O, Kringvarpið! 3. partur

Vit gingu á vatninum og dusaðu okkum í marglæti

 

Suni Merkistein í sendingini O, móðurlandið!

 

Vit ilskast inn á danir, tí teir nøkur ár í 90´unum kanska ikki heilt uttan grund hartaðu okkum, meðan vit í meiri enn eina heila øld uttan stórvegis grund hava eyðmýkt teir!

 

Kringvarpið sendir í kvøld 3. part av sendirøðini O, móðurlandið! sum gongur fram til 1990´ini.

 

##med2##

 

Millum tema´ini, sum hava verið í 1. og 2. parti, eru m.a. koloniir og fólkamorð!! Í 3. parti er eitt av høvuðstema´unum gongdin fram ímóti og kollapsið av føroyska samfelagnum fyrst í 1990´unum.

 

Nógv av tí, sum verður framborið her, er rætt og samstundis áhugavert at síggja og eigur KvF rós fyri hendan partin av sendingini. Men tíverri er søguforteljingin bert hálv, við tað, at KvF hegnisliga velur viðmerkjarar, sum í størst møguligan mun stuðla upp undir narrativ KvF´s og tess nationalistisku agenda:

 

##med3##

 

Eisini verða landsstýrisskeiðini í 1970´unum, 80´unum og fyrst í 90´unum vavd saman, so tað als ikki framgongur, hvat ið hendi undir hvørjum landsstýri, hvør orsøkin var til og nær ógvusligi vøksturin í bæði vinnustuðli, t.d. ráfiskgrunni, uttanlandsskuld og veðhaldi fyri skipabyggingum var.

 

Dagfestingar eru hegnisliga kliptar burtur ella fjaldar í skjølum, sum skulu gera tað út fyri at verða dokumentatiónir, sum undirbyggja hálvu søguforteljingunum hjá KvF, sum tí blíva beinleiðis villleiðandi og partvíst eisini søgufalsan.

 

Vit ilskast inn á danir, tí teir nøkur ár í 90´unum kanska ikki heilt uttan grund hartaðu okkum, meðan vit (les loysingarfólk) í meiri enn eina heila øld uttan stórvegis grund hava eyðmýkt teir! Besta dømi og prógv um hetta er júst umrødda sending, enntá í 6 pørtum!

 

 

Kringvarp Føroya!:

 

  • hvar er trúvirðið?
  • hvar er fakligi stoltleikin?
  • hvar er virðingin fyri lógarásetingum, sáttmálum og egnum kjarnuvirðum?

 

(sendingar skulu vera: sakligar, óheftar, álítandi, savnandi, dygdargóðar, fjøltáttaðar, ikki á nakran

 

hátt elva til mannminkan, halda góðan fjølmiðlasið, hava størsta trúvirði og vera professionellar)

 

 

Og henda sending er bert 3. av 6 - uha, uha. Sendingin kemur eftir skránni í kvøld kl. 19.00. Hyggið og lurtið – er hetta veruliga rætt ella tann reina loysingarpropaganda?

 

 

 

Johan Petersen