Javnan síggja vit ávaringar um, at sjófuglurin má friðast ella avmarkast í veiði, og ivaleyst er nógv skilagott í hesum.
Í nátatíð verður eisini borið upp á mál, at her kundu onkrar avmarkingar verið, og ivaleyst er eisini okkurt skilagott í hesum. Onkur hevur hildið, at kanska skuldu avmarkingar verið í veiðitíð - at veiðitíðin kanska kundi verið stytt.
Onkur annar heldur, at bátarnir, sum verða brúktir til at taka náta við á sjónum, sigla ov skjótt, og at nátungin í summum førum verður tikin, meðan hann er á flogi.
Henda myndin er tikin um dagarnar umborð á nýggja Høgabergi hjá Framherja í Fuglafirði. Skipið liggur og pumpar svartkjaft inn eftir eitt hál. Myndin er tikin sunnarlaga í føroyskum sjógv.
Fuglakennarin í Nólsoy, Jens-Kjeld Jensen, sum eisini hevur fingist við at telja náta, segði fyri nøkrum árum soleiðis:
- Nátin er minkaður, men hann hevur stabiliserað seg aftur á einum lægri støði, og ivaleyst hevur nærlagdi fuglakennarin rætt.
Á myndunum sæst eitt ótal av náta - ja, helst nakrir túsund - og tað er stuttligt at síggja so nógvan fugl savnast um eitt skip.
Hugsandi er, at fuglameingið er líka stórt, tá onnur skip, sum eisini eru á feltinum, hála og pumpa fiskin inn. Tískil er henda myndin neyvan eindømi á fiskileiðunum.
##med2##