birkblog: Manninum, Jon Simonsen, sum er úr Hoyvík, møtti hon í Abidjan. Hon sær á eygnabránum, at nú skulu vit sláa upp í føroyska ættartrænum, sum er Facebook, og mín sann, um vit ikki kennast, Jon mín gamli næmingur.
Ana grínur og nevnir, hvussu tøtt øll eru, kennast, ella eru í slekt. Hon hevur arbeitt á Gjáargarði, men er nú farin undir matstovuna Moss, her niðri sum hav og land møtast á ein hátt sum onga aðra staðni í landinum.
- Tit eru so receptive, sigur hon vælnøgd við kundagrundarlagið, sum til gerandis støkkur inn á gólvið millum níggju og fimm bara ikki sunnudag, tá stongt er.
Umframt at borðreiða við einum úrvali av óvæntað góðum rættum til ein skjótan miðmála, so hevur hesin matstaður tann forrætt, at vera inni í einum blómuhandli, Árstíðirnar. Her kanst tú ganga millum blómurnar, hyggja og taka til tín angan av blómum, og bráddliga finna eitt nýtt matstovuborð í einum nýggjum króki.
Lesið meira á birkblog við at trýsta her
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##