Í fíggjarlógini fyri í ár, eru 1,8 milliónir krónur játtaðar til at útvega nýggja vitan um at fáa orku úr undirgrundini.
Hetta er fyrstu ferð, at stuðul er markaður til verkætlanir i, at fáa orku úr undirgrundini.
Vit kunnu fáa upp aftur meiri burtur úr grønum og varandi orkukeldur, men fyrsta treyt er, at vit fáa meiri at vita um teir møguleikar, sum eru í undirgrundini, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í orkumálum. Landsstýrið hevur sett sær fyri, at Føroyar skulu gerast grønari, og hetta er eitt stig á leiðini, leggur hann afturat.
Verkætlanir, sum verða stuðlaðar, skulu fremjast í samstarvi við Jarðfeingi ella Umhvørvisstovuna. Stovnarnir skulu tryggja, at úrslitini verða almenn, soleiðis at onnur kunnu byggja á ta nýggju vitanina. Landið rindar í mesta lagi helvtina av tí hvør verkætlan kostar
Hesar verkætlanir fingu stuðul:
Ein millión er játtað til at fyrsta stig av eini upphitingarskipan til kommunalar bygningar við Sjógv í Kollafirði við heita vatninum á Lygnnesi.
Harumframt eru 165.600 krónur játtaðar til eina royndarboring á Fossum í Klaksvík. Endamálið við verkætlanin er at vita um tað ber til at hita upp bygningar við vatni úr undirgrundini á Fossum, umframt at brúka vatn úr Norðoyatunnlinum.
Og at enda eru 634.400 krónur játtaðar til til at finna orsøkina til tann óvanliga jarðhitavøksturin á Glyvrum, og samstundis finna út av um tað ber til at fáa orku úr undirgrundini til upphiting.











