- Bæði í Føroyum og Grønlandi hava vit sjálvandi ment samfelagið, síðani vit fingu heimastýri, og vit hava eisini yvirtikið fleiri mál, men tað er framvegis soleiðis, at tá ið tað snýr seg um uttanríkis- og trygdarpolitikk, so hava danir allan avgerðarrættin, sigur Lars Emil Johansen.
- Í teimum førum er Danmark framvegis eitt hjálandaveldi. Tað er eisini soleiðis, at um danskir myndugleikar vilja hava avgerðarrættin, um Føroyar selja makrel til Russlands, ella grønlendingar selja onkur mineral, so verður tað lagt undir uttanríkis- og trygdarpolitikk, og so bestemmar danska stjórnin.
Lars-Emil Johansen sigur, at tá ið so spurnartekin verður sett við hetta, so er svarið, at tað stendur í grundlógini.
- So spyrji eg hvørjari grundlóg? Ikki í okkara, men í tykkara grundlóg, sum tit hava samtykt - ikki vit, sigur hann.
- Eg haldi tað ikki vera rætt, at hetta verður brúkt sum ein spennitroyggja, ið skal forða fyri okkara sjálvræði. Tað er ikki rímiligt.
Avbjóðingin
Lars-Emil Johansen heldur, at tann stóra avbjóðingin hjá Grønlandi og Føroyum er tíðin frameftir. Hvat vilja vit, og nær vilja vit, at broytingar skulu henda.
Hann heldur, at tað ber væl til at arbeiða saman í einum ríkjafelagsskapi, har londini eru javnsett.
Grønland er ein týðandi partur í Arktis, ið er tann heimsparturin, sum hevur størsta altjóða áhugan í løtuni.
- At vit eru partur av danska ríkinum ger, at danir fáa ein nógv størri leiklut á altjóða pallinum, enn teir annars høvdu havt.
Danmark hevur brúk fyri Grønlandi og Føroyum í hesum sambandi, tí teir kalla seg eitt arktiskt stórveldi.
- Ein leið fram er at samstarva sum tríggjar tjóðir – ikki fyrr enn tá eru vit javnsett.
Hann vísir til, at í 1951 gjørdi Danmark eina avtalu við USA um verju av Grønlandi. Avtalan kann ikki uppsigast.
- Nei, ikki uttan so, at Grønland fær sjálvstýri. Hetta er ein avtala, sum er gjørd millum tveir partar um ein triðja part. Tað er ikki í lagi, sigur hann.
Royndi grønlendski politikarin sigur, at broytingar skulu til. Tað krevur, at vit sum fólk fáa fulla virðing, og at vit sjálvi eisini taka fulla ábyrgd av teimum avgerðum, sum vit taka.
- Eg haldi, vit skulu samstarva, men mugu gera tað á einum javnbjóðis støði. Danmark kann ikki hava meira rætt, tí tey hava samtykt eina grundlóg, sum gevur teimum avgerðarrætt í uttanríkis- og trygdarspurningum. Hvørki føroyingar ella grønlendingar hava givið teimum hesa heimildina, sigur Lars-Emil Johansen at enda.