmarkar at taka skúlagongdina, sum hoyrir til yrkið. Undirvísingin er á TSK [...] krevst, at tey fara uttanlands at taka skúlagongdina, sum hoyrir til útbúgvingina tey hava valt (vanliga er skúlagongdin umleið 25% av einari yrkisútbúgving). Nýggjar útbúgvingar í 2024 Ventilatiónstøkningur
limirnir eru Bjørn Kunoy, professari í altjóða rætti, sum í løtuni er føroyskur sendimaður í Washington, og Sjúrður Rasmussen, ið er serligur løgfrøðiligur ráðgevi á Løgmansskrivstovuni. Tað var fyrr í [...] Hægstarætt kann lesast her. Limirnir í nevndini Umframt landsstýrið, ið hevur valt tvey umboð, hevur danska stjórnin valt tvey umboð og Hægstirættur trý umboð. Hægstarættarforsetin er formaður í nevndini [...] føroysku limirnar Bjørn Kunoy Bjørn Kunoy er sendimaður Føroya í Washington. Síðani 2007 hevur hann verið løgfrøðiligur ráðgevi í Uttanríkistænastuni. Hann er professari í altjóða rætti á Fróðskaparsetur
Isager-Nielsen fer eisini at greiða frá, hvussu nógv talið á morðum er minkað seinastu árini, men tíverri ikki, tá talan er um konufólkmorð. Hví so er, fer Bent Isager-Nielsen at tosa um út frá sínum royndum á [...] um nýggjastu tøknina hjá løgregluni, t.d. DNA og aðra tøkni, og hvussu tøknin er ment við árunum. Hóast evnið er álvarsamt, er Bent Isager-Nielsen tíbetur eisini skemtiligur. Stundir vera eisini til spurningar [...] hollu vitanini og innlitinum brúkar hann sínar drúgvu royndir í sambandi við viðkomandi mál, bæði her á landi og í útlondum. Eisini fer hann at greiða frá einum máli í 1994, sum byrjaði sum eitt drápsmál
framburði. Almenni geirin, ábyrgd og endamál Men hvat er og hvat ger almenni geirin, hvør er ábyrgdin, og hvat er endamálið við honum? Almenni geirin er tann parturin av búskapinum, sum fevnir um teir stovnar [...] Almannaveitingar: Tað er eftirløn, kontantar veitingar og aðrar sosialar stuðulsskipanir. Almenn fyrisiting: Tað er fyrisiting, løgregla, dómstólar og verja. Undirstøðukervi og veiting: Tað er m.a. vegir, almenn [...] eru skilamenn, hava her helst mist tráðin og samband við sunna fornuft. Verður ein lygn søgd nóg ofta, byrjar sjálvt tann mest ivasami at trúgva tí, ið sagt verður, og tað er helst her, hesir fyrrverandi
birkblog: Manninum, Jon Simonsen, sum er úr Hoyvík, møtti hon í Abidjan. Hon sær á eygnabránum, at nú skulu vit sláa upp í føroyska ættartrænum, sum er Facebook, og mín sann, um vit ikki kennast, Jon mín [...] hvussu tøtt øll eru, kennast, ella eru í slekt. Hon hevur arbeitt á Gjáargarði, men er nú farin undir matstovuna Moss , her niðri sum hav og land møtast á ein hátt sum onga aðra staðni í landinum. - Tit eru [...] tá stongt er. Umframt at borðreiða við einum úrvali av óvæntað góðum rættum til ein skjótan miðmála, so hevur hesin matstaður tann forrætt, at vera inni í einum blómuhandli, Árstíðirnar. Her kanst tú ganga
eyðmýkt teir! Besta dømi og prógv um hetta er júst umrødda sending, enntá í 6 pørtum! Kringvarp Føroya!: hvar er trúvirðið? hvar er fakligi stoltleikin? hvar er virðingin fyri lógarásetingum, sáttmálum og [...] koloniir og fólkamorð!! Í 3. parti er eitt av høvuðstema´unum gongdin fram ímóti og kollapsið av føroyska samfelagnum fyrst í 1990´unum. Nógv av tí, sum verður framborið her, er rætt og samstundis áhugavert [...] trúvirði og vera professionellar) Og henda sending er bert 3. av 6 - uha, uha. Sendingin kemur eftir skránni í kvøld kl. 19.00. Hyggið og lurtið – er hetta veruliga rætt ella tann reina loysingarpropaganda
friðast ella avmarkast í veiði, og ivaleyst er nógv skilagott í hesum. Í nátatíð verður eisini borið upp á mál, at her kundu onkrar avmarkingar verið, og ivaleyst er eisini okkurt skilagott í hesum. Onkur hevur [...] tikin, meðan hann er á flogi. Henda myndin er tikin um dagarnar umborð á nýggja Høgabergi hjá Framherja í Fuglafirði. Skipið liggur og pumpar svartkjaft inn eftir eitt hál. Myndin er tikin sunnarlaga í [...] so nógvan fugl savnast um eitt skip. Hugsandi er, at fuglameingið er líka stórt, tá onnur skip, sum eisini eru á feltinum, hála og pumpa fiskin inn. Tískil er henda myndin neyvan eindømi á fiskileiðunum
Paula. At flestu løg og melodilinjur hjá Paula eru í moltónart, kann tykjast merkisvert og er tað kanska her at ein lutur til at skilja samanhangin millum ljóðið í traditionellum føroyskum sangi og tónleikinum [...] Føroyar at framføra tónleik. Seinast í november í fjør tá verkið Dropi er tú – ein sangur um lívið, varð framført í Løkshøll. Vónin er at Pauli framhaldandi fer at skriva tónleik og at kór í Føroyum eisini [...] eisini í nútíðar tónleiki, hevur í Føroyum eins og aðrastani útgangsstøði í eini hugsan um, at tað er ein ella annar samanhangur millum tann nýggjari tónleikin og tann siðbundna føroyska tónleikin. Tann
hinum Norðurlondunum eru tølini enn hægri. Føroyskar kanningar hava fyrr víst, at støðan hjá okkum er heldur verri enn í hinum Norðurlondunum. Yvirvekt hjá børnum økir ikki bara um vandan fyri álvarsomum [...] parturin av teimum børnum, sum stríðast við yvirvekt, taka yvirvektina við sær inn í vaksnamannalívið. Tað er ørkymlandi, tí vit vita, at hetta økir um vandan fyri fleiri sjúkum – millum annað fimtan ymiskum [...] politisku myndugleikarnar um at gera nakað við støðuna. Norðurlendsku krabbameinsfeløgini halda, at tíðin er komin at gera nakað við álvarsama trupulleikan, og koma tey nú við fimm ítøkiligum tilmælum um politisk