søguna og veruleikan. Sýslumaður og tingmaður Jákup fór, sum so mangur tá, blaðungur til skips í 30’árunum. Men fór síðani til Danmarkar at lesa búskaparfrøði, bert 17 ára gamal. Annar Veraldarbardagi brast [...] synum. Tey giftust, hann ættleiddi synirnar, og Edith og Jákup fingu síðani seks døtur. ##med2## Eftirkrígslok fluttu tey beint heim til Føroya. Har varð Jákup settur í sýslumansstarvið í Vágunum. Og blaðungi [...] Løgtingi. Frá 1945 til 1946. Og júst hetta árið var tað, at danska stjórnin saman við sambandsflokkunum í Føroyum royndi at trumla eitt uppskot ígjøgnum tingið um at gera Føroyar til ein danskan landslut
eru 634.400 krónur játtaðar til til at finna orsøkina til tann óvanliga jarðhitavøksturin á Glyvrum, og samstundis finna út av um tað ber til at fáa orku úr undirgrundini til upphiting. [...] lagi helvtina av tí hvør verkætlan kostar Hesar verkætlanir fingu stuðul: Ein millión er játtað til at fyrsta stig av eini upphitingarskipan til kommunalar bygningar við Sjógv í Kollafirði við heita vatninum [...] fyri í ár, eru 1,8 milliónir krónur játtaðar til at útvega nýggja vitan um at fáa orku úr undirgrundini. Hetta er fyrstu ferð, at stuðul er markaður til verkætlanir i, at fáa orku úr undirgrundini. Vit
í eini talu fyri tí konservativa, politiska felagsskapinum Amerika Fyrst. Trump nýtti ikki bert høvið til at tosa um valsvik í 2020 og at fríggja við ætlanum um at stilla uppaftur. Hann málaði eisini eina
Verður Strandferðslan seld og avhendað til tey fáu, so er tamarhaldið burtur. Tá hevur fólkið mist alla ávirkan, og prísurin kann fara til himmals. Tí má fólkið varðveita ræðið á Strandferðsluni. Suðuroyingar [...] átta vikur. Landsstýrismaðurin metti lítlu fraktferjuna vera nóg góða til bæði ferðafólk og frakt. Men tað er hon yvirhøvur ikki egnað til. Svarið frá honum var ein vátur lappi í høvdið: Suðuroyingar skuldu [...] Suðuroyingar frøddust, tá tað bleiv fráboðað, at okur endiliga fingu eitt fraktskip at hjálpa við stóru nøgdunum av frakt, sum fara um Suðuroyarfjørð. Men gleðin var stokkut, tá landsstýrismaðurin boðaði frá
sambært tíðindastovuni Reuters. – Løgreglan var hetjan handan dagin. Donald Trump hevði ikki dirvið til at handla, sigur Joe Biden. – Djørvu kvinnurnar og menninir í bláum kring landið mugu ikki gloyma tað [...] fyri upprestri, sigur forsetin. Samstundis finst forsetin at fleiri øðrum republikanskum valevnum til valið í 2024. Úttalilsið kemur í sambandi við eina ráðstevnu fyri løgreglufólk við afroamerikonskum [...] uppruna. Minst fimm fólk doyðu í sambandi við álopið á Kongressina, og fleiri enn 140 løgreglufólk fingu skaða. /ritzau/
- Bæði í Føroyum og Grønlandi hava vit sjálvandi ment samfelagið, síðani vit fingu heimastýri, og vit hava eisini yvirtikið fleiri mál, men tað er framvegis soleiðis, at tá ið tað snýr seg um uttanríkis- [...] er eisini soleiðis, at um danskir myndugleikar vilja hava avgerðarrættin, um Føroyar selja makrel til Russlands, ella grønlendingar selja onkur mineral, so verður tað lagt undir uttanríkis- og trygdarpolitikk [...] frameftir. Hvat vilja vit, og nær vilja vit, at broytingar skulu henda. Hann heldur, at tað ber væl til at arbeiða saman í einum ríkjafelagsskapi, har londini eru javnsett. Grønland er ein týðandi partur
við P-húsið bleiv løgd fram til almenna hoyring, eydnaðist tað loksins at fáa ein fund tann 20 juli 2022, sum tíverri er 2 vikur eftir at byggisamtyktin bleiv løgd fram til hoyringar. Nú fundurin var á [...] oman á tekjuni á P-húsinum, og sostatt eisini broyta nettonýtslustigið frá 130% til 400%. Í staðin fyri at byggja 13 m til hæddar, sleppur hann nú at byggja 17,8 m í alt. Sum alt gongur væl hond í hond [...] hesum upplýsingum, nú ið byggisamtyktin er løgd fram til hoyringar. Um kommunan bar seg nøkulunda rætt at, hevði kommunan sjálvandi kallað inn til ein borgarafund, har hesi evnir vóru uppi at venda, áðrenn
Champs-Élysées fingu sprintararnir høvi at dystast um sigurin á hægst virdu málstrikuni í súkklúítróttinum, har belgiski Jasper Phillipsen (Alpecin) vann. Mads Petersen (Trek) megnaði ikki fram til teir allarfremstu [...] Vingegaard á pallin í París, og mótsætt í fjør skal hann upp á ovasta trin. Og tá hann mikudagin fer heim til Danmarkar, skal hann heiðrast á Ráðhúsplássinum og í Tivoli í Keypmannahavn. ##med2## Jonas Vingegaard [...] kappingina í gulu troyggjuni. Áðrenn súkklararnir náddu heilt inn á Champs-Élysées, var sum sigur er pláss til sjampanjuskál og stuttleika. Wout van Aert (Jumbo-Visma) hevur klárað seg væl á næstan øllum teinunum
hin 27. juli í fjør, og seks vikur seinni fingu vit hitt næsta, tvey elskulig gentubørn. ##med2## Jørgen Niclasen sigur, at ólavsøkan hesaferð ikki minst fer til at abbast. - Vit gleða okkum at halda ólavsøkuna [...] Fert tú á ólavsøku? - Í fjør fingu vit okkara fyrstu ommu- og abbadøtur. Í ár verður ólavsøkan serlig við teimum báðum í føroyskum klæðum, sum syskinabarnið, Suna, hevur bundið. Tað sigur Jørgen Niclasen [...] Hvussu heldur tú ólavsøku í ár? - Seinastu stívliga 30 árini havi eg verið á ólavsøku, tá eg skal jú til arbeiðis, og skrúðgongan úr Tinghúsinum í kirkjuna og aftur er heilt serlig. Hvat er tað besta við
Tórsgøtu og aðrastaðni í grannalagnum. Hetta er ein ætlan, sum enn ikki er komin til politiska viðgerð, so ikki ber til at fara í smálutir. Men undir politisku viðgerðini koma vit at seta treytirnar, og [...] & Viku var øll Tórsgøta til sølu. Og um ikki húsaarkitekturin hjá KVF eisini slapp at hugleiða um miðbýin. Gomlu hugnaligu húsini í Havnini kallaði hann høsnarhús og mælti til at byggja skýskravarar. Ivist [...] brúkt til mentanarligt ella sokallað útatvent virksemi. Ikki bara í Tórsgøtu, men í øllum miðbýnum. Vit mugu tora at hava nakrar visjónir. Tórsgøta skal ikki broytast frá at vera ein mentanargøta til at vera