Trump stendur fast – Eg vann í 2020

Donald Trump skúgvar til viks áheitanirnar frá fleiri republikkanarunum um at gevast við at nevna forsetavalið í 2020 fyri valsvik

Republikanski flokkurin er í tveimum í spurninginum um valsvik varð framt við forsetavalið í 2020, ella um Joe Biden var veruligi vinnarin.

 


Í gjár helt fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump sína fyrstu røðu í Washington, eftir at Trump, fyri 18 mánaðum síðani, flutti úr teimum hvítu húsunum. Í taluni varð eisini komið inn á valið í 2020, og beint ímóti ráðunum frá fleiri republikanarum, endurtók Trump fleiri ferðir uppáhaldini um valsvik í 2020.

 

 

 

- Eg vann ta seinnu ferðina, tað gekk betri ta seinnu ferðina. Nógv betri. Nógv betri. Sera korrupt. Eg plagi at siga, at eg stillaði upp fyrstuferð og vann. So stillaði eg uppaftur, og tað gekk nógv betri... Og vita tit hvat? Tað fer at verða søgan í langa tíð. Á tann skomm tað var. Men vit mugu nokk gera tað einaferð afturat. Vit mugu fáa okkara land í rættlag, segði Trump í eini talu fyri tí konservativa, politiska felagsskapinum Amerika Fyrst.

 

Trump nýtti ikki bert høvið til at tosa um valsvik í 2020 og at fríggja við ætlanum um at stilla uppaftur. Hann málaði eisini eina mynd av einum Amerika, sum er plágað av kriminaliteti, harðskapi, rúsevnum og ólóligum innflytarum.

 

Trump er framvegis oddamaðurin í Republikanska flokkinum. Men samstundis sum hann fríggjar við forsetavalinum í 2024, eru tøl hansara viknaði eitt sindur. 40% av republikanarum siga, at Trump partvíst kann lastast fyri ófriðin tann 6. Januar 2021, samanborið við 33% í eini veljarakanning, ið vað gjørd í sambandi við at hoyringarnar í málinum byrjaðu fyri smáum seks vikum síðani, vísir ein Reuters/Ipsos veljarakanning.

 

Sambært The New York Times kostaðu álopini á Capitol Hill 7 fólkum lívið.