spurningin um vøru- og framleiðslugjald. Men tá Tórshavnar kommuna og borgarstjórin í viðmerking til m.a. mítt lesarabræv bert vísa á partar av veruleikanum í dag, so má eg gera nakrar rættleiðingar og nøkur [...] er knýtt at framleiðsluni á einum fiskavirki í dag. Harumframt er tað einki uppskipingargjald á t.d. laksi, so har er heldur onki gjald “inn um keikantin” til framleiðslustaðin. Verður Vág brúkt sum dømi [...] landsvegnum, so er heldur einki avskipingargjald / vørugjald út um keikantin. Somu viðurskifti eru t.d. galdandi fyri Rock Trawldoors, har øll rávøran (jarn) verður flutt inn um Tórshavnar havn og fraktað
Tann einstaki luturin, sum gav Ku Klux Klan nógva undirtøku var filmurin "The Birth of a Nation" frá 1915, sum D.W. Griffith leikstjórnaði. Í filminum verða Ku Klux Klan framhevjaðir, sum nærum frelsandi [...] og gav Ku Klux Klan eyka stóra undirtøku. Littir, amerikanskir søgufrøðingar hava lýst filmin hjá D.W. Griffith at verða størsta einstaka afturstigið í stríðnum hjá teimum littu í USA at vinna javnbjóðis
nýggja eindarskipan fyri SIT og Yrkisútbúgvingar og uppskot um at skipa ein arbeiðsmarknaðardepil, ið m.a skal gera eina skipan, har tað er møguligt fyri ófaklærd at útbúgva seg. Útbúgving ein mannarættur Øll [...] ikki lúka treytirnar Hvørt ár er ein bólkur av ungum, ið ikki lúka treytirnar at koma inn á miðnám, t.d tí tey eru lesiveik. Í dag er ongin skipan, ið tekur hond um hesi, tá ið tey fáa noktandi svar frá [...] er, at tørvurin á ófaklærdari arbeiðsmegi minkar og tí er ikki nokk, bert at útvega arbeiðspláss t.d í flakavinnuni, um vit skulu basa arbeiðsloysinum. Í fleiri førum kann útbúgving verða lykilin, ið letur
risk of Alzheimer's disease in the Faroe Islands". Hetta skrivar gransking.fo. Malan Johansen, ph.d. lesandi, er fyrsti rithøvundur og hevur staðið fyri teimum biostatistisku analysunum. Maria Skaalum [...] kompleksar og skyldast samanspæl millum ílegur og umhvørvi. Vandin fyri at fáa hesar sjúkur ávirkast m.a. av samanseting av nógvum ílegum, t.v.s. talan er um polygenar sjúkur. Hesar mongu ílegur økja hvør [...] frá hvørjum varianti saman. Fyri at geva eina nágreiniliga váðameting av hesum nógvu ymisku ílegum, t.d. í mun til Alzheimers, er neyðugt at hyggja eftir váðum, ið persónurin hevur tvørturum genomið og sameina
Hósdagin 17. juni fer Óluva R. Eidesgaard at verja ph.d.-ritgerð sína við Københavns Universitet. Verjan verður umvegis zoom, og til ber at fylgja við her Ritgerðin ber heitið: "Investigation and applicability [...] Granskingarráðið á gransking.fo. Óluva R. Eidesgaard arbeiðir á Jarðfeingi og hevur verið innskrivað til ph.d.-lesturin á Københavns Universitet. Vegleiðararnir eru: Lars Ole Boldreel, lektari á IGN, Københavns [...] jarðhitaskipan, (ii) trý vulkansk løg við gassi, funnin í eini oljuboring (Anne-Marie - Well 6004-8-1a), í borar ígjøgnum ein vulkanska áarósa í Hetlandsrennuni eystanfyri Føroyar og (iii) jarðgoymslueginleikar
, Dan í Soylu, Áki D. Samuelsen (Jákup L. Thomsen, 66.), Ári Mohr Jónsson – Stefan Radosavljevic (Heðin Hansen, 73.), Pætur J. Petersen (Hilmar Leon Jakobsen, 84.) Gult kort: Áki D. Samuelsen, Teitur Matras [...] Vestur og B36. Nú grannarnir í Gundadali fara í landsliðssteðg, og fleiri spælarar verða upptiknir av A og U-21 landsliðnum, sigur støðutalvan, at HB er á triðja plássi við 22 stigum, og at B36 er á fjórða
verður við at útbúgva sonevndar skúlavegleiðarar, ið so kunnu taka sær av starvsvenjingini m.a. Hetta umfatar t.d. at vegleiða næmingarnar og at vitja teir í starvstíðini. Orsøkin greið Men Olaus Jespersen [...] næmingunum pláss er, at allir skúlarnir leggja starvstíðina samstundis. Og orsøkin til hetta kann t.d.vera, sambært Olaus Jespersen, at skúlarnir, lærararnir, vilja leingja heystfrítíðina. - Eg veit ikki
Eidesgaard, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, sum hevur sett landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum ein grein 52a fyrispurning um evnið. Hann setti henni hesar spurningar: 1. Er tað í samsvari við umhvørvispolitikkin [...] sum brúkar 8.000 kWt um árið, sparir 4.000 kr. árliga á elrokningini eftir avslátturin, sigur Ingilín D. Strøm. Fyri stóran part av húsarhaldunum, sum hava gjørt íløgur í grønar málarar, ber tí til at spara [...] kemur at byggja á eina ítøkiliga meting av støðuni viðvíkjandi orkuskiftinum til ta tíð, sigur Ingilín D. Strøm landsstýriskvinna, í svarinum til Erling Eidesgaard, løgtingsmann.
tey t.d. hava keypt dagsatgongumerki og onga konsert hava hoyrt. Force majeure er serliga brúkt innan arbeiðsrætt, har tað rættiliga greitt verður tulkað. Hinvegin metir danski advokurin, at t.d. á Ro [...] afturrindaðan, av tí at festivalurin helt fram, og fólk kundu vera festivalinum, um tjaldútgerðin o.a. væl at merkja var nóg góð. Ein fyritøka, ið ofta nýtir hugtakið force majeure er DSB í Danmark. Tó
Veruliga hóttanin, sum vit skulu hugsa um, er vápnadubbingin sum hevur tikið seg uppaftur millum lond. T.d. vil Iran hava kjarnorku, tí Pakistan, India og Ísrael hava. Rusland og Kina mugu menna seg, tí USA [...] vápnadubbing, um altjóða samstarv ikki fæst á økinum. Kappingin millum lond er ein størri hóttan enn t.d. yvirgangshóttanin. Blix legði eisini dent á, at innrásin í Irak uttanum ST er beint ímóti niðurstøðuni [...] skipanum. Eisini vísti hann á, at tað er altavgerðandi at arbeiða við trygdarpolikki í breiðum høpi, m.a. vápn, kríggj, yvirgang, umhvørvi og vistfrøðiligu skipanina. Londini klára tað ikki einsamøll longur